hósdagur 24. mai 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
At maðurin fekk 90.000 krónur,
og at kvinnan bara fær 60.000 fyri
sama arbeiði. Hevur tað nakað við
kynið at gera?
– Ein maður í landsstýrinum, sum heldur
at stjórar í almennum partafeløgum fáa alt
ov høgar lønir, fekk eina kvinnu at trýsta
lønina hjá eini kvinnu, sum skuldi setast í
stjórastarv í almennm partafelag niður.
Tað er áhugavert. Tað er áhugavert, hóast
forkvinnan í almenna partafelagnum, Vága
Floghavn, sigur, at tað hevur einki við tað
at gera.
Tað má so siga, at so er tað eini hægri
politisk ætlan hjá samgonguni, at stjórar í
almennum partafeløgunm ikki skulu hava
lønir, sum vaksa inn í himmalin. Og tað er
mín sann áhugavert.
Men tað er tó einki, sum bendir á tað.
Tí so høvdu vit helst havt hoyrt okkurt frá
Poul Michelsen um, hvat stjórarnir í Posta,
Føroya Tele, Atlantsflog og øðrum feløgum,
sum hann varðar av, kunnu vænta sær.
Tá tað kemur til lønartrýst, so eru tað
júst fólkini við ávirkan, sum slóða fyri. Ring
ast eru bankanevndirnar, sum gera avtalur,
sum geva bankastjórum upp í 10 milliónir
krónur í fráfaringarløn – eftir at teir eru
sagdir úr starvi.
Hetta er ein stór dáragerð, sum ger stór
an samfelagsligan skaða. Fólk fáa sjálvandi
misálit á slíkum bankanevndum, sum finna
upp á slíkt. Og nei tað passar ikki, at vit ikki
fáa líkinda bankastjóra, um hann ikki fær 10
milliónir, tá hann fær fótin í afturpartin. So
grammar bankastjórar skulu vit ikki hava, tí
so kunnu vit ikki hava álit á bankanum.
Og tá politikarar ganga undan at geva
sær sjálvum serrættindi, so fellir álitið eisini.
Seinast eru tað býráðslimir í Havn, sum
trýsta sínar egnu lønir upp. Hví skulu pol
itikarar hava so stór lønarlop í einum? Hví
ikki gera sum partarnir á arbeiðsmarknaði
num, taka tað í smáum?
Jú tað er tí, at politikarar vita, at fólk
verða ill, tá teir kradda til sín sjálvs. So taka
teir heldur alt skrædlið í einum og vóna, at
fólk gloyma. Og tað gera fólk tíverri ofta.
Men áhugavert verður fylgja presedens
hjá Hendriki Old og landsstýrinum. Er tað
ein verulig ætlan at lækka lønir hjá stjórum
í almennum partafelagnum, ella bar tað
bara til, tí at ein landsstýrismaður fekk
kroyst eina kvinnu at kroysta eina aðra
kvinnu niður í langt niður um mannfólk-
løn. Sera áhugavert. Livst so spyrst!
Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi í týs
kvøldið ársroknskapin hjá Tvøroyrar kommunu
fyri 2017.
Í fíggjarætlanini hjá Tvøroyrar kommunu
fyri 2017 varð roknað við einum halli á 10,3 mió.
kr. men ársroknskapurin vísir eitt avlop á 9,4
mió. – tað er. 19,7 mió. kr. meira enn væntað.
Samlaði raksturin av Tvøroyrar kommunu
kostaði 62,9 mió. kr. og er hetta 2,9 mió. kr. minni,
enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2017.
Í fíggjarætlanini var roknað við at gera íløgur
fyri 15,9 mió í 2017, men roknskapurin vísir, at
tað vórðu gjørdar íløgur fyri 8,3 mió. kr.
Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2017
vóru 8,9 mió. kr. hægri enn væntað. Roknað var
við 73,4 mió. kr. í inntøkum, men roknskapurin
vísir, at samlaðu inntøkurnar vórðu 82,3 mió. kr.
Tvøroyrar komm
una hevur í 2017 goldið
3,8 mió. kr. í avdrátt
um, og var nettoskuld
in við árslok komin
niður á 0,46 álíkning.
Er lættari at trýsta kvinnulønir niður?
Trivaligt avlop
TVØROYRI 2017
Les eisini blaðið
á telefonini
Evensen prestur
í Hvalba
Siðsøga síða 26-27
sdf
Alt ber til
uttan menn
Høgni Djurhuus
Baksíðan
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Jens er føddur í Havn. Í 1969 flutti
hann til Jyllinge í Danmark, og har
býr hann enn
Upp á nógvar mátar hevur Jens verið ein
virkin borgari í lokaløkinum. Hann var í
sjeytiárunum uppi í álaveitslum í Jyllinge,
og hann hevur verið virkin sum sjálvboðin
sløkkiliðsmaður í lokaløkinum. Í fleiri ár var
Jens havnarfúti í Jyllinge Lystbådehavn. Í 21
ár sat hann í býráðnum fyri tey Konserva
tivu í Gundsø – harav fýra ár sum 1. vara
borgarstjóri og í átta ár sum borgarstjóri.
Jens Müller
var kendur sum
ein empatiskur
borgarstjóri við
klassisku konserv
ativu virðunu sum
tryggleiki, ábrygd
og siðvenjum. Sum
dømi var eitt av
hjartamálunum hjá
Jens at seta á stovn
eina fasta sjúkrabil
atænastu á sløkki
liðsstøðini millum
Jyllinge og Gundsø
magle.
Fyrrverandi
samstarvsfelagið
hansara í býráðnum,
Karin Sloth, sigur
soleiðis:
– Jens var jo en
vanvittigt ordholden mand. Han havde en
konservativ humanistisk tilgang til tingene.
Han var meget optaget af ordentlighed.
Og det er rigtig gode kvaliteter. Han
var også meget ukrukket og havde god
selvbevidsthed. Og så har Jens en skarp ret
færdighedssans ”Hvad er i orden, og hvad er
ikke i orden?”.
Kona Jens doyði í septemberí fjør. Men
hann er frískur og ferugur, fer væl um hús
og urtagarð, og røkir sambandið við vinir og
familju – ikki minst bæði børn hansara, sum
eisini búgva í Jyllinge.
Jens Müller, fyrrverandi
borgarstjóri í Jyllinge 80 ár
25. MAI 2018