hósdagur 11. november 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 216 - 11. november 2004
Nr. 216 - 11. november 2004
29
UMMÆLI
Páll Poulsen
"Tað er ikki fyrr enn tógvið
varð virkað til klædna-
pløgg, at tað kom at verða
konufólkaarbeiði burtur-
av." Jóan Pauli Joensen,
síða 167. Fyrsta bók.
Tá ið vit fáast við søgu er
avgerandi
skilmerkingin
ímillum, hvat ið er galdandi
og hvat ikki er galdandi.
Hetta merkir at tað skal
standa eftir, soleiðis at man
kann sláa upp tað sum
passar. Fortreytin fyri upp-
slagnum, er at tað passar.
Men tað skal ikki bara
passa, tað eigur at finnast
ein vegur, har føroyingar
einaferð kunnu siga:"Hygg,
vit hava eisini evni at re-
flektera um okkara egna
leiklut á einum hægri
stigi." Nakað sum hendir,
hendir ikki bara sum ein-
stakar
hendingar.
Man
eigur at kunna seta tað í ein
samanhang, samtíðin ikki
skilti til fulnar. Søgufrøð-
ingur eigur altíð at kunna
seta keldurnar saman á
slíkan hátt, at hann megnar
at toga fram eina og fleiri
fláir, samtíðin ikki vardi. Tá
koma verulig vísindi burt-
urúr. Í Føroyum eru menn í
ferð við at mala í klingur og
skriva bara av og eru offur
fyri tí danir kalla: "Et selv-
bekræftende socialt rum".
Teir definera seg sjálvar
sum fantastiskar og alt
annað er líkamikið. Klára
ikki at hugsa ein tanka, sum
fer uppum teirra egna
sosiala veruleika. Teir re-
sonnera hvønn annan upp í
lag. Men at menn ikki
longur duga at hugsa, ella
tosa, tað hevur bíbilskar
dimensjónir.
Tað var kanska standard,
sum manglaði í Bábilstorn-
inum?
Logikkur, søga og
málið
Á sama hátt sum søga ikki
bert eru "ævintýr", vóru
"ævintýrini" nógv álvar-
samari enn "ævintýr". Tey
bóru við sær universel
virði. Tak t.d. "Nýggju
klæði keisarans" og skilið á
Debesartrøð. Lat okkum
hyggja nærri at inngangin-
um á síðu 11: "Tórshavn er
gomul. Men hildið verður,
at hon er ikki millum elstu
búpláss í Føroyum. Tó man
bóndagarðurin á Húsa-
brúgv vera frá víkingatíð. Í
sambandi við tinghald í
Tinganesi hevur frá elstu
tíðum helst verið handlað.
Av hesum er, sum frá er
liðið,
natúrliga
skapt
grundarlag undir handils-
virksemi við bygningum og
búføstum fólki. Hetta og
tað, at Havnin landafrøði-
liga er mitt í Føroyum
(javel), hevur tíðliga í tíðini
gjørt Havnina til høvuðs-
stað."
Hesi vóru orðini. Einki í
hesum setningum kann
verifiserast. Teksturin hev-
ur ikki berandi virði . Hetta
er tað málið, tú hoyrir í
fjølmiðlunum: "Í gomlu
Hoyvíkini". Soleiðis ber
ikki til at siga, tað kallast í
Hoyvík. Tórshavn er ein
býur, men Tórshavn "hon",
nei. "Bóndagarður" átti
heldur at verið "garður"
ella "staður", tí bónda-
garðurin kemur ikki fyri frá
fyrsta degi.
Ein rúgva av ódefinerað-
um setningum kemur so-
leiðis fyri um at "lívs-
grundarlagið" hjá havnar-
fólki, var í handli, bónda-
garði, embætisstørv, men
tað stendur ikki tilskilað
hvat ið var so øðrvísi. T.e.
einki grundarlag vísir á
hetta. Tað líkist ikki re-
fleksjón, men bert orðum í
leysum lofti. Mitt í øllum
eru fólk bara fátæk.
