hósdagur 24. mai 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018
SOSIALURIN 58
24
H
atta átti at
verið funnin
fressur, ella
heldur funnin
løða.
Ein góður máti hjá
landinum at spara peng
ar, nógvar pengar,
er at seta kvinnur í stjórastørv, ja,
og onnur størv, tí kvinnur fáa jú
minni í løn enn menn. Tær kosta
minni.
Tær eru harafturat líka vána
ligir stjórar sum menn, so einki er
at missa har. Tvørturímóti, pengar
eru at spara.
Men so má størri landskassi fá
ast til vegar, tí tann, sum nú er, er
fullur, so lokið fæst so dánt á.
Beint nú er tíðin so góð, altso
fíggjarliga og búskaparliga, at
eingin orsøk er til at spara. Men
verri tíð kemur aftur og tá skal
sparast. Best er tó at byrja longu
nú.
Kvinnur fáa minni í løn enn
menn. Tað hoyra vit og lesa vit
javnan, so tað er helst satt. Um
tað er rætt ella ikki, veit eg ikki.
Men tá tey klóku siga tað, ella
tær klóku siga tað, er tað helst
rætt. Ella endurtak eina lygn nóg
ofta, so...
Kvinnur eiga sjálvandi at fáa
tað sama fyri hálva tíð sum menn
fáa fyri fulla. Annað er brot á alla
javnstøðu og allan javnrætt.
Men hetta kann ikki
broytast sum so nógv
annað í Føroyum. Vit eru
konservativ. Alt, sum
verður broytt, verður
verri enn tað var.
So moralurin og niðurstøðan eru:
lat vera sum er.
Og her kann landið tí spara
nógvar pengar. Skít veri við javn
støðuni, hóast hon er lógarfest fyri
nógvum árum síðani. Lógir eru
bestar, tá tær verða brotnar.
Kvinnur fáa minni í løn enn
menn. Hvørjum sáttmála, tað
stendur í, er ógreitt. Men tað má
standa onkrastaðni. Ella er tað ein
óskrivað lóg, at kvinnur skulu fáa
minni í løn enn menn, hóast menn
inir eru fleiri og arbeiða meira.
Hevur tú brúk fyri einum
manni, set so eina kvinnu.
Gud gjørdi fyrsta mistakið.
Hann skapti mannin fyrst. Hann
skuldi havt gjørt kvinnuna fyrst.
Og ongan mann. So høvdu tær ong
an at samanbera seg við og einki at
grenja um, um javnstøðu.
Fremsta endamálið hjá kvinn
um er at gerast mamma og síðani
omma.
Og tað ber til uttan menn. Tak
Mariu moy til dømis. Tað bar væl
til, sigst.
Men nú er tann vanlukkan
longu hend, at maðurin varð gjørd
ur fyrst og síðani kvinnan úr ein
um røstum rivi.
Eitt mistak, sum mannaættin
ongantíð sleppur burtur úr.
Vóru bara kvinnur, var sam
døgrið ov stutt, um allar skuldu
havt orðið, ella rættari orðini. Men
vóru bara kvinnur, var javnstøða.
Ella kanska ikki kortini, tí so fingu
nakrar kvinnur meira í løn enn
aðrar, og so var eisini galið. Pengar
eru alt.
Men vóru bara kvinnur, var nógv
lættari hjá teimum. Ongar skjúrtur
at strúka. Einki kríggj kanska.
Eingin fiskiskapur at klandrast
um. Ongar einkjur. Einki so nógv.
Og neyðin lærir nakna kvinnu og
so framvegis. Tað eitur ivaleyst
okkurt annað á føroyskum. Latið
okkum fara í orðabókin, ta donsku-
føroysku, jú, rætt var, tað eitur fyrr
trýtur streymur í ár, enn kvinnu
tróta ráð. Sjálvandi. Eingin nakin
kvinna í Føroyum, her er bæði ov
kalt og ov gudiligt.
Vit menn kunnu bara biðja um
umbering, men Gud skapti okkum
við sær sjálvum sum fyrimynd. Tað
er neyvan okkara skyld, at hann
gjørdi tað mistakið á sinni.
Hvat so við Jesusi? Hann var
maður, tað søgurnar vita at siga
um hann. Men vit kalla hana bara
Jesina við sínum 12 lærimoyggjum.
So er sloppið eisini har.
Alt ber til uttan menn.
Og so: gamla kvínnan segði, at
hon fylti fjórfalt runt, fýra ferðir
sama dagin. Hon fylti 88...
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Liljan Weihe fingið
triðja ætlanarskrivið
Orrustan í Kringvarpinum tykist
ongan enda taka. Tí meðan Liljan
Weihe hevur verið burtur frá
arbeiði í Kringvarpinum, síðani
hon varð koyrd úr starvi beint fyri
jól í fjør, so er málið framvegis ikki
avgreitt.
