Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Elias Rasmussen (Víkingur) Hóast Víkingur tapti 2-1 fyri B36, so stóð Elias Rasmussen sterkur í myndini. Hann hevði fleiri góðar bjargingar, og átti fleiri ferðir lívið í Víkingunum. Bæði málini komu upp á hornaspark, har ungi málverjin ikki kann lastast fyri málini. Elias Rasmussen kemur á liðið í kapping við millum annað Róa Zachariasen úr EB/Streymi. Eli F. Nielsen (B36) Skorar eitt og eigur lut í málinum, sum Víkingur fær, men samanumtikið var talan um eitt sannførandi avrik av stríðsmanninum á miðjuni hjá B36. Hann kom eisini til aðrar møguleikar, og er týdningarmikil fyri javnvágina á B36-liðnum. Árni Frederiksberg (NSÍ) Tað er ringt at koma uttanum Árna Frederiksberg á vonginum. Hann er ágangandi við bóltinum og hótti javnan verjuna hjá 07 Vestur, sum bleiv koyrd umkoll. Átti lut til fleiri av málinum hjá NSÍ. Brynjar Hlöðversson (HB) Fær ikki so nógv kreditt fyri sítt stríð, men hann er ein týdningarmikil spælari á miðjuni hjá HB. Tað sást aftur í 1-0 sigrinum á EB/Streymi, har hann vann at kalla allar sínar tvídystir. Hartil sleppur hann sær skilagott av bóltin. Lukasz Cieslewicz(B36) Byrjar at líkjast tí spælaranum, sum vit kenna frá fyrr av. Er partur av tí mesta í uppspælinum hjá B36. Leggur upp til bæði málini við góðum hornaspørkum, umframt at hann fleiri ferðir kom í góðar støður. Kaimar Saag (B36) Fyrrverandi landsliðsspælarin hjá Estlandi er av álvara við at koma fyri seg. Móti Víkingi helt hann væl upp á bóltin, og spældi sær væl av hann. Hóast til tíðir torførar umstøður, so fekk hann væl burturúr. Størsti pílurin niður er, at hann er rangstaddur, ið støðu, sum skal geva mál. Sjálvur heldur hann, at hann ikki er rangstaddur. Pætur Petersen (EB/Streymur) Var ein støðug hóttan móti HB, har hann við sínum dribblingum fleiri ferðir skapar vandastøður. Er væl fyri og spælir við nógvari orku. Hóast tað ikki bleiv til eitt mál, so megnaði hann í løtum einsamallur at hótta HB-liðið. Pætur Hentze (NSÍ) Ungi bakkurin hevur tikið av møguleikanum á bakkinum hjá NSÍ. Spældi væl í 1-1 javnleikinum í Klaksvík, meðan hann legði upp til tvey mál í 5-0 sigrinum á 07 Vestur mánadagin. Afturat tí, so kemur einki mál ígjøgnum. Petur Zachariasen (EB/Streymur) 23 ára gamli miðverjin hevur havt nakrar góðar vikur í miðverjuni, hóast gongdin hjá sundalagsmonnum ikki er so góð í løtuni. Er avbera sterkur í tvídystunum, har hann vann teir flestu móti HB-álopinum. Kemur eisini á liðið fyri fleiri góð avrik upp í slag. Teitur R. Joensen (Skála) Stóð sterkur í miðverjuni hjá Skála, sum vann 2-0 á Suðringum. Vann rennidystirnar við millum annað Búa Egilsson, og var árvakin tá deyðbóltsstøður skuldu ruddast vekk. Erlendur Magnusson (B36) Spældi gott nokk á høgra bakkinum, men kemur á liðið sum vinstri bakk, tí tað kann hann eisini spæla. Skorar upp á ein kraftmiklan stútara, og kundi eisini fingið eitt mál afturat eftir innlegg. Kom væl frá uppgávuni. Jákup á Borg (B36) Við góðum fótbólti og einum boðskapi um at leypa á, hevur Jákup á Borg ført B36 til níggju sigrar upp í slag. Hesa ferð við at vinna 2-1 á Víkingi, og helst skuldi sigurin havt verið nakað størri, um neyvleikin og dømingarnar spældu við B36. Liðið hesa vikuna: HER LIÐIÐ FYRI 11. UMFAR