týsdagur 19. juni 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2017 · Nr. 69
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Fíggjarnevndin
vil ikki brúkast
sum stempulkan
tór fyri pengar til
Landssjúkrahúsið
Árni Gregersen
arni@sosialurin.fo
Almenningurin hevur sein
astu dagarnar hoyrt um eitt
mál, har fíggjarnevndin í
skundi skuldi játta pening
við fíggjarnevndarskjali til
Landssjúkrahúsið.
Í dag samdist nevndin um
at játta sjey milljónir í staðin
fyri tær 10 milljónirnar, sum
Sirið Stenberg, landsstýr
iskvinna við heilsumálum,
vegna
Landssjúkrahúsið
hevði biðið um.
Orsøkin til, at fíggjar
nevndin ikki vildi játta ta
umbidnu upphæddina er, at
fíggjarnevndin ikki heldur,
at talan er um slíka játtan,
sum skal latast meðan Løg
tingið er í summarfrí.
Hinvegin helt nevndin,
at tá ið talan var um eina
eykarokning
frá
danska
heilsuverkinum, sum gekk
heilt aftur til 2016, so kundi
nevndin játta sjey milljónir
til júst ta rokningina.
Fíggjarnevndarskjal
Í politisku skipanini hevur
man eitt skjal, sum eitur
fíggjarnevndarskjal.
Hetta verður brúkt, tá ið
almennir pengar skulu brúk
ast í skundi og Løgtingið ikki
er saman.
Tá hevur fíggjarnevndin
serliga heimild frá Løgting
inum og kann játta pening,
sum Løgtingið so seinni
játtar.
Fíggjarnevnddarskjalið
kann tó ikk brúkast til hvat
sum helst, men bert til mál,
sum hava bráðskund. Í júst
hesum førinum metti nevnd
in, at rokningin frá danska
Ríkissjúkrahúsinum
kom
undir hesa skipan, meðan
aðrar útreiðslur í umbønini
ikki gjørdu tað.
At hetta er ein serlig heim
ild sæst í skipanini, tí fyri at
kunna gera hetta, so krevst
ikki bert vanligur meirluti í
fíggjarnvndini, men at fimm
av sjey limum skulu atkvøða
fyri einari slíkari játtan.
Boðini frá fíggjarnevndini
eru rættuliga greið. Rokning
in uppá sjey milljónir kann
gjaldast á hendan hátt, men
hinar tríggjar milljónirnar
hava ikki bráðskund. Tí eigur
landsstýriskvinnan at koma
við uppskoti til eykajáttan á
ólavsøku, so tingið alt kann
viðgera málið til fulnar.
Tiltøk sett í verk
Bill Justinussen, Miðflokk
urin, er ein av sjey limum í
fíggjarnevndini. Hann sigur,
at fíggjarnenvdin sjálvandi
ikki kann brúka nýggjar
lønarsáttmálar til at játta
pening gjøgnum eitt fíggjar
nevndarskjal, ei heldur løn til
konsulentar.
– Tiltøk eru longu sett í
verk, nú áðrenn árið er hálv
runnið, so stundir eru at bíða
til at koma við eini umbøn
um eykajáttan. Sagt verður í
umbønini, at tiltøkini ganga
ikki útyvir lív og førleika,
so væl ber til at bíða, sigur
hann.
Í umbønini verður sagt, at
tlltøk eru sett í verk soleiðis,
at nøkur umsitingarlig størv
ikki verða sett aftur, eins og
aðrar sparingar og tillagingar
eru settar í verk.
Eftir at hesi tiltøk eru
sett í verk vanta 10 mió. kr. í
til vanliga virksemið.
Tað verður arbeitt við
samstarvi ímillum sjúkra
húsini fyri áhaldandi at
gagnnýta tilfeingi í Føroyum
betur innan verandi karmar.
Hetta bæði fyri at veita
eina enn dygdarbetri heilsu
tænastu og fyri at tálma út
reiðsluvøkstri.
Ruth Vang, Framsókn, er
forkvinna í fíggjarnevndini.
Hon hevur alment víst á,
at málið hevur verið væl við
gjørt í nevndini og at fleiri
sjónarmið hava verið á borð
inum.
Hon ásannar eisini, at
semja fekst um fíggjarnevnd
arskjal til tær sjey milljón
irnar, men at meirluti ikki
var fyri at lata tær tríggjar
seinastu milljónirnar.
– Nevndin er samd um,
at
landssýriskvinnan
má
koma við einari umbøn til
eykajáttan á ólavsøku. Eitt
slíkt uppskot fær so van
liga viðgerð í tinginum, segði
Ruth Vang, forkvinna í fíggj
arnevndini.
HEIMILD BERT AT
GJALDA GAMLA
ROKNING VIÐ SKJALI
Sirið Stenberg bað um 10 milljónir, men fíggjarnevndin
metti seg ikki hava heimild at játta meira enn sjey
milljónir krónur við fíggjarnevndarskjalið
Landssjúkrahúsinum tøvar 21 milljónir, áðrenn árið er hálvrunnið, men tey meta seg sjálvi kunna spara tær 11 milljónirnar