hósdagur 24. mai 2018síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
22
mai 2018
24
Árni Gregersen
Har hevur verið lív í á Heygsstøð á Strondum,
men hesi seinastu árini hevur ongin fram
leiðsla verið á kryvjivirkinum.
Bakkafrost hevur átt virkið, men framleiðsla
hevur ikki verið har seinastu árini.
Í vikuni boðaði Marine Harvest frá, at felagið
hevur keypt virkið og eftir ætlan fer at kryvja
laks har.
Hans Jákup Mikkelsen sigur, at framleiðslan
byrjar á Strondum einaferð eftir summarfrí
tíðina.
Marine Harvest hevur stórt alivirksemi í Før
oyum, men í nógv ár hevur Bakkafrost tikið
sær av at kryvja fiskin, sum Marine Harvest
hevur tikið.
Seinnu árini er hetta í stóran mun gjørt á
virkinum hjá Bakkafrost í Kollavirði, men nú er
avtala gjørd millum feløgini um, at Bakkafrost
selir kryvjivirkið á Strondum til Marine Harvest.
30 fólk fáa arbeiði
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest,
sigur, at tey hava keypt virkið fyri betur at
kunna avgera sjálvi, nær tey taka fisk, soleiðis
at tað passar betur til marknaðin.
-Tá ið vit eru tvær fyritøkur, sum arbeiða við
tí sama, so er ofta neyðugt at vísa atlit móti
hvørjum øðrum. Nú vit hava keypt virkið, eru
tað vit sjálvi, sum avgera nær vit taka fiskin
– alt eftir nær marknaðurin spyr eftir honum,
sigur hann.
Stjórin á Marine Harvest sigur, at hann
roknar við, at hetta fer at geva millum 30 og
35 fólkum arbeiði, tá ið farið verður undir fram
leiðslu.
-Framleiðslan
byrjar
einaferð
eftir
summarfrítíðina. Vit skulu gera onkrar broyt
ingar á sjálvum virkinum áðrenn vit kunnu
byrja og júst nú stendur summarfrítíðin fyri
framman, sigur Hans Jákup Mikkelsen.
Feløgini bæði hava gjørt avtalu um, at til
virkið á Strondum er klárt at framleiða, fer
Bakkafrost at kryvja fyri Marine Harvest sum
higartil.
Stóran umsetning
Marine Harvest hevur alt laks í Føroyum í
rættuliga nógv ár. Alingin gongur fyri seg
í norðara enda í Sundalagnum umframt á
Oyndarfirði. Fyritøkan hevur smoltstøð og
høvuðssæti á Hellunum.
Eins og hinar báðar alifyritøkurnar í Før
oyum setir Marine Harvest eisini størri smolt
út og tað seinasta tey settu út var á Sandvág,
har nakrar royndir verða gjørdar í løtuni.
Fiskurin sum er settur út er helst størsta
smolt, sum er sett út. Hvørt smolt vigar meira
enn eitt kilo.
Herfyri var roknsakapurin fyri 2017 hjá
felagnum
almannakunngjørdur.
Samlaða
avlopið var um 140 milljónir krónur.
Besta árið hjá felagnum higartil var annars í
2016, tá ið avlopið var meira enn 250 milljónir
krónur.
40 fólk starvast sambært roknskapinum
hjá fyritøkuni.
Eginpeningurin hjá felagnum er eisini vaks
in nógv hesi seinastu árini og er nú farin yvir
600 milljónir krónur.
Lív aftur í kryvjivirkið á
Heygsstøð á Strondum
NÚ VERÐUR AFTUR ARBEIÐI Á KRYVJIVIRKINUM
Á STRONDUM – MARINE HARVEST HEVUR KEYPT
VIRKIÐ OG FER UNDIR FRAMLEIÐSLU Í HEYST
Hans Jákup Mikkelsen er stjóri í Marine Harvest
Smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum
Ringarnir á Sandsvág eru ein roynd at vita um til ber at ala har