Eg trúði, at málstríðið
hevði lært okkum so mikið,
at standardurin riggaði.
Dømi síða 54:"…at tingið í
Havnini helst er eldri enn
930." Ljóðar eitt sindur
komiskt í mínum oyrum,
barnamál. Helst er tað re-
duktiónin, Tórshavn er ein
úthandil, meðan býurin er
Tvøroyri. (Tvøroyri líktisk í
veruleikanum einari grøn-
lendskari kolonistøð). Her
eru vit í misvísandi roynd-
ini at gera Tórshavn til ein
úthandil hjá dønum, og at
interferensur er besti mátin
at prógva tað við. Føroyska
versjónin av:"Histoire de la
folie" er eftir øllum at døma
nógv meira umfatandi.
"Stultifera Navis" stendur
klárt í Múllers pakkhúsi.
Meðan "Forrest Gump"
fyribrigdið tykist óendaligt.
Mær hóvar heldur ikki
orðið "Havnini", sum in-
stringentir tilflytarar brúka.
Tað kallast Tórshavn, tí um
50 ár skulu tey sum lesa
hetta, ikki blanda Tórs-
havnar
Havn
og
hesa
"Havnina" saman.
"Etikettin" eigur ikki at
vera misvísandi, tí søga er
eisini til at navigera við.
Her er sami trupulleikin við
standard
sum
Ph.D.
pappírini á Debesartrøð
líða undir. Sosialdemo-
kratar úr danska fólkaheim-
inum í suðri leggja hetta út,
so einki skil verður á Før-
oya søgu og Føroya máli.
Kunnu
hesir
óvitugu
trojansku hestar trekkja
okkara tenn út og oyði-
leggja okkum málið og evni
at hugsa, verða føroyingar
skjótt til nøkur fitt heima-
lomb, sum renna innan fyri
bøgarðarnar og liva av
donskum kippi og greyti.
Standard
Hví hevur standard týdn-
ing? Jú tí so kunnu øll fólk
lesa tað samanhangandi,
lyfta tekstin á eitt hægri
abstraktiónsstig. Tað er tað,
mál á hægri stigi er ætlað
til. Trupulleikin er, at sjálv
grundgranskingin ikki er
framd á hægsta stigi. Við
vilja
sita
sabotørar
á
Debesartrøð og forða fyri at
verulig vísindi vinna frama.
Nú eru tveir lærarar við
Studentaskúlan hjá Mass
Winther við í leikum, og
útstilla alt hugvísindaliga
"inventarið", sum krevur
nýggjan skúlabygning. Til
hvat? Tað er heldur skúlin,
sum hevur brúk fyri nýggj-
um lærarum.
Tá ið ein navnfrom
kommuna sum Tórshavnar
setur slíkt í gongd, eigur
hon at tryggja sær eitt
eftirlit. Tí við hesum bók-
um sigur Býráðið bein-
leiðis at tað er í lagi at siga:
"tingið í Havnini".
Skal tekstur skrivast,
eigur man at halda para-
metrini. Tosa vit um Løg-
tingið, skal tað eisini de-
finerast, hvat tosað verður
um, og í hvørjum sam-
bandi. Føroya Løgting er
ikki tað sama í túsund ár.
Montesquieu
verður
nevndur
á
síðu
58
(Montesquie-skeivt stav-
að), men hann kann bert
brúkast partvíst sum idé-
grundarlag. Hetta brekið
sum nevnist "name drop" er
t.d. eisini í Løgtingssøguni.
Har er tað helst skrivað av
H. J. Debes í øðrum saman-
hangi. Tí Føroyar blivu
ongantíð demokratiseraðar.
Hesir tríggir instansir eru
allir kongaligir. Alf Ross
kallaði tað ein kongalig
decentralisering, eitt slag
av kommunalreformi, hóast
hetta ikki er í Danmark.
