týsdagur 19. juni 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2017 · Nr. 69
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Vit gjørdu
eina avtalu við
Taks í 2016,
og so hildu vit,
at hetta málið
var avgreitt.
Tí kemur tað
óvart á, at vit nú
eru meldað til
løgregluna, sigur
Sámal av Reyni,
stjóri á Reyni
Service.
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tær flestu bilasølurnar í
landinum eru meldaðar til
løgregluna. Tað er Taks, sum
stendur aftanfyri, og orsøkin
er, at skattavaldið metir bila
sølurnar hava forbrotið seg á
gomlu lógina um leigubilar.
Eitt lógarbrot, sum Taks met
ir bilasølurnar hava gjørt við
vilja.
Sámal av Reyni, stjóri
í Reyni Service, sigur við
Miðlahúsið, at hetta kom
óvart á tey, tí eftir teirra
tykki var hetta málið millum
Taks og bilasølurnar avgreitt
fyri fleiri árum síðani.
– Í 2016 gjørdu bilasølur
nar eina semju við Taks um
hetta málið. Vit mettu ikki
tá, at vit høvdu gjørt nakað
skeivt, men fyri at sleppa
undan at brúka ovurhonds
stóra orku upp á hetta málið,
so gjørdu vit eina semju, og
so hildu vit, at tað var tað,
greiðir Sámal av Reyni frá.
Men tað var tað so ikki. Tí
nú hevur skattavaldið meld
að flestu bilasølurnar til
løgregluna. Sámal av Reyni
greiðir frá, at Taks nú sigur,
at semjan, tey gjørdi á sinni
ikki varð nøktandi. Hetta
tí, at Taks nú hevur meldað
bilasølurnar fyri, at tær hava
brotið lógina við vilja.
Tað merkir, at so skulu
tær rinda tað dupulta av tí,
sum Taks metir tær hava
snýtt fyri, í bót. Sostatt
merkir tað, at bilasølurnar
skulu av við ta upphædd tær
longu hava goldið í 2016, eina
ferð aftrat. Um also løgregl
an finnir haldgóð prógv fyri
lógarbrotinum.
Í 2016 rindaðu bilasølur
nar ta upphædd, sum Taks
metti tær hava snýtt fyri.
Tær flestu bilasølurnar
eru uppíblandaðar, tó summ
ar hava rindað meir enn aðr
ar og tí kunnu koma til at
rinda meir aftur í hesum
umfarinum, um tær verða
funnar sekar.
– Eg helt hetta var avgreitt
Skattavaldið vil einki siga
um málið, tí tað er meld
að til løgregluna. Tað eru
boðini úr Taks, tá Miðla
húsið ringir og spyr eftir
viðmerking til málið.
Hjá
Løgregluni
er
støðan tann sama. Krim
inaldeildin váttar, at bila
sølurnar eru meldaðar,
men sigur seg ikki hava
møguleika at siga nakað
meira um málið. Í øllum
førum ikki áðrenn hetta
blaðið fór til prentingar.
Taks vil einki siga
– Vit mettu ikki tá, at vit høvdu gjørt nakað skeivt, men fyri at sleppa undan at brúka
ovurhonds stóra orku upp á hetta málið, so gjørdu vit eina semju, og so hildu vit, at
tað var tað, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service Myndir: Álvur Haraldsen
Sámal av Reyni er stjóri á bilasøluni Reyni Service
BILASØLA
Stjórin á Reyni Service:
– Taks hevur
meldað bilasøl
urnar fyri at ikki
hava upplýst
rætt. Talan er um
brot á lógina um
meirvirðisgjald
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Málið snýr seg um, at bila
sølurnar hava innflutt bilar
sum leigubilar, og síðani selt
teir og harvið rindað ov lít
ið í MVG. Spurningurin er
so, um hetta er brot á lógina
ella ikki, sigur Hildur Hentze,
leiðari á kanningardeildini
Flestu bilasølurnar í land
inum eru meldaðar til løg
regluna. Tað er Taks sum ser
myndugleiki á økinum, sum
hevur meldað. Tað merkir,
at løgreglan skal taka málið
upp, gera sín part av arbeið
num og lata málið til ákæru
valdið til víðari støðutakan.
Hildur Hentze, leiðari á
kanningardeildini hjá løg
regluni sigur í dag, at málið
snýr seg um, hvørt bilasølur
nar hava umgingist lógina,
tá ið tær hava innflutt bilar
sum leigubilar, og síðani selt
teir, og harvið – sambært
Taks – rindað ov lítið í MVG.
– Taks er sermyndugleiki
á økinum, og harvið er tað
Taks, sum innstillar til rætt
arsókn um hetta málið. So
nú skulu vit avhoyra partar
í málinum, skuldseta og so
lata málið til ákæruvaldið,
sum skal hyggja, hvat er
rundan um hetta málið reint
løgfrøðiliga,
sigur
Hildur
Hentze. Hon sigur, at tað
kemur fyri, at slík mál eru
prinsipiell, og ein dómari tí
skal taka eina prinsipiella
avgerð. Tað kemur eisini fyri,
at ákæruvaldið vendir aft
ur til Taks og sigur, at hetta
neyvan heldur vatn í rætti
num.
Men hvussu er og ikki, so
skulu bilasølurnar í øllum
førum vigast av myndugleik
unum nú tær eru meldaðar
fyri brot á lógina um meir
virðisgjald.
Hildur Hentze væntar og
vónar, at málið skjótt fer víð
ari til ákæruvaldið.
BILASØLURNAR MELDAÐAR
FYRI BROT Á LÓGINA UM MVG