mánadagur 25. juni 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI SÍÐA 8
Bygd
armyndir
broytist
NØVN SÍÐA 6
Alex
Bærendsen
deyður
Tað er sjáldsamt at hoyra ein pol
itikarar taka í egnan barm soleiðis,
sum Gerhard Lognberg, fyrrverandi
løgtingsmaður, gjørdi í sjónvarp
inum
hóskvøldið,
tá
hann
al
ment bað Jóannes Eidesgaard um
umbering.
Orsøkin var, at Gerhard Lognberg
á sinni kallaði Jóannes Eidesgaard
fyri svíkjara av tingsins røðarapalli,
tá ætlanin um Sandoyartunnilin
varð útsett.
– Tú hevur svikið Sandoynna, og
tú hevur svikið suðurøkið í Føroy
um, seg Gerhard Lognberg ta ferð
ina av tingsins røðarapalli og peik
aði eftir Jóannes Eidesgaard, sum
var løgmaður.
Í Degi og Viku hetta kvøldið gav
Brandur Sandoy ilt av sær um há
tíðarhaldið í Traðardali hósdagin,
har Páll á Reynatúgvu skeyt fyrsta
skotið til Sandoyartunnlin, sum í
veruleikanum var fyrsta skotið til
tunnilsmunnan.
Tað var tó týðuligt, at Brandur
Sandoy leikaði so í, tí hann ikki er
á vinnaraliðnum hesaferð. Øll vita
vita, at politikarar eru opprtunistar.
Og tað er Brandur Sandoy eisini.
Tað er bara so, at nú er liðið hjá
Brandi Sandoy í andstøðu, og tí er
tað ikki Fólkaflokkurin, sum stend
ur í fremstu røð. Tað gera hinvegin
samgonguflokkarnir,
Javnaðar
flokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.
Orðatakið sigur, at »tjóvur trýr,
at hvør maður stjelur«. Hetta pass
ar væl til júst hetta málið, tí var tað
andstøðan, sum nú sat við vald
ið, so hevði støðan verið akkurát
tann øvugta. So høvdu núverandi
samgonguflokkar sitið og grenjað,
meðan Brandur Sandoy, sum vara
tingmaður fyri onkran landsstýris
mann slapp at skjóta fyrsta skotið.
Hevði Brandur Sandoy gron
í sjónvarpinum, so kann ikki tað
sama sigast um Gerhard Lognberg,
sum var so sjáldsama eyðmjúkur,
at mong mundu taka hattin av fyri
honum.
Tað var ikki farið fram við mýk
indum, tá hann varð tveittur úr
Javnaðarflokkinum, so tað hevði ikki
verið so løgið, um hann enn hevði
horn í síðuni á Javnaðarflokkinum.
Hann
gjørdist
sambandsmaður
og kundi blivið fyrsta sambands
umboð í Sandoynni nakrantíð í 112
ára gomlu flokssøguni í Føroyum á
síðsta vali, men so var ikki. Neyvan
er Gerhard Lognberg á veg aftur í
Javnaðarflokkin. Men sjáldsamt er
at hoyra ein politikarara so pent taka
í egnan barm og biða um umbering.
Tí sum oftast eru politikarar sum
børn. Teir vilja sjálvir ráða og vilja
fyri ein og hvønn prís hava rós. Bæði
fyri tað góða teir gera – og tað, sum
teir royna at billa fólki inn at teir
hava gjørt.
ANNAR GRENJAR HIN FEGNAST
Tummas Jóhan
í Djónastovu
formaður í Huxa
KJAK: Hetta kom fram
á
fundi
hjá
Javnað
arflokkinum herfyri
Eisini
vísti
forkvinn
an í teirra tingbólki á, at
grundarlag er hjá fiskivinn
uni á landi at byggja út, og
grundarlag at fremja ábøtur
á fiskiflotan, og hon legði aft
urat, at har er nokk av kvotu
til fyri at halda einari fiski
vinnu uppi á einum høgum
støði.
Jú, blind høna finnur
eisini korn, og javnaðarfólk
hava eisini onkuntíð rætt –
tí har er nevniliga nokk av
fiski til at reka eina góða
fiskivinnu.