Yvirlitið í aðru bók sær
fitt út. Vágsbotnhandilin,
Kongligi
Einahandilin,
Skansaverkið, Heilsumál,
Havnar Kirkja og Skúlar í
Havn. Men eg trúgvi ikki
at:"endamálið
var
at
smugla hjálandavørur til
Bretlands". Tað ber heldur
ikki til at siga "at loysa frá
Bretlandi." Tí ameriku-
menn høvdu eina ætlan, eitt
skipað grundarlag. Amer-
ika bleiv ov stórt at umsita
hjá bretum og ameriku-
menn høvdu sítt egna
grundarlag, eisini hugvís-
indaliga. Og teir vóru ikki
ovurfegnir at rinda skatt til
bretar longur, uttan at fáa
nakað afturfyri.
Rybergshandil skal síggj-
ast í tí ljósinum, at í teirri
tíðini lá allur handil í
býunum við strendurnar.
Inni í londunum hava fúrst-
ar stríðst við at leggja skatt
og toll á handilsfólkið, sum
Havnar Søga Bind I og II, Tórshavnar Kommuna 2004
hava handlað og livað frítt.
Í Europa tapti tann fríi
maðurin, men í Amerika
vann handilsfólkið stríðið.
Amerikumenn
høvdu
ongar
duldir
mótvegis
franska Sólkonginum, Lud-
víki 14, sum t.d. danir hava.
Her sita so føroyingar í dag
og skriva av hesar donsku
keldur og útstilla, at teir
ikki duga at handfara keld-
ur á hægri stigi. Tískil verð-
ur úrslitið tað øvugta. Reint
møsn. Dømi:"Í stjórnini
varð hildið, at hóast eina-
handilin varð tikin av, fóru
Føroyar ikki at verða slept-
ar upp á fjall." Hvat fjall?
Himmelbjerget? (Hetta er tí
teir ikki skilja at føroyingar
handla, sjálvt um bert eina-
handilin er nevndur í
donsku keldunum, sum teir
sita og skriva av).
Sjálvur tittulin er re-
duktivur. Tórshavnar Søga,
ella Søga Tórshavnar hevði
verið meiri hóskandi, men í
mun til innihaldið er Havn-
ar Søga kanska hóskandi.
Um at skriva av og at
imitera
Mær hóvar ikki orðingar
sum "tingið", Føroya Løg-
ting er korrekt, "Í Havnini",
í Havn, Tórshavn er kor-
rekt.
Ella á síðu 72: "….hví
løgtingið í Havn". Minnir
um ein uttanbíggja skúla-
flokk, sum gongur og peilar
av.
Ella: "Hetta sjónarmið
sammetir
ólavsgildið
í
Havn við ólavsgildið", hvat
er hetta fyri málburður?
Eitt sjónarmið kann ikki
sammeta við eitt sjónarmið.
Á síðu 74: "ólavsøkan í
Havn eigur at verða fatað
sum ein leivd frá eini tíð"
(13, øld). Ólavsøkan er
altíð í Havn, hon er ein
hátíð.
"Eigur at vera fatað", ella
"skal skiljast sum" eru
vendingar bæði Andras
Mortensen og J. P. Joensen
fyrr hava brúkt um fyri-
brigdi teir sjálvir ikki
skilja. T.d. í "Róðrarbátin-
um" og í Grundlógar-
nevndini er hatta komið
fyri. Teir siga bara at tað er
í lagi, tí teir sjálvir ikki
skilja tað. T.e. tekstualitet-
urin er transcenderandi, teir
taka bara onkra orðing úr
onkrari bók og seta hana í
nýtt høpi. Reint mosaik.
Síða 77: "og kemur part-
víst inn undir grundina á
landsskrivsstovuni, ið nú
er." Hvat er tað?
