Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Landskappingin er ellivu umfør gomul, og í gjárkvøldið fór HB av vølli­num fyri áttandu ferð á rað við fullari úrtøku. Hetta var sætta ferðin, at HB vann við einum máli, og HB úrtøkan er merkisverd. Oddaliðið hevur vunnið 28 stig, so nógv stig hevur HB ongantíð áður vunn­ið úr ellivum umførum, og tað er bara komið fyri einaferð áður, at topp­liðið eftir ellivu umfør hevur vunnið so stóra úrtøku. Tað var í 2005, at kappingin varð broytt soleiðis, at liðini hittast tríggjar ferðir. Síðani tá er EB/ Streym­ur tað liðið, sum eftir ellivu umfør eigur størstu úrtøkuna. Tað var í 2008, at EB/Streymur eftir ellivu umfør hevði 29 stig. Hetta árið vann EB/Streymur FM fyri fyrstu ferð. Úrtøkan var 55 stig. Síðani 2008 hevur einki felag í ellivu teimum fyrstu umførunum megn­að at vunnið fleiri enn 27 stig. Tað var úrtøkan hjá HB í 2013 og hjá B36 í 2014. Í 2013 vann HB FM við 54 stig­um, og í 2014 vann B36 FM við 61 stigum. Nú hevur HB 28 stig, og harvið er HB úrtøkan eftir ellivu umfør størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið. HB er FM favorittur, men millum teir, sum manna besta liðið í sigurs­vanda felagnum, er einki tos um FM: -Vit savna okkum um næstu av­ bjóðingina. Hon verður á Argjum sunnudagin. Støðutalvuna kunnu vit venda aftur til seinni í ár. At eingin dystur er lættur at vinna, er heimadysturin ímóti EB/Streymi gott dømi um, sigur HB hjálpar­ venjarin Rasmus Nolsøe. Í gjár áttu bæði feløgini í Gunda­ dali heimavøll, og tey vunnu bæði fulla úrtøku. Harvið er B36 fram­ vegis størsti avbjóðarin hjá odda­ lið­num. Onnur innanhýsis uppgerðin millum grannarnar verður sunnu­ dagin 17. juni. Um støðutalvan verð­ ur roknað sum barometur, so er vegurin ólíkur hjá HB og B36 fram til innanhýsis uppgerðina. Bæði liðini skulu næstu vikur­ nar spæla hálvfinalu í steypa­kapp­ ingini – HB ímóti AB og B36 ímóti Suðringum. Í landskappingini eru mót­støðuliðini hjá HB AB (ú) og 07 Vestur (h), og hjá B36 eru tey NSÍ (h) og KÍ (ú). Tað gekk akkurát HB – EB/STREYMUR 1-0 Í norðara enda í Gundadali vórðu nógvar negl bitnar heilt niður í góðveðrinum í gjárkvøldið. Síðstu løtuna legði EB/Streymur nógv fyri í royndini at javna, og tað var um reppið, at tað eydnaðist. Arnbjørn Hansen varð skiftur inn, tá ið fýra minuttir restaðu, og Andras Olsen varð fluttur úr mið­verjuni og fram í EB/Streyma álopið fyri at leggja trýst á. -HB er besta liðið, sum vit hava spælt ímóti. Eg eri væl nøgdur við, at okkara reistu seg so væl, eftir at heimaliðið góða løtu var greitt oman­á, og eg harmist um, at tað ikki eydnaðist at javna, tá ið vit av álvara løgdu trýst á. Tíverri hava vit ongan upplagdan target mann, men spæla við fleiri framrættaðum mið­vallarum, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham. -Serliga harmiligt var tað, at ein­asta og harvið avgerandi málið varð skorað eftir útspark frá mál­ verjanum, tað áttu vit at havt lisið betri av. HB málið tríggjar minuttir eftir steðgin skoraði Jógvan Skeel Nol­ søe eftir at Teitur Matras Gestsson hevði sparkað út og innlegg úr vinstru frá Magnusi Egilsson. -Teitur eigur neyv spørk, og tað royna vit at gera okkum dælt av. Sím­un Samuelsen fór inn í vøllin og vong­verjin fór við honum. Harvið var pláss fyri Magnusi at fara við fram og leggja innfyri. Serliga huga­ligt var tað, at Jógvan Skeel Nol­søe skoraði avgerandi málið. Hann hevur verið eyðmjúkur og arbeitt nógv og miðvíst, síðani hann síðsta heyst flutti aftur í HB, sigur Rasmus Nolsøe. -Vit høvdu nógvar møguleikar og áttu at havt skorað fleiri mál, og harvið nýttist tað ikki at verið so spennandi, sum tað varð síðstu minutt­irnar. Hjá Aleksandar Stan­ kov gongur tað rætta vegin. Hann vinnur nógvar støður, og skjótt fer hann at fáa mál burturúr, heldur Ras­mus Nolsøe. Ungir klaksvíkingar á máltalvuna AB – KÍ 0-2 22. apríl – í dag fyri einum mánað síðani – vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Síðani tá og inntil í gjár var úrtøkan eitt stig í trim­um dystum í landskappingini og tap í steypakappingini. Á Argj­ um eydnaðist tað at vinna 2-0. Merkisvert var tað, at tað vóru tveir ungir klaksvíkingar, ið hava lítlar royndir á besta liðnum, sum skoraðu málini. Steinbjørn Ol­sen, sum fyri fyrstu ferð var mill­um teir fyrstu ellivu, setti hol á dygst undan steðginum, og Aksel B. Danielsen, sum júst var kom­in á vøllin, staðfesti sigurin í næst­síðsta minutti, tá ið hann setti krúllin undir bóltin, eftir at Heðin Sten­ berg hevði hálvbjargað roynd frá Jóannesi Bjartalíð, sum er so mikið skaðadarvaður, at hann í gjár bara var førur fyri at spæla ein hálvan tíma. -AB spælararnir vístu góðan hug­ burð og arbeiddu nógv. Vit høvdu tó fyri tað mesta trýstið á teimum, og málið dygst undan steðginum var týdningarmikið. Vit hava verið í úrslitaligum aldudali, og sammett við kappingarneytarnar hava vit mist. Vit rokna framvegis við møgu­ leikanum. Tað ræður um at vera við í kappingini í heyst, tá ið vit í tólv teimum síðstu umførunum átta ferðir eiga heimavøll, sigur KÍ venj­ arin Mikkjal Thomassen. AB venjarin Sorin Anghel er vón­brotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku: -Hetta var ikki besta avrikið hjá okkum í ár. KÍ royndi seg nógv við longum sendingum. Tað er ikki okkara uppskrift, men vit duttu í somu grøvina, og tí var av­ rikið hjá okkum ikki nóg gott. Hjá okkum riggar tað best, tá ið vit samanspæla fram eftir vøllinum. Tað gjørdu vit tíverri ikki ímóti KÍ, sigur Sorin Anghel. -Vit høvdu fýra góðar mál­møgu­ leikar. Í tí eina førinum var talan um heilt stóran møguleika, men tíverri eydnaðist tað ikki at fáa bóltin framvið Kristiani Joensen. Um tað hevði eydnast at javna, kundi tað tikið seg heilt øðrvísi upp. Tað glapp hjá Øssuri 07 VESTUR – NSÍ 0-5 Tað hevur ikki verið heilt so huga­ligt síðstu vikurnar hjá NSÍ, sum tað onkuntíð hevur verið. Lið­ for­maðurin og álopsessið Klæmint A. Olsen gongur við brotnum armi, og hann er nógv saknaður. Leitað hevur verið eftir bestu uppstillingini við broddi í. Í gjár var Pól Jóhannus Justinussen fremsti maður í Sørvági. Tað endaði við 5-0 NSÍ sigri, og Pól Jóhannus skoraði næsta málið, og hann átti stóran lut í tí fyrsta, sum var sjálvmál. Eftir at Petur Knudsen hevði økt til 3-0, varð Øssur Dalbúð skift­ FÓTBÓLTUR Bara einaferð áður er tað komið fyri, at toppliðið hevur átt so stóra úrtøku eftir ellivu umfør, sum HB hevur eftir sætta sigurin við einum máli HB HEVUR KÓS MÓTI NÝGGJUM METI FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Tá vit forera KÍ mál og ikki skora tríggjar 100% møguleikar, so tapa vit. Hinvegin so gera vit ov nógvar feilir í opna spælinum. KÍ sum vóru kosnir FM í februar, imponera meg als ikki. Frens forever. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Vit áttu avgjørt dystin í fyrra hálvleiki, nú má vinnast á Suðuringum til næsta dyst. Saman standa vit sterk KRISTIAN JOENSEN KÍ: Super úrslit, men eg gleði meg stadivekk til KÍ fer at spæla fótbólt aftur. Er tað veruliga so ringt at halda bóltin niðri a jørðini og flyta seg fyri hvør øðrum ? Gypp og tilfeldigheitir er stak óintrisant at hyggja eftir. Koyr a KÍ JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Klassamunur! 5-0 var í minna lagi. Stuttligt at síggja! Næsti dystur kann ikki koma for skjótt. Vit hava nógv at hevna! Góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Fantastiskt dreingir. Betra liðið vann í dag, og sigurin burdi verið nógv størri. Haldi fram við hasum spælinum, so skulu tit nokk koma langt. Go Skála.