týsdagur 19. juni 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. juni 2018 · Nr. 69
STARVSMARKNAÐUR
=
=
=
MASKINSMIÐIR TIL MEST
Tel. +298 30 11 00 | sales@mest.fo | www.mest.fo
Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum
maskinsmiðjum til MEST á Skála og í Tórshavn
Maskinsmiðir í Havn og á Skála
Søkt verður eftir maskinsmiðjum, ið vilja taka
ábyrgd í arbeiðinum. Innihaldið í starvinum er
í høvuðsheitum vanligt viðlíkahald av skipum,
eitt nú:
Umvæling og nýgerð av hydraulikútbúnaði
Umvæling av spølum og kranum
Leggja rør og íbinda til hydraulikskipanir
Annað mekaniskt arbeiði
Førleikar
Viðkomandi útbúgving og royndir innan
arbeiðs økið. Skipasmiðuroyndir eru ein
fyrimunur, tó ikki ein treyt.
Starvið, løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru í samráð við
MEST. Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar ert tú vælkomin
at seta teg í samband við Bjarna Prior,
Verkætlanarleiðara á tlf 791133 ella á
teldupost bjarni.prior@mest.fo
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum
ummælum, skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 9 juli og sendast við
telduposti til: berghild.jacobsen@mest.fo
SHIPYARD
SØLUFÓLK
Vilt tú vera við til menna okkara sølu í Føroyum?
Verður tú spent/ur av at fáa flott søluúrslit og samstundis menna nýggj varandi kundasambond?
So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi í sølutoyminum.
Blika Sp/f • Akranesgøta 9 • FO-100 Tórshavn • Tel. 60 66 66
UM STARVIÐ
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú saman við
hinum í sølutoyminum hevur ábyrgdina av søluni
av okkara breiða úrvali innan nonfood.
Tað verður tín ábyrgd at tryggja, at tey mál verða
nádd, sum eru sett fyri søluni á tínum øki, og tí er
tað avgerandi fyri góðum úrslitum í starvinum, at
tú ert úrslitahugaður, og at tú hevur menning og
vinning fyri eyga. Tínar fremstu uppgávur verða:
• Ábyrgd av verandi kundum innan nonfood og
arbeiðinum fyri at fáa nýggjar kundar á sama
øki – frá fyrstu kontakt til regluligt samstarv
• Sølu av tí breiða úrvalinum innan nonfood –
frá fyrstu kontakt til regluligt samstarv.
• Vera við til at skipa fyri tiltøkum innan
marknaðarrøkt og sølutiltøkum
• Søluafturmeldingar, uppfylging og perfor-
mancemátingar eru ein natúrligur partur av
starvinum
• Viðgerð av spurningum frá kundum, eisini gera
tilboð og takast við ordraviðgerð
• Kundasamband við ein fastan kundabólk
• Arbeiða við projektuppgávum og fyrisitingar-
ligum uppgávum, ið viðkoma deildini
• Fara á messur í Danmark
EITT SINDUR UM TEG SJÁLVA/SJÁLVAN
Tú hevur í øðrum størvum fingist við uppsøkjandi
søluarbeiði og hevur tí ognað tær breiða vitan um
og royndir við at skapa góð kundaviðurskiftir og
kennir týdningin av at skapa virðir fyri kundan.
Tú ert ábyrgdarfull/ur og strukturerað/ur í tínum
arbeiði og hevur alla tíðina fyri eyga, hvussu tú
kanst gerast dugnaligari.
KT hevur stórt pláss í okkara uppgávuloysnum, og
tí er tað eitt krav, at tú hevur góðan kunnleika til
Microsoft Office pakkan, eins og at tú dugir væl
at seta teg inn í nýggjar skipanir.
Tú ert opin, tænastu- og handilshugað/ur. Tú
setur eina æru í at geva kundanum ta allarbestu
tænastuna og bakkar ikki fyri at taka avgerðir. Tað
fellur tær natúrligt at skapa álitisvekjandi og góð
sambond á øllum organisatoriskum stigum, bæði
innan- og uttanhýsis. Tú ert lættsint/ur, vil skapa
úrslit, tú ert røsk/raskur og áhaldandi í tínum star-
vi og skilir, at ábyrgdin er tín, men at tey góðu
úrslitini verða skapt í samarbeiði við onnur.
UMSÓKN
Hevur tú hug til at skapa tær eina framtíð hjá Blika,
so er at senda okkum tína umsókn saman við CV
beinavegin, ella í síðsta lagi tann 24. juni 2018.
Starvsbyrjan verður 15. juli 2018 ella skjótast
tilber.
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda
sær til Eyðun Hansen á fartelefon 233667 ella við
at senda teldupost til eydun@blika.fo.