hósdagur 24. mai 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
25. mai 2018
59
ALMENN BÚSTAÐAR
BYGGING HEVUR HAVT
MONG NØVN, MEN Í DAN
MARK HEVUR MAN VALT
AT KALLA TAÐ ALMENN
AR BÚSTAÐIR
Árni Gregersen
Tað var longu tíðliga, at í Danmark
var farð undir at byggja almennar
bústaðir, sum vanlig fólk kundu
leiga.
Bústaðarfeløg vóru gjørd, ofta við
uppruna í fakfeløgum og tað gingu
ikki nógv ár, fyrr enn hetta slag av
íbúðum varð kallað »sosialt bolig
byggeri«.
Í seksti-árunum kom verulig ferð
á slíka bygging, bæði í Keypmanna
havn og í størru býunum kring land
ið.
Seinastu mongu árini hevur tað
víst seg, at hetta hevur havt tupul
leikar við sær. Í fleiri íbúðarøkjum við
blokkum eru fólk flutt inn, sum øll
meira ella minni hava sama uppruna.
Í dag síggja myndugleikarnir klárt,
at talan er um getto nógvastaðni og
í summum støðum eru tey farin at
taka hesar íbúðarblokkarnar nið
uraftur fyri at sleppa undan, at fólk
av sama uppruna savnast í ávísum
økjum.
– Í dag verður hetta nevnt annað
annað, tá ið talan er um vanligar bú
staðir, fyri eisini at sleppa undan, at
talan er um getto, sigur Andras Róin,
stjóri í Bústøðum.
Hann sigur, at Bústaðir eru partur
av danska felagsskapinum fyri slík
ar byggingar og tey tí royna at læra
av teimum mistøkum, sum eru gjørd
í Danmark.
– Sjálvandi royna vit at hugsa
nýtt og finna føroyskar loysnir, men
at vit hava samband við onnur lond
ger, at vit sleppa undan at gera júst
tey somu mistøkini, sigur hann.
Andras Róin vísir á, at tá ið tað
kemur til almenna íbúðarbygging, so
er Danmark ógvuliga frammalaga.
– Í Føroyum er eftirspurningurin
stórur. Tað síggja vit væl á limalista
num hjá okkum, har eini 2.300 fólk í
dag standa á, sigur hann.
Hann leggur afturat, at sjálvt um
eftirspurningurin sjálvandi er størstur
í Havn, so vilja flestu kommunur, at
Bústaðir eisini byggir kring landið.
Allar tøkar íbúðir hjá Bústøðum
eru útleigaðar.
Aðrir møguleikar
Bústaðir hevur ávís sløg av íbúðum
í dag, men ætlanin er at fara víðari.
Millum annað liggur í kortunum at
byggja lutaíbúðir, men Bústaðir vilja
eisini fegin, at onnur eiga íbúðirnar.
– Eg haldi at vit kunnu siga, at vit
nú hava arbeitt so leingi við hesum,
at vit duga at umsita og viðlíkahalda.
Tí kunnu vit átaka okkum tann partin
fyri onnur, sum hava hug at byggja,
sigur Andras Róin.
Hjá Bústøðum arbeiða í løtuni 18
fólk, harav tey átta eru í teknisku fyri
sitingini.
Tá ið bygt ella umvælt verður,
so hava hesi fólkini eftirlit við, at alt
gongur fyri seg á ein skynsaman
hátt, men samstundis ger Bústaðir
avtalur við byggifeløg og ráðgevarar
av øllum handa slag.
Limalistin er langur, men tað
verður fylgt væl við, so onki fusk fer
fram.
Grannskoðari hevur eftirlit við, at
alt gongur rætt fyri seg, tá ið borgarar
fáa rætt til at leiga eina íbúð.
– Tann sum stendur ovast fær
fyrsta tilboðið. Fyri okkum er tað av
gerandi, at trúvirði hjá okkum ikki
kemur í vanda, leggur stjórin afturat.
Nýggja heitið er
almennir bústaðir
– Í Føroyum er eftirspurningurin stórur. Tað síggja vit væl á limalistanum hjá okkum, har eini 2.300 fólk í dag standa á, sigur