týsdagur 19. juni 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. juni 2018 · Nr. 69
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið
okkara kæra kona, mamma, vermamma og omma
Eyðna Joensen
f. 10.03.1950 – d. 28.03.2018
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólkini á B6 Landssjúkrahúsinum.
Takk til prest, kirkjutænarar og tykkum, sum
hjálptu til við ervinum. Takk fyri gávur til
krabbameinsfelagið og takk til tykkum, sum fylgdu
Eyðnu til hennara síðsta hvíldarstað.
Familjuna vegna
Jákup Andrias, Sámal og Sunvard v/ familjum
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum sum gleddu meg á
80 ára fødingardegnum.
Tøkk fyri vitjan, gávur, blómur, kort og tykkum
mongu sum ringdu til mín.
Ein serlig heilsan til børnini vid familju, sum
gjørdu alt so hugnaligt.
Tær kærastu heilsanir
Marita Hansen
Tøkk
Hjartans takk fyri sýnda samkenslu og hjálp tá kæri
maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Poul Nolsøe Mikkelsen
f. 23.09.1927 d. 13.05.2018
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Hera Joensen og Hanus á Gørðum
fyri góð og troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar,
sangarar og gravara.
Takk fyri alla hjálpina í samband við ervið.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
sambýlið á Heygnum.
Takk til starvsfólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi og
sambýlinum á Heygnum fyri góða røkt
og umsorgan.
Takk til øll sum fylgdu Nødda til hansara seinasta
hvíldarstað her á fold.
Fyri tey avvarðandi
Ingibjørg, Anna Kathrina, Jórun, Jónfríð og
Jákup.
Tøkk
Av hjarta takka vit øllum, sum stuðlaðu og vístu
samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma,
langomma og systir okkara
Ragnhild Hansen, Klaksvík
19. juni 1927 – 19. juli 2017
viknaði, varð sjúk, doyði og varð jarðað.
Starvsfólkini í heimarøktini og á sjúkrahúsinum
og sambýlinum á Heygnum eiga tøkk fyri, hvussu
væl tit tóku tykkum av mammu og vístu henni
umsorgan.
Tøkk tit sum fylgdu mammu til gravar og fyri
beinasemi í sambandi við jarðarferðina og ervið.
Vegna tey avvarðandi
Hanus, Jóannes og Finngerð
Takk
Hjartaliga takka vit øllum ið sýndu samkenslu
og hjálpsemi tá okkara kæri maður, pápi,
verfaðir og abbi
Terje Petersen
f. 17.05.52 d 19.05.18
Andaðist og varð jarðaður
Takk Hera Joensen prestur, fyri góð og troystarrík
orð í kapellinum og í vesturkirkjuni.
Takk starvsfólk á sjúklingahotellinum og
á pallativu eindini á landssjúkrahúsinum fyri
hjálpsemi og umsorgan
Takk kirkjutænarar, sangarar, berarar, bilførari,
gravarar og øll, sum á ein hvønn hátt hjálptu
til við ervinum
Takk fyri heilsanir, blómur og gávur
Takk fyri øll tit, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Sigrið, Guðrið og Hallur við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemu tá góða elskaða
mamma,vermamma, omma, langomma og
olduromma okkara
Elly Isaksen Tjørnuvík
f. 20.09.31 d. 03.08.17
Andaðist og varð jarðað
Tøkk til tykkum á Mørkini fyri góða røkt
og umsorgan
Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávur
Tøkk til tykkum sum bakaðu og hjálptu við
jarðarferð og ervinum.
Tøkk til Marjun Kálvalíð fyri góð og troystarrík orð
fyri góðan sang í kirkjuni
Tøkk til organist, sangarar, kirkjutænarar og
tykkum sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað
Má harrin vælsigna tykkum øll
Familjunar vegna
Edilborg, Sonja og Edith v/familjum