Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Sól, fimm mál, dramatikkur, átta gul kort og gott fótbóltsspæl. Tað er torført at krevja meiri, enn tað áskoðararnir fingu í Gundadali, tá NSÍ vann 3-2 á B36 í gjár Tróndur Arge Onkuntíð er fótbóltsupplivingin so góð, at tað kennist ikki sum tað er nakar tapari av dystinum. B36 tók í gjár móti NSÍ í eini endurtøku av steypafinaluni í fjør. Umstøðurnar til fótbólt í Gundadali eru av teimum bestu, tá spælararnir renna inn á vøllin. Sólin er frammi og annar hvør gongur við sólbrillum. NSÍ áskoðararnir hava sett seg í HB- húsið, so teir eisini fáa sól, meðan vestara-skýlið er at kalla tómt. Á vøllinum standa tvey lið, sum hava nógvar góðar bóltspælarar á liðnum. B36 hevur vunnið níggju dystir upp í salg undan dystinum, meðan NSÍ tykist vera komið eitt sindur í gongd, eftir nakrar torførar mánaðir undir Sámal Eriki Hentze. 38 sekund Tað merktist á stemninginum, at hetta kundi blíva ein góð fótbóltsupplingin – og so var. Dysturin er bara 38 sekund gamal, tá bólturin liggur í B36-málinum. Pól Jóhannus Justinussen eigur avleveringina, meðan Petur Knudsen skorar hegnisliga. Tað var næstan tað einasta, sum Pól Jóhannus Justinussen gjørt gott sum áleypari. Hinvegin, so var hann við til at venda dystinum, tá hann aftaná ein tíma bleiv fluttur aftur á vanliga plássið á miðvøllinum. Bara seks minuttir seinni gjørdi Jens Joensen sjálvmál, eftir at Hannes Agnarsson legði innfyri úr høgru. Dømdi skeiva brotssparkið B36 kemur á odda, tá Karl Løkin verður dømdur fyri takla Hugin Samuelsen óregluliga, men sjónbandamyndirnar vísa ikki nakað serliga stórt brotsspark. So er talan helst um eitt væl størri brotsspark, tá Betuel Hansen stutt frammanundan er ov seinur í eina takling, eftir at Erlendur Magnusson er komin fram við frá vinstrabakk plássinum. Lukasz Cieslewicz umsetti brotssparkið við góðum sparki upp í vinstra málhorn. Tá farið verður hálvleiks hava eisini verið tveir risa málmøguleikar – ein í part – umframt at Tórður Thomsen bleiv sendur í gólvið, tá Eli F. Nielsen var sparkaði ígjøgnum upp á innlegg. Útskiftingar broyta dystin Eitt skifti tíðliga í seinna hálvleiki sær NSÍ út sum eitt lið, ið ikki hevur megi ella hugflog at koma aftur í aftur. Tað glógvar í Árna Frederiksberg, men tað er sum um javnvágin ikki er tann rætta á liðnum. Samstundis sum B36 tekur Magnus Holm Jacobsen út, og flytir væl spælandi Erlend Magnusson á miðvøllin, koma Øssur Dalbúð og Jann Benjaminsen inn fyri NSÍ. Tað er ikki vist, at tað vóru júst spælaraskiftini, sum gjørdu munin, men tað tóktist sum at rokeringarnar, ið komu av skiftingunum gjørdu mun. Pól Jóhannus Justinussen kom fyri seg á miðvøllinum, Petur Kundsen fekk nógv burturúr á framrættaða miðvølli­ num, Jann Benjaminsen gav liðnum meiri ferð, meðan Øssur Dalbúð í nógv størri mun er ein áleypari enn Pól Jóhannus Justinussen. Perlan hjá Árna Bara fimm minuttir eftir útskiftingarnar, er NSÍ við aftur. Pætur Hentze, sum hevur sínar avbjóðingar við Meinhardi E. Olsen, kemur framvið og leggur innfyri. Hugin Samuelsen stútar skeivan veg og Trygvi Askham má stórbjarga, men bólturin endar hjá Peturi Knudsen, sum lættliga kann javna til 2-2. Sum dysturin gekk, so misti B36 eitt sindur yvirtakinum. Tá so Odmar Færø má út tjúgu minuttir fyri tíð, restar okkurt í spælinum hjá B36. Avgerðin fellur, tá verjan hjá B36 ikki megnar at dekka fyri skotinum hjá Árna Frederiksberg. Bóltsterki liðskiparin hjá NSÍ meddari til uttanfyri brotsteigin og skorar eina perlu. Trý dýrabar stig til NSÍ. Dramatikkur Dysturin vendi sostatt tríggjar ferðir. 1-0 til NSÍ, 2-1 til B36 og so 3-2 til NSÍ. Og vóru málini ikki nokk, so vóru fleiri góður málmøguleikar, til tíðir heilt gott spæl og ikki færri enn átta gul kort. Hartil fingu áskoðararnir nógva sól og umstríddar dømingar. Kanst tú krevja meir? trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Sól og málveitsla í Gundadali: KUNNU VIT KREVJA MEIR? NÚ RÝKUR SKEGGIÐ Jákup á Borg, venjari hjá B36, hevur latið skeggið veksa, eftir at sigursrøðin av álvara byrjaði. Eftir níggju sigrar upp slag, kom so tapið. Nú skal skeggið av, sigur venjari hjá B36, sum annars er nøgdur við avrikið hjá sínum monnum.