Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ljós er sloknað – Pimmi er farin Absalon í Buð in memoriam Leygardagin hin 5. mei, tá ið eg so smátt gjørdi meg til reiðar at fara í 80 ára føðingardag, ringdi mín góði vínur Marius til mín og segði mær frá, at Pimmi var deyður. Tað kom so dátt við, at eg hevði bestan hugin til onga veg at fara, men fór kortini í føðingardagin, men taluna helt eg meg ikki føran fyri at halda og bað tí floksfelagan úr Vági siga nøkur orð frá flokkinum til føðingardagsbarnið. Pimma arbeiddi eg tætt saman við í nógv ár. Fyrstu ferð eg møtti Pimma, var í 1969 inni í Bug, tá ið hann kom til mín og gav mær eina bók hjá einum franskmanni um samfelagsviðurskifti, hann við stórum áhuga hevði lisið. Pimmi var júst afturkomin úr Keypmannahavn eftir at hava lisið hægri handilsskap á Niels Brock. Eg var nýggjur prestur á Viðareiði eftir Viderø, og prestatilhaldið var í Bug í barnaheiminum hjá Pimma. Stutt eftir var bygdaráðsval, og Pimmi og eg vórðu báðir valdir í bygdaráðini, eg á Viðareiði og Pimmi í Hvannasundi, og báðir vórðu vit valdir fyri kommunurnar í nevndina fyri flakavirkið í Norðdepli, har eg gjørdist formaður og Pimmi týdningarmikil næstformaður. Saman heittu vit á eini Havnarferð eftir fund við landsstýrið á Jason Johannesen, sum tá starvaðist á Bacalao, um at koma norður, og gjørdist hann okkara sera týdningarmikli virkisleiðari í 11½ ár. Tað var ein sonn fragd at arbeiða saman við hesum monnum, allari nevndini, røsku arbeiðisformonnunum og øllum teimum ágrýtnu arbeiðisfólkunum, ið arbeiddu akkord eftir uppskoti frá Jason. Jason hevði sera stórt álit á Pimma. Einaferð bað hann Pimma fara til Fraklands fyri flakavirkið og Føroya fiskasølu, tí at haðani vóru komnar stórar reklamatiónir, sum Jason helt vera ógrundaðar, hvat ið viðvíkti flakavirkinum í Norðdepli. Pimmi fór, og máttu fraklendingar bakka fyri hesum vituga og skilagóða føroyingi, ið hevði eins væl og betur skil á fiski enn teir. Saman við Palla Simonsen og øðrum unglingum í Hvannasundi gekk Pimmi á odda fyri at byggja 100 tonsaran “Sundenni” á skipasmiðjuni hjá John Smith og teimum í Vestmanna. Meg minnist eina ferðina, teir vóru komnir av beding í Havn ella Klakksvík við “Sundenni”. Lassin Nýggjagarð avloysti sum skipari fyri Palla, ið var farin í summarfrí út til Fugloyar at fleyga. Saman við Lassanum vóru Pimmi, Símun Sivertsen og Hans Petur Poulsen, tað var seint á kvøldi móti miðjunátt, teir skuldu leggja at við oljubrúnni í Hvannasundi, Pimmi var farin fram á bógvin og skuldi koyra endan ígjøgnum klússið og toygdi seg at taka ímóti uttanfyri, hann man hava sett fótin í klússið fyri betur at røkka yvirum og koppaði eftir høvdinum útav á sjógv. Teir fingu krøkt í hettuna og hildu honum uppi, til Símun fekk koyrt ljósabláu plastjolluna út av bátadekkinum og leyp av høgu bátabrúnni niður í hana og fekk Pimma inn aftur. Tá var skipið rikið langt og komið út móti Tjørnunesi. Teir fingu Pimma inn aftur gjøgnum dragiholið, løgdu at av nýggjum, bundu og fóru til hús. Pimmi, sum hevði drukkið nógvan sjógv, tørnaði inn og segði einki, til aðrir komu at spyrja eftir honum og søgdu sum var. Tá hevði hann fingið lungnabruna. Tað kundi verið ein rættiligur feigdardagur í Hvannasundi, og kundu vit tá mist bæði Pimma og Símun, um hann ikki rakti beint á jolluna, tá ið hann nývaknaður leyp í havið av bátabrúnni. Hvat skuldu tá Hans Petur og Lassin gjørt við tveimum monnum á sjónum uttanborða? Men Harrin havi lov, at alt lagaði seg til vildar. Pimmi eigur høvuðsheiðurin fyri, at landafast er millum Viðoynna og Borðoynna. Tá ið stríð stóð um byrgingina um Hvannasund fyrst í sjeytiárunum, og nógv vóru ímóti at tippa sundið, tók Pimmi sum bygdaráðsformaður í Hvannasunds kommunu ta djørvu avgerð, at hann, sum upprunaliga var hart ímóti byrging, hálsaði um, tá ið hann skilti, at vit einki fingu, um bygdaráðini gingu ímóti byrging. Pimmi atkvøddi tá fyri at gera byrging um Hvannasund, so at tað stóð á jøvnum í bygdaráðunum í Hvannasundi og á Viðareiði 5 fyri og 5 ímóti byrging, og Mikkjal Helmsdal landsverkfrøðingur, ið hevði stóra virðing fyri Pimma, í 1974 kundi fara undir at gera landafast millum Borðoynna og Viðoynnna. Pimmi slepti tó ongantíð dreyminum um at fáa siglingarrennu í byrgingina. Pimmi var deknur sum pápin í Hvannasunds kirkju. Niels í Buð var sjálvur við til at byggja kirkjuna saman við øðrum bygdarmonnum sum Meinhardti í Frammistovu v. fl., og var hann trúfasti deknurin øll tey mongu fyrstu árini og hevði prestatilhaldið. Og lívsjáttandi var at hoyra í R 7 fyri stuttum, tá ið Pimmi skuldi velja sangir í samrøðuni, Helgi hevði við hann, at Pimmi valdi sálmar. Tað dámdi honum so væl, og hin seinasti sálmurin, Pimmi valdi, var sálmurin hjá Matthíasi Jochumsson í týðingini hjá Mikkjali á Ryggi “Guð, ger meg til eitt lítið ljós um lívsins stutta skeið”. Hetta ljós, sum lýsti so bjart okkara millum, er nú sloknað, og Pimmi farin ta leið, eingin okkara sleppur undan, ljósið lýsti bara ov stutt í hesum heimi, men vit eru takksom fyri tær strálur og tann hita, tað sendi, og vilja lýsa frið um Pimma – Absalon í Buð. Guð troysti tykkum, systkin hansara, Heini, Hannugretha, Hallbjørg, Leivur og alla familjuna og bygdirnar í tronganum. Jesus veri hjá tykkum og okkum øllum! Vit liva í vónina, vit eiga í trúnni á Jesus Krist, um at hittast aftur handan deyða og grøv. Niels Pauli Danielsen MINNINGARORÐ