Í øðrum bindi er mynd av
standmyndini í Vágsbotni
(síða 43), og sjálvandi
stendur at Poul Michelsen
borgarstjóri avdúkaði hana
í 1995. Men hann var altso
borgarstjóri frá 1981 til
1993. (Valdur í 1980, still-
aði ikki upp aftur í 1992.)
Sera klossut uppseting.
Hvat fara fólk at halda um
eini 15 ár, tá ið tey lesa
sovorðið?
Síða 218: "Og eisini varð
sagt, at havnarmenn áttu
ógvuliga lítla jørð aftur-
ímóti bygdamonnum."
Hvør var "bygdamaður" í
1795? Hvat er lítil jørð?
Síða 14: Onnur bók, "St
Croix og St Tummas", hvat
er tað? Ov klossut uppsett..
Síða 17: Onnur bók,
"Hann búði í Quillings-
garði, ið hevði fjós í end-
anum….."
Síða 44: Onnur bók,
"…sum hann í Keyp-
mannahavn seldi fyri egnu
rokning." Skeivur syntaks-
ur og inkongruent innihald.
Ein ørgrynna av hesum
høpisleysu
setningunum
eru í bókunum.
Síða 46: Onnur bók,"Í
einahandilstíðini var tað
øllum strangliga bannað at
reka loynihandil, keypa ella
selja
vørur
uttan
um
kongliga handilin í Havn."
Vrevl. Sjálvandi er loyni-
handil ólógligur. Hatta er
tautologi. Í grein um rela-
teraðan konstruktivan int-
erferens hjá Andrassi Mort-
ensen havi eg viðgjørt
trupulleikan. Hann helt, at
danska
grundlógin
var
orsøkin til at einahandilin
var avtikin.
Samanumtikið
Á baksíðuni stendur at :"Í
høvuðsheitum er…bókin
um", hetta er tí at evnis-
uppbýtingin er ov illani
disponerað. Hon er ikki
bygd á vísindaligt háttalag.
Tað er ein rúgva av tilfari,
sum er skrumblað saman,
og nógvar fínar myndir eru
lagdar afturvið.
Tað er í lagi at teir skriva
hvønn annan av, men keði-
ligt, at Hans J. Debes verð-
ur drigin inn í hetta
"fabrikatið". Teir sum bara
skriva av, teir skriva bara av.
Hvat í allari víðu verð er
www.hmships.com???
Frálíku skúlasøgurnar hjá
Debes og Hentze eru
relativt nýggjar, men mill-
um týdningarmestu verk í
nýggjari tíð. Samanumtikið
kundi uppgávan verið nógv
betri frágingin, um teir ikki
skrivaðu av. Her eru so
nógv "kicks", at tað líkist
mestsum ov nógv einari Ph.
D. á Rossatrøðni.
Tá ið so nógv fólk blíva
involverað, er tað synd, at
fornfrøðiligu
greinarnar
standa sum leysir kontrastir
til restina av tilfarinum.
Hetta minnir nógv um
suppuna hjá Steen Cold á
sinni. Hann koyrdi alt í ein
pott, og stoytti burturúr.
Hetta er sjálvsuggestión av
ringasta slag. "Á Lað"
kallast einki í Havn, tað
kallast "Á Lag", ð-ið var
ikki uppfunnið í 1810. Tað
skínir langan veg at tann
sum hevur skrivað staðar-
navnalistan, ikki er borin í
Havn. Undir Kletti, Oman
eystan fyri Ydun? Hvat er
tað? Tað er eitt gott hugskot
at greina staðarnøvn, men
ringt, tá ið tað ikki passar,
sum stendur í greining-
unum.
"Laðabrekkan,
brekkan frá Eyri ella ovara
enda á Quillingsgarði og
oman móti Handilsfor-
einingini, Essaba, Cafe
Natúr nú. Træbrúgv, og frá
1886 var steinbrúgv gjørd
um ánna millum Laða-
brekkuna og Áarvegin við
Áarstovu móti Bringsna-
gøtu." Hetta er tað, man
kallar ein fysisk ómøgulig-
heit. Púrasta burturvið.
