hósdagur 24. mai 2018síða 48
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
24
mai 2018
25
Um J&K Petersen
J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við
jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið
hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.
á Hjalla 13 · FO-188 Hoyvík · Tel. 315060 · Fax 314194 · jkp@jkp.fo · www.jkp.fo
FØROYSK BYGGING • FAKLIGUR STOLTLEIKI
Í sambandi við økt virksemi hjá
J&K Petersen er neyðugt at
styrkja maskinfakligu
manningina á verkstaðum. Tí
verður søkt eftir dugnaligum
smiðum, entreprenørmaskin- og
ella lastbilamekanikarum.
Arbeiðið fevnir um viðlíkahaldan og
umvælan av okkara maskinstøð.
Amboðini, talan er um, eru:
gravmaksinur, dumparar og onnur
seramboð til entreprenørvinnuna.
Arbeiðið verður skipað í toymi og í
tøttum samstarvi við okkara samskipara
á økinum. Í løtuni hevur J&K Petersen
Contractors yvir 50 maskinur, sum
verkstaðurin serviserar í
gerandisdegnum. Viðkomandi, ið settur
verður, skal duga at umstilla seg til
ymiskar arbeiðsuppgávur og
samstundis duga at raðfesta hesar á
skinsaman hátt.
Størvini verða sett so skjótt vit finna
røttu persónarnar.
Vangamynd:
• Arbeiða sjálvstøðugt og innganga í
toymisarbeiði
• Hava góð tænastu- og samstarvsevni
• Hava eitt skipað arbeiðslag
• Hava nógv jørn í eldinum ísenn
Vit kunnu bjóða tær:
• Løn, ið samsvarar við útbúgving og
uppgávur
• Eitt starv við breiðum fakligum
avbjóðingum
• Møguleikar fyri fakligari menning
Um tú hevur spurningar í sambandi við
starvið, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Jørgin Paula Johannessen
á tel 585014 ella við Finnur Joensen, HR-
og fyrisitingarleiðara, á tel 585036.
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og
øðrum skjølum, skulu sendast við
telduposti til J&K Petersen Contractors:
starv@jkp.fo ella við at senda
umsóknina til: J&K Petersen
Contractors, Postboks 3179. FO-110
Tórshavn.
Umsóknarfreistin er 27. mai 2018.
Í sambandi við økta virksemið
hjá J&K Petersen á
Skálafjørðinum søkja vit eftir
einum arbeiðsleiðara/formanni.
Høvuðsuppgávurnar í arbeiðinum eru
m.a. at fáa arbeiðsgongdirnar í
verklagsarbeiðinum at ganga eftir
ætlan.
Umframt høvuðsuppgávurnar skal
arbeiðsleiðarin, leiða og fordeila
arbeiðsuppgávurnar fyri arbeiðsøkið.
Vangamynd:
• Ert ábyrgdarfull/ur
• Hevur leiðaraevnir
• Dugir at taka sjálvstøðugar avgerðir
• Góð samstarvsevnir
Vit kunnu bjóða:
• Góð lønarviðurskiftir
• Eitt starv við breiðum avbjóðingum
• Møguleikar fyri fakligari menning
Um tú hevur spurningar í sambandi við
starvið, ert tú vælkomin at venda tær til
Sigtór A. Petersen, verkætlanarleiðara,
á tel 585009 ella Finnur Joensen, HR- og
fyrisitingarleiðara, á tel 585036.
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og
øðrum skjølum, skulu sendast til J&K
Petersen Contractors á starv@jkp.foella
við at posti til: J&K Petersen
Contractors, Postboks 3179. FO-110
Tórshavn.
Umsóknarfreistin er 27. mai 2018.
SØKT VERÐUR EFTIR ARBEIÐSLEIÐARA
SØKT VERÐUR EFTIR SMIÐUM