hósdagur 24. mai 2018síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
18
mai 2018
24
Vilmund Jacobsen
Tað var ein serligur dagur hjá Fuglafjarðar havn
í desember mánaði í fjør, tá uppsjóvarskipið
hjá Framherja - Høgaberg - kom á Fuglafjørð
sum skip nummar 1000.
So mong skip hava ongantíð áður verið í
Fuglafirði í eitt ár. Tí var 1000-talið eisini rópt
“magiska” talið, sum Fuglafjarðar havn nú
hevði rokkið.
Tá
árið
2017
var
liðugt,
kundi
havnarmeistarin, Rólant Højsted, fegnast um,
at skipatalið á Fuglafirði hetta árið tilsamans
gjørdist 1051.
Talið heldur stand
Hyggja vit eftir, hvussu gingist hevur við
skipatalinum fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun
til somu mánaðir í fjør, sæst, at í ár hevur eitt
skip meira verið á Fuglafirði.
Rólant Højsted sigur, at skipatalið við endan
av apríl í ár var 327 ímóti 326 somu tíð í fjør.
- Men, vit síggja, at inntøkurnar higartil í ár
eru størri enn í fjør, og vit siggja eisini, at skipini
higartil í ár samanlagt hava verið 172.624
bruttotons størri enn somu tíð í fjør.
Havnarmeistarin vísir á, at fram til endan
av apríl í fjør høvdu 85 útlendsk skip verið á
Fuglafirði, og somu tíð í ár var talið 112 - ella 27
útlendsk skip fleiri í ár.
- Vit hava havt nøkur útlendsk skip, sum
hava landað í Fuglafirði í ár, og vit hava ivaleyst
eisini havt fleiri útlendskar bunkringar, sigur
Rólant Højsted.
Størri innflutningur
Fyrstu
fýra
mánaðirnar
í
ár
hevur
innflutningurin um Fuglafjarðar havn verið
tilsamans 248.400 tons, meðan útflutningurin
hevur verið 142.400 tons.
- Tølini fyri fyrstu fýra mánaðirnar í fjør vóru
ávikavist ein innflutningur á 201.000 tons og
útflutningur á 107.800 tons.
Havnarmeistarin vísir á, at her er allur inn-og
útflutningur, sum er farin um bryggjukantin í
Fuglafirði í nevnda tíðarskeiði, íroknaður.
Spurdur, hvørjar vórirnar eru fyri restina av
hesum árinum, sigur Rólant Højsted, at tað
altíð er trupult at meta um tað, sum framman
fyri liggur.
- Kvoturnar av makreli og sild eru minkaðar
í ár, og haraftrat mugu vit rokna við, at nýggja
virkið hjá Varðanum Pelagic verður við aftur,
tá makrel-og sildavertíðin byrjar aftur í heyst,
leggur hann aftrat.
20.000 tons til Pelagos
Havnarmeistarin vísir á, at nógvur svartkjaftur
er komin upp á land í ár, og haraftrat kom væl
av makreli, sild og lodnu fyrr í ár.
- Umframt tær nøgdir, sum Havsbrún hevur
tikið imóti í ár, kunnu vit eisini fegnast um, at
Pelagos hevur arbeitt væl av uppsjóvarfiski.
Rólant Højsted sigur, at nøgdirnar, sum
Pelagos hevur tikið ímóti higartil í ár, munnu
liggja oman fyri 20.000 tons, og tá er serliga
talan um makrel, sild og lodnu og eitt sløð av
svartkjafti.
Fuglafjarðar havn hevur
havt størri inntøkur í ár
- TAÐ ER ALTÍÐ TRUPULT AT META UM FRAMTÍÐINA, MEN EG HALDI, AT ÚTLITINI ERU GÓÐ, TÓ AT KVOTURNAR AV
MAKRELI OG SILD ERU MINKAÐAR, OG VIT MUGU ROKNA VIÐ, AT NÝGGJA VIRKIÐ HJÁ VARÐANUM PELAGIC VERÐUR
VIÐ AFTUR, TÁ MAKREL-OG SILDAVERTÍÐIN BYRJAR AFTUR Í HEYST, SIGUR RÓLANT HØJSTED, HAVNARMEISTARI
Rólant Højsted, havnarmeistari, sigur, at inntøkurnar hjá Fuglafjarðar havn higartil í ár
hava verið størri enn somu tíð í fjør
Hóast Fuglafjarðar havn í fjør setti egið met við tilsamans 1051 skipum, so bendir alt á, at gongdin higartil í ár líkist gongdini í fjør