Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Vit ynskja at styrkja maskinfakligu manningina, siga tey hjá J&K Petersen Contractors Vilmund Jacobsen Í samband við økt virksemi, halda J&K Petersen Con­ tract­ors, at neyðugt er at styrkja maskinfakligu mann­ ing­ina á verkstaðum. Tí søkir felagið eftir dugna­ligum smiðum, entre­ pre­nørmaskin- og ella last­ bila­mekanikarum. Hjá J&K Petersen Con­ tractors siga tey, at arbeiðið fevnir um viðlíkahald og um­ væling av maskinstøð. - Amboðini, sum tal­an er um, eru eitt nú grav­mask­in­ ur, dumparar og onnur ser­ am­boð til entre­pren­ør­vinn­ una. Tey leggja aftrat, at ar­ beiðið verður skipað í toymi og í tøttum samstarvi við sam­skipara á økinum. Fleiri enn 50 maskinur Í løtuni hava J&K Petersen Contractors fleiri enn 50 maskinur, sum verkstaðurin serviserar í gerandisdegnum. - Viðkomandi, sum verð­ ur settur at taka sær av nevndu uppgávum, skal duga at umstilla seg til ym­ isk­ar arbeiðsuppgávur og sam­stundis duga at raðfesta hes­ar á skynsaman hátt. Hjá J&K Petersen Con­ tractors siga tey, at størvini - antin umsøkjarar eru smiðir ella mekanikarar - verða sett so skjótt, sum tey finna røttu persónarnar. - Vit ynskja eitt nú, at umsøkjarar kunnu arbeiða sjálvstøðugt og duga toymis­ arbeiði, og vit ynskja, at um­ søkjarar megna at hava nógv jørn í eldinum í senn, verður lagt aftrat. 170 fólk í starvi J&K Petersen er eitt entre­ prenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entre­pren­ør­ fyri­tøkur í Føroyum. Í fyritøkuni starvast um­ leið 170 fólk. - Vit fáast við við jørð- og betongarbeiði, umframt bygn­ings- og havnaarbeiði. J&K Petersen hevur drúgv­ar og góðar royndir við an­legsarbeiðum, dýp­ing­ ar­ar­beiðum, byggi­arbeiðum og havna­arbeiðum. STARVSMARKNAÐUR Robert Thomsen stjóri í Arp-Hansen Hotel Group 37 ára gamli Robert Thom­ sen úr Gøtu er settur sum stjóri í Arp-Han­sen Hotel Group, sum er størsta hotel-ketan í Keyp­manna­ havn. Tað skrivar danski ferða­vinnumiðil standby. dk Arp-Hansen Hotel Group eigur fimta hvørt hotel­kamar í danska høv­ uðs­staðnum, og tað er hjá hesum samtaki, at Robert Thomsen er settur sum sam­taksstjóri. Hann loysir av stjóran seinastu 10 árini, Malene Friis, sum er koyrd úr starvi. Robert Thomsen hev­ur starvast hjá Arp- Han­sen Hotel Group sein­ astu 18 árini. Í nýggja starvinum verð­ur 37 ára gamli gøtu­ mað­urin samtaksstjóri fyri rakstur og, sum nakað nýtt, eisini fyri HR. Robert Thomsen hev­ ur higartil verið stjóri á Arp-Hansen hotell­inum Imp­erial í Keyp­manna­ havn. Hotelketan við yv­ ir 3.700 kømrum á fyri­ bils 11 hotellum í Keyp­ mannahavn og ein­um í Aarhus, hevði í fjør sítt higartil besta rokn­ skap­arár við einum um­ setningi upp á 1,2 milli­ ardir krónur og eitt yv­irskot upp á 286 milli­ ón­ir krónur. Fyrst í komandi ári let­ur hotelketan upp sítt triðja Wakeup-hotel í Keyp­mannahavn við 585 kømr­um. vilmund@sosialurin.fo Eydna nýggjur fyrisitingarstjóri Eydna Justinussen er nýggj­ur fyrisitingarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hon tekur við eftir Ing­ unn Eiriksdóttir, sum hin 1. desember í fjør tók við starv­inum sum stjóri í Betri Trygging. Nýggi fyri­siting­ar­ stjór­in er 46 ára gomul og bú­sitandi í Havn. Hon er út­búgv­in Cand. polit. frá Københavns Universitet og hevur áður starvast sum fíggjarleiðari í Før­ oya Lívstrygging. Eydna Justinussen er ikki eitt ókend andlit í Tórs­havnar kommunu, tí síðan 2011 hevur hon verið fíggj­arleiðari, og síðan november 2017 hevur hon verið fyribilssettur fyri­sitingarstjóri í komm­ ununi. Sum fyrisitingarstjóri hevur Eydna Justinus­sen ábyrgd av Snar­skiv­uni, KT-deild­ini, starvs­fólka­ deild­ini og fíggj­ar­deildini. Í Tórshavnar komm­ unu vita tey at siga, at 20 umsóknir vóru til starvið sum fyrisitingarstjóri. vilmund@sosialurin.fo J&K hevur brúk fyri dugnaligum smiðjum