Trupulleikin
er
bara
tann,
at
forkvinnan
og
Javnaðarflokkurin
hava
skeivt í øllum hinum.
Har eru nevniliga ván
aligir og ógreiðir karmar,
einki grundarlag at byggja
út á landi og ei heldur nakað
grundarlag at gera ábøtur á
flotan.
Orsøkirnar til hetta eru
í
høvðusheitum
tvinnar:
Uppboðssølan og ein vánalig
stýring av fiskivinnupoli
tikkinum.
Fiskivinnan
má
hava
greiðar og tryggar karmar
fyri at kunna reka sítt hand
ilsvirksemi, men tað hevur
hon ikki, sum nú er. Ístaðin
er ein uppboðsøla, sum er
alt ov dýr, og ein fiskivinnu
politikkur, sum er fullkomu
liga ógreiður, har vit hava
sæð
fiskimálaráðharran
útsett hesar dýru uppboðs
sølurnar dagin fyri, at tær
skulu verða, eins og tað bara
var ein kaffimunnur millum
vinfólk.
Ímeðan íslendingar geva
síni fiskivinnu størri rás
arrúm, og norðmenn skifta
sín flota út, so fær føroyski
flotin stein oman á byrði og
ógreið viðurskiftir.
Um vón skal vera fyri Før
oyum sum fiskivinnutjóð, so
má vend koma í skjótt!
»Vinnan skal hava góðar
karmar at virka undir«
Tað er tann, sum er á vinn
araliðnum, sum fær heiður
– Vit hava verið ov góð
av
okkum.
Tað
heldur
Gunvør
Balle,
forkvinna
í
mentanarnevndini
hjá
Tórshavnar Býráð.
Tórshavnar Býráð hev
ur samtykt at heita á lands
myndugleikarnar
um
at
krevja, at ein útlendingur
skal duga føroyskt fyri at fáa
varandi uppihaldsloyvi í Før
oyum.
Gunvør Balle heldur, at
hetta er eitt neyðugt krav, og
at tað er í tøkum tíma, at tað
kemur, tí vit eru við at fáa
serlig samfeløg í Føroyum
við útlendingum, har eingin
dugur føroyskt.
– Vit hava verið ov lin,
og ov góð av okkum, tí sum
støðan er nú, seta vit ongi sum
helst krøv til teir útlendingar,
sum vilja hava varandi uppi
haldsloyvi í Føroyum. Tað eru
børn, sum hava búð her frá
tíð at tey vóru fødd, ella vóru
pinkubørn, sum kortini ikki
duga eitt orð á føroyskum, tá
ið tey koma í fyrsta flokk. Ja
í roynd og veru kunnu fólk
búgva í Føroyum eitt heilt lív,
uttan at duga føroyskt.
– Tað eiga vit ikki at lata
um okkum ganga, tí undir
slíkum umstøðum ber tað
ikki til at samansjóða tey í
føroyska samfelagið, sigur
hon.
Býráðslimurin,
Marin
Katrina
Frýdal,
sigur,
at
skúlar og dagstovnar koma
eisini í tað margháttligi støðu,
at børnini mugu vera tulkar
í
samskiftinum
ímillum
skúla og foreldur, og tað er
ein ræðulig ábyrgd at leggja
á smábørn, heldur hon. Og
hon heldur eisini, at tað er
eitt dømi afturat fyri, hvusus
stóran týdning undirvísing í
máli hevur.
Gunvør Balle sigur, at bý
ráðið fer eisini at reisa spurn
ingin um, at landsmyndug
leikarnir og kommunurnar,
í felag taka nøkur mudagóð
stig til frama fyri at saman
sjóða útlendingar í føroyska
samfelagið. Tað kann vera at
læra tey føroyskt og at læra
tey um føroyska mentan. Men
tað kann eisini vera at før
leikamenna tey og at útbúgva
tey.
– Og hjá teimum útlending
um, sum hava útbúgving, eiga
vit at kanna eftir, hvussu
teirra útbúgvingar kunnu
brúkast í Føroyum, sigur Gun
vør Balle.
Vit hava verið ov
góð av okkum
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin