týsdagur 22. mai 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Fyri fyrstu ferð síðani 2015, vann B36 mánadagin uppgerð í
landskappingini móti Víkingi. Sigurin hjá B36 var sjeyndi sigurin á
rað í Betri-deildini, meðan tvífaldu føroyameistararnir úr Víkingi
fyribils tykjast avskrivaðir í FM-stríðnum hetta kappingarárið
André Olsen
Eftir seks kappingarár á rað við
steypið í einum av stóru kapp
ingunum – landskappingini og
steypakappingini – er nú nógv, ið
bendir á, at samanlagda felagið úr
Gøtu og Leirvík, Víkingur, í ár skal
venja seg til eitt kappingarár uttan
steyp. Víkingur spældi mánadagin
lyklauppgerð móti B36 í Havn fyri
at gera seg galdandi í oddastríðnum
hetta kappingarárið, sum Víkingur
tapti 2-1. Tí er Víkingur fyribils
varpað fullkomiliga út úr FM-stríð
num, og tá steypakappingin longu
frammanundan er rokin, er stóra
avbjóðingin hjá Víkingi í løtuni at
enda millum fýra tey ovastu og at
tryggja sær altjóða luttøku kom
andi ár.
B36 vann ferðmiklu og undir
haldandi uppgerðina móti Víkingi
2-1, og tað var eisini í tráð við
leikgongdina. Í fyrra hálvleiki var
talan sum heild um eina javna upp
gerð, men frá byrjan av í seinna
hálvleiki, setti B36 seg tungt á dyst
in, og tá samanumkom var 2-1 sigur
in hjá B36 helst tættari uppá at
enda við einari størri leiðslu heldur
enn at Víkingur kundi farið avstað
við einum stigi úr Gundadali.
Mínir leikarar hava
keypt sær nossur
Sermerkt við báðum málunum hjá
B36 mánadagin var, at tey komu
eftir støður aftaná hornaspørk. B36
venjarin, Jákup á Borg, viðurkendi
eisini eftir dystin, at tað ikki er
gerandiskostur fyri hansara menn,
at skora aftaná hornaspørk.
Vit fáa í dag tvey mál uppá
deyðbóltar og tað er ikki vanligt.
Leikararnir hjá okkum eru vaksnir
ekstremt nógv sálarliga, og tað
sæst, at fleiri av okkara monnum
hava verið niðri í Miklagarði og
keypt
sær
nossir.
Leikararnir
leggja alt fyri at vinna sínar nær
dystir tá deyðbóltarnir koma, og
tað lønar seg í dag. Felags fyri
báðar málskjúttarnir er eisini,
at teir koma fram til fleiri aðrar
vandamiklar støður eftir deyðbólt
ar, segði B36 venjarin, Jákup á Borg,
eftir dystin.
Fyrsti B36 sigurin
síðani 2015
Ímillum B36 og Víkingur er tað
annars Víkingur, sum seinastu árini
hevur havt takið í uppgerðunum
millum feløgini, og undan dystinum
mánadagin, skuldu vit heilt aftur til
august 2015 fyri at finna seinasta
B36 sigurin móti Víkingi. Men
mánadagin bragdaði aftur hjá
B36 móti Víkingi. Jákup á Borg
fegnaðist eftir dystin um, at tað nú
bar til at bróta óndu ringrásina hjá
B36 móti Víkingi.
Vit hava havt øgiliga stórar
trupulleikar av at spæla móti Vík
ingi seinnu árini, og eg eri ekstremt
glaður at vit í dag megna at vinna
ímóti teimum. Víkingur er eitt
klassalið, og allir leikararnir hjá
teimum hava øgiligar royndir. Tí
kennist tað eyka gott í dag. Víking
ur eigur tó rós fyri dystin í dag
– teir stressa okkum nógv í fyrra
hálvleiki, og brúka øgiliga orku tá.
Eg haldi kanska at teir brúktu so
mikið nógvar kreftir í fyrra hálv
leiki, at teir ikki megnaðu orduliga
at liva upp til at stressa uppá sama
máta í seinna hálvleiki, segði Jákup
á Borg.
Ross var ørkymlaður
um deyðbóltarnar
Skotski
venjarin
hjá
Víkingi,
Maurice Ross, var sum vera man
eftir dystin skuffaður um tapið
móti B36 í Havn. Serliga ilskaðist
Maurice Ross um at hansara menn
lótu tvey mál ígjøgnum uppá deyð
bóltsstøður.
B36 hevði uppiborið at vinna.
Tað er hart at hyggja eftir, men í dag
vóru teir betri enn vit. Tó ørkymlar
tað meg, at vit lata tvey mál inn
uppá deyðbóltar við teimum roynd
unum sum vit hava. Í báðum førun
um sleppa B36 leikararnir lætt at
skalla og í báðum førunum er talan
um leikarar sum viga um 75 kilo.
Tað er veikt av okkum, og gevur
okkum nakað at arbeiða við, segði
Maurice Ross eftir dystin.
B36 hevði sigurin
uppibornan
Maurice Ross var sum heild reystur
um tapið móti B36 mánadagin, og
helt ikki at tapið var nakað at
skammast av hjá Víkingi. Tó var
Maurice Ross serstakliga ørkyml
aður um, at Víkingur hevði tapt stig
so nógvar aðrar dystir.
Í dag vinnur B36 og eru betri enn
vit
–
t a ð
er
fair.
Men
vit
hava havt fleiri
líknandi dystir, har
vit hava verið betri enn
mótstøðuliðini og ikki vunnið. Tað
sum irriterar meg í dag er ikki at
vit í dag tapa móti B36. Tað sum
irriterar meg, er at vit ikki fáa stig
móti HB seinast, at vit ikki vinna
móti Suðringum á heimavølli
og ikki vinna móti EB/Streymi á
útivølli. Tað kundi givið okkum 9
stig afturat, og tað ørkymlar meg,
segði Maurice Ross eftir dystin.
Sjeyndi sigurin á
rað hjá B36
2-1 sigurin hjá B36 móti Víkingi ger,
at góða gongdin hjá B36 heldur
fram. Hóast B36 hevur verið hart
rakt av skaðum í seinastuni, har
lyklaleikarar sum Róaldur Jakob
sen, Jónas Tór Næs og Eli Falkvard
N i e l s e n
allir
hava
sitið uttanfyri, var
sigurin móti Víkingi mánadagin
sjeyndi sigurin á rað hjá B36 í
Betri-deildini. Skaðar til royndu
leikararar hevur givið fleiri ungum
leikarum størri ábyrgd á B36
liðnum, og ein av teimum sum
av álvara er vaksin við ábyrgdini
hetta kappingarárið er Erlendur
Magnusson,
sum
mánadagin
endaði dystin sum matchvinnari
móti Víkingi. Í løtuni er ilt at fáa
eyga á, hvussu góða gongdin hjá
B36 kann steðga, og tí er í løtuni
nógv sum bendir á, at B36 fara at
vera drúgvir í FM-stríðnum hetta
kappingarárið,
meðan
tvífaldu
føroyameistararnir úr Víkingi fyri
bils eru avskrivaðir í FM-stríðnum.
andre@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
B36 VARPAÐI
VÍKING ÚR
FM STRÍÐNUM
FILIP FEKK REYTT AFTANÁ DYSTIN
Ein umstrídd støða hendi eftir dystarlok í
Gundadali mánadagin. Tað var rundanum
Víkinga leikaran, Filip Djordjevic, sum ikki var
heilt nøgdur við dómaraavrikið. Støðan endaði
við at Eiler Rasmussen vísti serbiska leikaranum
gula kortið tvær ferðir og tí eisini reytt kort.