hósdagur 21. juni 2018síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JUNI 2018
SOSIALURIN 70
32
Umbera og royna aftur
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
F
øroyingar eru
eitt tolið fólk,
eitt fólkaslag,
sum
letur
sær alt lynda. Nei, nei,
hatta er skeivt, blóð
skeivt. Føroyingar
eru als ikki tolnir,
t v ø r t u r í m ó t i .
Føroyingar duga eitt betur enn
nakað annað. Tað er at krevja og
mótmæla. Grenja, sum tað eitur, tá
fólk eru yvir hálvthundrað. Krevja,
at alt er ókeypis, og mótmæla, at
alt kostar. Og grenja um tað.
Og føroyingar eru ótolnir, ella
bara tápuliga býttir, tá bóltspæl
verður viðgjørt í fjølmiðlunum.
Tað er, áðrenn dysturin byrjar.
Vit hava mist talið á dystum, har
sum sokallaðir serfrøðingar vænta
bæði mál og stig. Tá seinasta
bríkslið ljóðar, er einki stig,
kanska okkurt málið, kanska.
Og ein rúgva av umberingum,
sum vit duga uttanat nú.
Men, sjálvandi, tað kostar
einki at vóna, vónin er
ókeypis.
Tað kostar at vedda
skeivt. Men ongum
nýtist at vedda, tað er
nóg mikið bara at vóna.
Og so leingi bólturin er rundur,
bilar ikki, at høvdið er fýrakantað.
Føroyingar eru tolnir viðhvørt.
Vónirnar er altíð góðar. Vónirnar.
Optimisman er góð og
óskaðilig. Tað ber altíð til at
gráta aftaná, sum eina
ferð stóð á Ga-Jol
pakkanum. Kanska
stendur tað har
enn.
Har eru,
vist enn, nógv klók fólk endurgivin.
Góð orð aftur við øllum teimum
kemisku orðunum, sum annars
standa á pakkanum.
Nakað av tí besta og klókasta,
sum har stendur, hatta við optim
ismuni.
Í landinum ”of maybe”, orðunum,
sum ferðavinnuni dámar so væl at
selja Føroyar við, er tó einki maybe,
tá talan er um trillrundan bólt. Tá
fáa vit bæði stig og mál, áðrenn
dysturin byrjar. Einki kanska er
skotið inn har. Her eiga vit at fáa
stig. Hetta er dysturin, har vit, før
oyingar, hava kjansin at vinna. Eiga
at vinna. Gott, at okkurt sjálvsálit
er í fólkinum, í tjóðini.
Og tó, vinnan hevur eisini eitt
vet av tí, sjálvsálitinum. Í dag fer
hon á heysin, tí í einum demokratii,
sum Føroyar eru, ella skulu eitast
at vera, ið hvussu so er, ráða fólka
valdir politikarar. Í morgin byggir
vinnan út. Í framtíðini skal hon
endurskipast, sanerast.
Tað er eisini eitt slag av optim
ismu at krevja, at alt er ókeypis.
Tað gera fólk í Føroyum, tey
flestu. Einki skal kosta. Skal tað
hóast alt kosta, skal tað kosta sum
minst. Men helst skal tað kosta
einki. Tey, sum grenja og kroysta
seg á feysbukkuni, skriva dags
skránna, spæla fiólina, sum tey
flestu dansa eftir. Hini eru ikki
við, tey eru deyð, ella hálvdeyð, ið
hvussu so er.
Nú bleiv trý-null til hini, sum vit
annars skuldu fáa stig frá, trý stig.
Vit halda fram at vóna, bólturin
er rundur enn og seinasta bríkslið
hevur ikki ljóðað.
Uttan vón, uttan bjartskygni,
uttan sjálvsálit er einki.
Vit eiga vónina, hon er ókeypis,
so leingi vit vóna. So tað er bara
at vóna altíð. Vónloysi kann ikki
rættiliga brúkast. Tað er so keðiligt,
men tað er veruleikin hóast alt. Og
veruleikin er keðiligur, júst tí hann
er veruleikin. Onkur sigur, at hann
er nakin.
At vóna og at droyma eru lívs
játtandi. Veruleikin er drepandi. Á
vestfallið við honum. Lívið er ov
stutt til veruleikan, til sannroyndir.
Hatta við maybee er heldur ikki
heilt rætt. Vit fáa ikki kanska stig
og mál. Vit fáa stig og mál.
Vit vita ikki, hvat ella hvat málið
er. Men vit koma á mál. Eingin ivi
er um tað. Leiðin hagar er vill
ingarsom og knortlut. Men hvat
ger tað? Vit herja á eina ferð enn.
Royna aftur. Virða ikki veruleikan,
vit skíta á hann.
Vit kunnu altíð gráta aftaná.
Men tað gera vit tó ikki. Vit umbera
og royna aftur.
Høgni
Djurhuus
Væl dámdar leikur
til børn elva til
álvarsligan skaða
U
mhvørvisráðið í Dan
mark mælir nú frá, at
børn fáa væl dámdu
leikurnar, Squishies, at
spæla við. Og orsøkin til ávaringina
er, at tað eru so nógv skaðilig evni
í hesum leikunum, at heilsuvandi
kann standast av tí.
Squishies eru úr skúmi og mjúk
at spæla við, men Umhvørvisráðið
hevur nú kannað 12 ymsar leikur
av hesum slagi og úrslitið er, at tær
geva so nógv heilsuskaðilig evni frá
sær, at tað kann vera til vanda hjá
børnum, sum spæla leingi við tær.
Fyri at binda um heilan fingur
verður tískil mælt frá at lata
børnini fáa hesar leikurnar at
spæla við, samstundis sum at mælt
verður handlum frá at selja tær.
Kanningin hjá umhvørvisráðn
um vísa, at skaðiligu evnini, sum
eru funnin í Squishies, kunnu
elva til livurskaða, umframt at tey
kunnu hava fyribils ávirkan á eygu
og andaleið. Evnini kunnu eisini
skaða børn í móðurlívi, umframt at
tey kunnu elva til skaðar á nerva
lagið.
Kanninginar vísa, at tey skaði
ligu evnini minka, sum frálíður,
men tað er óvist, nær talan er um
so lítlar nøgdir, at tað er óskaðiligt.
Men hjá summum er nøgdin fallin
so nógv, tríggjar dagar eftir at leik
urnar eru pakkaðar upp, at heilsu
vandin er burtur.
Taðan er um evnini dimethyl
formamid, styren og toluen, og hesi
evni ávirka eisini evnini at nørast
sum vaksin, umframt at tey kunnu
elva til krabbamein.