Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. november 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 216 - 11. november 2004 Nr. 216 - 11. november 2004 25 Bert tveir av sjey bygdaráðslimum í Nes kommunu eru við til at manna bygdaráðið, sum nú er valt, harav tvær aðrar kvinnur enn tær, sum sótu í undarfarna bygdaráði KOMMUNUVALIÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Súni í Hjøllum og Símun Johannesen eru teir einastu, sum eru eftir av gomlu "garduni" í Nes kommunu. Á valinum týsdagin fullu Haldur Vang og Jan Daniel- sen og Marjun Gaardbo, Katrin Poulsen og Eyðfinn Olsen lótu seg ikki stilla uppaftur. Tríggir listar vóru til valið hesaferð. Almenni listin (listi A) fekk trý umboð; Súni í Hjøllum, sum varð fyrstvaldur við 60 atkvøðum, Símun Johanne- sen (53) og Petur J. Peter- sen (43). Listi B (Kvinnu- listin) fekk tvey umboð; Helen H. Jacobsen (34) og Elin á Torkilsheyggi (32). Listi C fekk eisini tvey umboð; Petur í Túni (31) og Eyðfinn Johannesen (29), sum vann lutakastið við Mortan Højgaard, ið eisini hevði 29 atkvøður. Tilsamans fekk listi A 343 atkvøður, listi B (Kvinnulistin) 179 og listi C 203 atkvøður. Hetta merkir, at umboð- ini á lista A eru lutfalsliga "dýr" í mun til umboðini á hinum báðum listunum. Sum heild kann sigast, at almenni listin, sum plagar at fáa nógv tær flestu at- kvøðurnar, viknaði nakað í mun til hinar báðar. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at kvinnulistin, sum nú hevur fleiri ár á baki í Nes kommunu, hevur fingið tvey umboð. Á seinasta vali varð Katrin Poulsen vald á kvinnulistanum, meðan Marjun Gaardbo, sum seinastu fýra árini hevur verið borgarstjóri, varð vald á almenna listanum. Ilt er at meta um, hvør komandi borgarstjóri í Nes kommunu verður, men sambært valúrslitinum situr Súni í Hjøllum við teimum bestu kortunum sum fyrst- valdur á almenna listanum. Luttøkuprosentið í Nes kommunu var umleið 86% í mun til 82,8% á seinasta bygdaráðsvali. Stór útskifting í Nes kommunu KOMMUNUVALIÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Valdagurin er ein hugna- ligur dagur. Hann kann síggjast í ymiskum ljósi – alt eftir, hvar tú ert staddur í rokanum, sum er hendan dagin. Ert tú valevni ella áhugaður í valinum, er spenning-ur- in um tað ókenda stórur. Tú kennur onkran ella stuðlar onkrum, sum er valevni, og tá er áhuga- vert at fylgja við, hvussu leikur fer. Velur tú bara, tí tað er tín "skylda", er dagurin neyvan so nógv øðrvísi enn aðrir dagar. Situr tú í valnevnd í eini miðalstórari komm- unu, møtir tú nógvum fólki ein slíkan dag. Høvið er eisini til prát millum valnevndarlimir um leyst og fast, tá ið steðgur er, og tað er ikki so sjáldan, at tey, sum koma inn at velja, hava okkurt at siga eftir, at atkvøðuseðilin er pot- aður niður í kassan. Aksel Olsen, sum er 91 ára gamal og fyllir 92, 25. august komandi ár, var elsti veljari, sum greiddi atkvøðu á val- staðnum í Nes komm- unu týsdagin. Aksel segði seg ikki hava so ógvuliga stóran áhuga fyri kommunu- valinum, men helt, at løgtingsvalini eru meira spennandi enn komm- unuvalini. 