Nøkur dømi um
høpisleysar setningar
og barnamál:
Síða 51 Onnur bók "Hetta
noyddi Danmark upp í
hendurnar á Fraklandi."
"Nú og tá" kemur fyri
allastaðni", tí talan er um
avskrift. Ikki evnisviðgerð.
Síða 53 : "Hann bú-sett-
ist í USA og fekk eftirfólk
har."
Síða 54 : "Tá ið fólk av
bygd komu til Havnar at
keypa í Krambúðini í
Tinganesi, gekk tað vanliga
eftir tørni.", "…..Skúvoy-
ingurin doyði 3-4- dagar
eftir sløgini, hann fekk frá
keypmanninum í Kram-
búðini."
"Heldur ikki seinni gekk
tað friðarliga av, tá ið menn
fóru handilsørindi til Havn-
ar." Ha, ha, ha.
"Og mangan hava teir
staðið við handilin og bíðað
í dagar at avgreiða ørindi
síni."
Síða 75 : "Hann segði,
at hann var so fátækur, at
hann ofta summarnæturnar
plagdi at sova í bátinum."
Síða 87: "Havnarmenn,
sum skipanin tá var, fingu
ongan mann inn um Ting-
sins gátt."
Síða 88: "…hóast teir
vóru fullkomiliga jarðar-
leysir".
Síða 128: "…Føroyum
lagt undir Fíggjarmálaráðið
og ikki Verjumálaráðið."
Tað kallaðist "Krigsminist-
eriet" í 1781.
Síða 145: "…um hesa
neiligu fatan víðvíkjandi
Løbner…."
Síða 155: "Løbner hevur
sum
heild
sera
ringt
eftirmæli í Føroyum. Tað
skal tó sigast, at ikki alt,
sum hendi í Føroyum hesi
árini, var hansara skyld."
Síða 156: "Skansin
hevði tó verið sera týðandi
at menna Havnina."
Síða 168: "Um veturin
hava neytini staðið á bási í
fjósunum á bóndagørð-
unum" Ha,ha.
Men í 1813 vóru 29 neyt
í Havn. Bøndurnir hava átt
stóran part av teimum. "Ein
geil var til at reka neytini
gjøgnum frá fjósunum og
út í hagan. Ein geil var
beint eystan fyri Café
Natúr, ella har sum Trygg-
ingarsambandið er nú". Eru
Tryggingarsambandið og
Café Natúr søga?
Síða 169: "Ávísar tíðir av
árinum hevur nógv ferðsla
verið til Havnar." Javel.
Síða 198: Fyrsta bók,
"Her staðfesta Havnarmenn
sjálvir, hvørjum teir liva av,
og at teir, sum hinir fyrstu
og tá einastu føroyingar,
hava hjallin á sjónum. Kent
er orðatakið um at hava
hjallin á sjónum, og undir
hesum býr ótryggleiki um
sína úrkomu. Tað kann hava
verið ein orsøk, at bøndur,
ið livdu av landbúnaðinum,
lítilsvirdu hin fátækara út-
róðrarmannin
í
Havn."
Ha,ha.
"Føroyska
samfelagið
annars hvíldi ikki á fiski-
vinnuni fyrrenn umleið
1900. Tað hevur tó verið
krevjandi at liva sum út-
róðrarmaður í einum land-
búnaðarlandi.??????" Nei!
Myndir sýnir bretskt smuglaraskip og trímastraðan eysturindiafara, ið skjýtur salutt á Havnarvág. Éysturindiafararnir komu við vørum úr Eysturindia
(kryddvørum og te) og Vesturindka (rommi og tubakki).
Í Tinganesi. Sigmundur Brestison boðar kristnitrúnna í Tinganesi. Kristningin er eitt tað størsta mál, ið nakrantíð er ført fram á tingi
C
M
Y
K
29
28