Mentamálaráðið
ógyldaði
uppsøgnina av Liljan Weihe og
sostatt var hon aftur tíðindaleiðari
í Kringvarpinum – í øllum førum
í nakrar dagar í apríl. Men síðani
kom næsta ætlanarskriv frá
Johnny í Grótinum. Hesaferð ikki
við einari uppsøgn, men við einum
nýggjum starvi, gjørt til endamálið,
har Liljan Weihe skuldi fara
knappar 4000 krónur niður í løn og
taka sær av serstakliga ráðgevandi
uppgávum í Kringvarpinum.
Men Liljan Weihe takkaði nei.
Og nú er triðja ætlanarskrivið
komið frá Johnny í Grótinum.
Hesaferð við sama innihaldið –
serstakliga ráðgevandi arbeiði av
ymisku slagi – men við somu løn.
Grundgevingin fyri, at Johnny
í Grótinum heldur Liljan Weihe
skal varðveita deildarleiðaralønina
uttan at vera deildarleiðari er, at
summar uppgávur eru tær somu,
sum tá hon var tíðindaleiðari. Men
orsøkin til, at Johnny í Grótinum
ikki vil, at Liljan Weihe er í tíðinda
leiðarasessinum er, at hann hevur
mist álitið, sigur hann.
- Eg eri komin til tað niðurstøðu,
at eg ætli at flyta teg í annað starv
innan setanarøkið. Leiðsluat
burður tín var so grundleggjandi
skeivur, at eg ikki kann hava álit
á, at tú kast røkja uppgávuna sum
tíðindaleiðari á nøktandi hátt,
ei heldur at tú kanst vera partur
av leiðslubólki stovnsins, skrivar
Johnny í Grótinum.
Men Sigmund Poulsen, sakfør
ari hjá Liljuni Weihe, vísir á í aftur
svarið, at hetta ikki er ein nøktandi
niðurstøða.
- Eg skal minna teg á, at Menta
málaráðið hevur staðfest, at Liljan
Weihe framvegis er tíðindaleiðari í
KVF, og at tín roynd at koyra hana
úr starvinum er ógildað. So kanst
tú ikki koma nú einaferð enn og
siga hana úr starvinum – tí tað er
nettupp tað, sum tú gert, hóast tú
kallar tað ”flyting inn setanarøkið”.
Hendan triðja royndin hjá tær
at fáa hana úr starvinum sum
tíðindaleiðari er líka lítið ein ”flyt
ing innan setanarøkið”, sum tann
undanfarna, sum tú slepti eftir
mítt hoyringssvar, skrivar Sig
mund Poulsen til Johnny í Grót
inum.
Víðari afturvísir hann møgu
leikanum um at flyta Liljan
Weihe í hetta akademiska starvið,
sum Johnny í Grótinum hevur
skotið upp. Hann nýtir sjúkra
røktarfrøðingar sum dømi, og
sigur, at hugsa vit, at ein sjúkra
røktarfrøðingur er settur sum
”sjúkrarøktarfrøðingur á Lands
sjúkrahúsinum” og viðkomandi
starvast á medisinsku deild, er
einki í vegin fyri at flyta við
komandi yvir á skurðdeildina –
sum sjúkrarøktarfrøðingur, um
trupulleikar stinga seg upp í ar
beiðnum. Ein slík flyting hevði
verið ein flyting innan setanarøkið,
og tað hevði lati seg gjørt uttan
varsil – nettupp tí tað bæði fakliga
og fysiskt er innan setanarøkið.
- Men tað ber ikki til at flyta
”innan setanarøkið” við at flyta
nevnda sjukrarøktarfrøðingin í
nýtt starv sum laborantur, skriv
stovufólk, vaskifólk ella annað á
landssjúkrahúsinum, sjálvt um
tað fysiska setanarøkið var lands
sjúkrahúsið. Hetta er ein rættiliga
grundleggjandi og alment kend
reglan innan starvsfólkarættin,
sigur Sigmund Poulsen og vísir á,
at setanarøkið hjá Liljuni Weihe
er ikki bara Kringvarp Føroya,
men ”Leiðari í Aktuelt deildini í
Kringvarpi Føroya”.
- Tí ber rætt og slætt ikki til at
flyta Liljan Weihe innan setan
arøkið, tí tað er einki annað slíkt
starv í Kringvarpinum. Løgfrøði
liga er eingin ivi: Verður ætlanin
sambært ætlanarskrivið framd, er
Liljan Weihe søgd úr starvi sum tíð
indaleiðari, einaferð enn – og beint
ímóti tí, Mentamálaráðið hevur av
gjørt, sigur Sigmund Poulsen.
Ógreitt er, hvat nú hendir í mál
inum. Í øllum førum kann staðfest
ast, at allar súðir ikki enn eru syft
ar í Kringvarps orrustuni.
Alt ber til uttan menn