91 ára gamli tofta- maðurin er byrgur, hóast høga aldurin. Minnið er gott, og hann veit ein hóp at siga frá. Eyguni halda sær væl, og hann hevur nýliga endur- nýggja sýnsroyndina og koyrir bil, tá ið tað pass- ar honum. - Sum ungur ætlaði eg mær á sjómansskúla, men stóð ikki sýns- royndina. Tí valdi eg maskinarbeiði, sigur toftamaðurin. Aksel er ein áhuga- verd søga. Sum 9 ára gamal var hann fyrsta túrin á Suðurlandinum, og mistaki eg meg ikki, var hann millum teir seinastu, sum sóu slupp- irnar, Emmanuel og Lauru, sum fórust í 1932 – við mann og mús. Aksel var væl fyri og í góðum hýri valdagin. Høgi aldurin sigur, at tað er avmarkað, hvussu ofta tú sleppur at velja aftrat, tá ið val er fjórða hvørt ár – og bert hálvt nýggjunda ár resta í tey fyrstu 100! Aksel Olsen: 91 ára gamal veljari Aksel Olsen var elsti veljari, sum vitjaði valstaðið í Nes kommunu týsdagin Mynd: Vilmund Jacobsen Marjun Gaardbo, sum hevur verið borgarstjóri seinastu fýra árini, stillaði uppaftur. Í staðin fyri Marjun og Katrin, eita umboðini nú Helen og Elin Mynd: Vilmund Jacobsen Enn einaferð var Súni í Hjøllum toppskorari og fyrstvaldur á almenna listanum við 60 atkvøðum Mynd: Vilmund Jacobsen Valið er av, atkvøðuseðlarnir eru taldir, og gerðarbókin er skrivað og undirskrivað. Á myndini er valnevndin í Nes kommunu saman við hjálparfólki Mynd: Marjun Gaardbo Ólavur Magnussen er formaður í valnevndini fyri Nes kommunu. Hetta álitisstarv røkir hann fyrimyndarliga Mynd: Vilmund Jacobsen 9 - Eg taki hetta sum eina dygga álitisvátt- an til mín og undan- farna býráð eftir stóru avgerðirnar, sum tiknar eru í farna valskeiði, sigur Rodmundur Nielsen, ið heldur fram sum býráðsformaður, um tað stendur honum í boði KOMMUNUVALIÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rodmundur Nielsen, sit- andi borgarstjóri í Runa- víkar kommunu, var tann stóri sigurðsharrin á valin- um við ikki færr enn 399 persónligum atkvøðum. Hetta eru heili 265 at- kvøður fleiri, enn hann fekk á seinasta vali. - Eg eri ovfarin av valin- um, og eri sera takksamur fyri tað álit, sum veljarin hevur sýnt mær. Einsa- mallur gert tú einki, og tí er hetta ein álitisváttan til mín, men ikki minst til tað arbeiði, sum gjørt hevur verið í býráðnum farna valskeið, sigur ein fegin, Rodmundur Nielsen. Sum skilst, hevur einki valevni í Runavíkar komm- unu áður fingið nær nám- ind av tí atkvøðutali, sum borgarstjórin fekk á valin- um týsdagin. Tríggir av limunum í gamla býráðnum fullu á valinum hesaferð. Tey eru Ragnar Olsen, Sæunn Ó. Hansen og Marja Lam- hauge. Hans Tausen Olsen, sum hevur sitið í Runavíkar býráði í fleiri setir, var tann einasti, sum ikki læt seg stilla uppaftur. Níggju fólk mannaðu gamla býráðið í Runavíkar kommunu, men nú tríggjar aðrar kommunur, Skála kommuna, Oyndarfjarðar kommuna og Elduvíkar kommuna, leggja saman við Runavíkar kommunu, verður talið av býráðslim- um 11. Nývald á Runavíkar- listanum, lista A, eru Regin Jacobsen (150) og Kristian Gardbo (71). Ragnar Olsen fall sum nevnt á Søldarfjarðar-list- anum, lista C, og í hansara stað varð valdur, Ólavur A. Olsen (119). Á Skála-listanum, lista B, sum eisini fevnir um Oyndarfjørð, Elduvík og Funningsfjørð, verða trý umboð í nýggja býráðnum. Toppskorari var Kári Jo- hannesen (96), og síðan stóð á jøvnum millum trý valevni, sum lutakast verð- ur um eftir fínteljingina. Teir tríggir, sum allir høvdu 82 atkvøður í part, eru: Tummas M. Jacobsen, Asbjørn Mikkelsen og Klæmint Østerø. Rodmundur Nielsen sig- ur, at nýggja býráðið verður kallað saman, tá ið tað endaliga er valt, og í gjára- morgunin segði hann seg vóna, at tað ikki ganga nógvir tímar, til fínteljingin fyriliggur og lutakast hevur verið um teir tríggjar á Skála-listanum. Tey 11, sum koma at manna Runavíkar býráð, verða: Rodmundur Nielsen (A, 399), Regin Jacobsen (A, 150), Regin Olsen (A, 105), Hans Petur Ellings- gaard (A, 97), Hans Jacob Lamhauge (A, 90), Kári P. Højgaard (A, 72)), Kristian Gaardbo (A, 71), Kári Johannesen (B, 96), Ólavur A. Olsen (C, 119) og so tveir av teimum trimum, Tummas M. Jacobsen, As- bjørn Mikkelsen og Klæ- mint Østerø (B, 82). KOMMUNUVALIÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Leirvíkar kommunu var bert ein listi til valið hesa- ferð. Tilsamans 10 valevnir vóru á listanum. Ovastur endaði Dánjal Andreasen við ikki færri enn 88 at- kvøðum, ið má sigast at vera eitt ógvuliga gott val og stór álitisváttan. Atkvøðurnar fullu annars soleiðis: Listin (4), Dánjal Andreasen (88), Fríðgerð Heinesen (66) Poul Andrias Joensen (64), Ólavur Sjúrðarberg (60) Jóhan Christiansen (58), Joen Magnus Rasmussen (56), Randi í Jógvanstovu (50), Allan Norðgerð (41), Hansa á Húsamørk (32) og Jan Dam Vang (22). Sjey av teimum, sum høvdu flestar atkvøður, manna nú bygdarráðið í Leirvík; tey eru Dánjal, Fríðgerð, Poul Andrias, Ólavur, Jóhan, Joen Magn- us og Randi. Sjúrður Eliasen, sum var borgarstjóri í undanfarna bygdarráði, stillaði ikki uppaftur á valinum hesa- ferð. Tað gjørdu Tórhild Bjarkhamar, Guðrið Lava Olsen og Tummas Justinus- sen heldur ikki. Á valinum seinast varð Sjúrður Eliasen valdur við 92 atkvøðum. Ovfarin Í stuttari viðmerking, sigur Dánjal Andreasen, sum nú varð fyrstvaldur á listanum, at hann er ovfarin av valinum og tí dygga stuðli, sum leirvíkingar hava veitt honum. - Eg eri sera takksamur fyri hetta stóra álit, sigur hann. Dánjal var uppstillaður til kommunuval í Leirvík einaferð í áttatiárunum, men hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at hann hevur verið á lista til bygdarráðsval. - Eg eri rættiliga ovfarin og sera takksamur fyri hetta stóra álit, sigur Dánjal Andreasen, sum varð fyrstvaldur í Leirvíkar bygdarráð. Her avmyndaður saman við konuni Hannu Mynd: Jonhard Hammer Dánjal Andreasen dygga undirtøku Rodmundur Nielsen er ovfarin - Einsamallur gert tú einki, og tí er hetta ein álitisváttan til mín, men ikki minst til tað arbeiði, sum gjørt hevur verið í býráðnum farna valskeið, sigur ein fegin, Rodmundur Nielsen Mynd: Jonhard Hammer Regin Jacobsen er nývaldur á Runavíkar-listanum, lista A, við 150 atkvøðum. Nývaldur á listanum er eisini Kristian Gaardbo (71) Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 25 24