mánadagur 18. juni 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN SÍÐA 7
Ágrýtin
klaksvík
ingur í
Havn...
NØVN SÍÐA 6
Poul
var litrík
ur og hitt
inorðaur
Vikuskiftis-Sosialurin
viðgjørdi
stjóralønir í almennum partafel
øgum.
Almennu partafeløgini, tað eru
feløg, sum fólkið eigur gjøgnum
landsstýrið og Løgtingið, eru 11 í
tali.
At lønirnar eru góðar, sæst týðu
liga í yvirlitinum – upp í 2,2 millión
ir krónur um árið er ein sera góða
løn.
Vit kunnu so halda og meina tað,
vit vilja. Hesir almennu stjórar hava
so einki skeift gjørt, tí teir eru settir
í starv eftir treytum, sum nevndir
nar hava sett, og einum lønarsátt
mála, sum gjørdur er við nevndina.
Eina nevnd, sum er beinleiðis út
peikað av einum landsstýrisfólki.
Politikararnir hava alla ábyrgd
ina fyri nevndunum. Teir velja
nevndirnar og góðtaka harvið tað,
sum nevndirnar gera. Gjørdu teir
ikki tað, so kunnu teir til eina og
hvørja tíð skifta nevndirnar út.
Tó tykist tað koma óvart á pol
itikarar, at stjóralønirnar eru so
høgar. Henrik Old heldur, at eingin
stjóri í almennum partafelag eigur
at fáa meira enn løgmaður – kanska
heldur fáa áleið tað, sum ein lands
stýrismaður fær, 74.000 krónur um
mánaðin tá 15 prosent til pensjón er
íroknað.
Løgmaður fær 89.125 krónur um
mánaðin, tá pensjónin er íroknað.
Men tað er als ikki vist, at løgmað
ur er hægst lønti politikarin, tí fleiri
politikarar hava fleiri politisk størv
sum geva meira í løn, enn løgmaður
fær. Dømi eru Jógvan Skorheim,
borgarstjóri í Klaksvík og Kristin
Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri
og Heðin Mortensen, tá hann eisini
var borgarstjóri í Havn til 1. januar
2017.
Alt gott um tað, at landsstýris
maðurin í vinnumálum arbeiðir við
einum almennum eigarapolitikki,
sum skal fáa skil á, hvussu landið
skal bera seg at sum eigari.
Men arbeiðshátturin hjá al
mennum partafelagsnevndum av
speglar væl saktans bara politiska
viljan – tað er viljin hjá landsstýris
fólkum og løgtingsfólkum.
Fólkið fær ongantíð 10 ella 20
ella 30 prosent í lønarhækking í ein
um. Av tí einfaldu orsøk, at tey hava
ein mótpart, sum tey forhandla løn
við, og tað gongut hann ikki við til.
Politikarar smæðast ikki við
at knalla sær eina risastóra løn
arhækking upp á lønina. Seinasta
dømið er ætlanin hjá Tórshavnar
býráð.
– Hví skulu býráðslimir í Havn
hava 15 lønarhækking í einum –
tá somu fólk ikki unna til dømis
pedagongum ella skrivstovufólkum
meira enn 1 ella 2 prosent um árið?
Er svarið so einfalt, at tað er
nakað annað, tá tú kanst lóggeva
ella avtala løn í egnan lumma?
LØNIR AVSPEGLA POLITISKA VILJAN
Flokkurin sum
tosar um av
gjaldsøði ætlar
nú at seta í
gildi ognar
skatt í Føroyum
At føroyingar skíggja ogn
arskatt er einki nýtt. At fáa
»føtur undir egið borð« er
hámett í Føroyum. Klárar tú
ikki tann setningin, so hevur
tú ikki klárað tað, tú skuldi.
Soleiðis hevur manna
hugsan verið. Tað er ikki fyrr
enn nú, at leiguíbúðir eru
bygdar sum ger tað gjørt hjá
fólki at virka og liva eitt heilt
lív uttan at »fáa føtur undir
egið borð« í tann forstand, at
ikki er neyðugt at eiga síni
egnu hús.
Búskaparráðið hevur í
fleiri ár mælt til, at settur
verður í gildi ognarskattur
í Føroyum, tí tá fært tú lagt
skatt á ognir, og nógvir før
oyingar eiga ognir, sum
høvdu fløvað væl í lands
kassanum, vórðu tær skatt
aðar.
Eingin av politisku flokk
unum torir at tosa fyri
ognarskatti.
Heldur
ikki
vinstraflokkar sum Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi.
Kristina Háfoss hevur fleiri
ferðir
kategoriskt
avvíst
møguleikan, sum búskapar
ráðið áhaldandi ertir upp
undir.
Jørgen Niclasen plagar at
skjóta samgonguflokkunum
»avgjaldsøði« í skógvarnar.
Fyri hann er tað heilt nátúr
ligt, at tað bara kunnu vera
Tjóðveldi og Javnaðarflokk
urin, sum kundu funnið upp
á at innført ognarskatt.
Men ofta etur hundur tað,
hann havnar. Á býráðsfund
inum í Havn mikukvøldið er
uppskot um at seta verk ogn
arskatt. Tað eitur so pent, at
tað verður fyri hús nummar
2 hjá fólki. Uppskotið hjá
fólkafloksbýráðnum
er
hetta:
»Bústaðarskyldan er ein
háttur at basa trupulleika
num við at fleiri hús standa
tóm, men eisini kann ljós
varpast á møguleikan, at
áseta ein form fyri ognar
skatt á hús nr. 2 hjá fólki.«
Tað er so ein byrjan.
– Her á síðu 2 kunnu vit
staðfesta, at Fólkaflokkurin
nú leggur seg á odda sum av
gjaldsøðisflokkurin mikli.
Fólkaflokkurin kemur
nú við ognarskattinum
Eingin politikari vil geva
fólkinum 15% lønarhækking
Nú er eitt ítøkiligt uppskot um at seta í gildi ognarskatt í
Føroyuum komið á borðið, og uppskotið eigur Fólkaflokkurin
Tey, sum búgva
innast við
Skálafjørðin,
vilja nú hava
sítt gamla bygd
arnavn aftur
Tey vísa á, at bygdin hevur
havt heitið, Skálafjørður,
men nakað síðani hevur
Landsverk broytt navnið
til Skálabotnur, og tað er
hent eftir tilmæli frá staða
navnanevndini hjá Fróð
skaparsetrinum.
Men hesum mótmæla tey,
sum búgva har og heita nú á
Runavíkar kommunum um
at bera so í bandið, at navnið
verður broytt aftur alt fyri
eitt, soleiðis at bygdin fær
gamla navnið, Skálafjørður,
aftur.
Í hesum sambandi hava
tey verið runt í bygdini við
adressu og har hava yvir 80
fólk skrivað undir áheitanina
um at fáa gamla bygdarheit
ið aftur. Men tey leggja aft
urat, at tey hava ikki verið
í hvørjum húsi, og tað vóru
heldur ikki øll, sum vóru inni.
Vilja ikki búgva
í Skálabotni
Bygdarfólkið í Skálafirði góðtekur ikki, at navnið á bygd
teirra verður broytt til »Skálabotnur«
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin