Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. juni 2018 · Nr. 71 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR PAPE FAYE NÝGGJUR Á LIÐNUM Fyri Suðringar var ein nýggjur maður á liðnum á jóansøku. Stóri og sterki Pape Faye er komin til úr Íslandi. Hann vísti í løtum gott fótbóltsskil og gott eyga fyri spælinum, men helst skal hann spælast í form. Eisini Jón Krosslá Poulsen kom inn, eftir skiftið frá 07 Vestur. Tróndur Arge – Vági Í ein hálvleik er jóansøku dámur vesturi á Eiðinum, har nýtt gras­ líki er lagt á vøllin. Suðringar spæla hesa ferð í Vági við tí vón, at stuðulin fer at geva teimum mun­ in. Í ein hálvleik er munurin ikki stórur. Nýggi íslendski áleyparin, sum upprunaliga er úr Senegal, vísur seg at verða ein hóttan. Jón Krosslá Poulsen er eisini komin til og situr á bonkinum, men tað kemur illa við, at Búi Egilsson situr uttanfyri. Í HB-leguni er íslendski upp­ rudd­arin á miðjuni, Brynjar Hlöð­ vers­son, ikki við frá byrjan. Hann hevur verið sjúkur kvøldið fyri, men tað letur í honum í hálviekinum, at hann er “not sick anymore”, sum hann málber seg. Hann heldur seg ikki verða sjúkan longur, og vil sleppa á vøllin. Adrian ger munin Í fyrra hálvleiki er javnt millum partarnar. HB hevur bóltin meir, men Suðringar hótta í álopsstøðu. Sum hálvleikurin gongur blívur trýstið hjá HB størri og størri. Tað end­ar við, at Adrian Justinussen fær fatur á bóltinum uttanfyri brots­teiginum. Úrslitið vita øll. 14 mál í 15 dystum. Suðringar gera tó bart. Stóri og sterki Pape Faye hevur hótt við góðum innleggi stutt framm­an­ undan. Løtu seinni er tað John Villi Wøldike, sum leggur innfyri og hesa ferð er Salmundur Bech av­ gjørd­ur og stútar í málið. Í tveir minuttir hoyrist hóp og stuðul kring vøllin, men HB er sum ein maskina. Adrian Justinussen sendir innfyri og har stútar Grétar Snær Gunnarsson bóltin í málið. Nýggi íslendski miðvallarin hjá HB tók plássið hjá sjúka lands­manninum. Í løtum sást, at talan er um góðan fótbóltsspælara, sum kann geva HB nakað. Hann hev­ ur ikki so eyðsýndar egin­ leikar, men tykist hava tað, sum skal til fyri at gera mun á liðnum hjá HB. HB-maskinan í undanvindi Í seinna hálvleiki hev­ ur HB lotið und­an. Spælararnir hjá HB eru eisini betri á bólt­ inum og tykjast betri fyri kropsliga. Bæði í styrki og orku. Úrslitið er, at Suðringar bara tað einu ferðina megna at hótta málið hjá HB. Hinar 44 minuttirnar hev­ur HB fult tamarhald á dystinum. Tað er bara ein spurn­ ingur um hvussu nógv. Ikki tí Suðr­ ingar als ikki megna at verja, men har er ongin orka at hótta í hinum endanum. Adrian Justinussen umsetur eitt innlegg frá Símuni Samuelsen til 3-1. Tá rýkur spenningurin og Dan í Soylu setur punktum stutt fyri dystarlok. Í eini klassiskari 4-4-2 skipan hevur HB spælt Suðringar av nýggj­an vøllinum, sum annars tyk­ ist fáa góð skotsmál. Tað er ikki umstillingsspæl, sum vit kenna frá Víkingi í fjør og fyrra­árið, men tað er heldur ikki sjampagne-fótbólturin, sum eitt nú B36 kann finna upp á at koma við. Heldur er talan um eitt slag av maskinfótbólti, har motorurin bara koyrir við fullari ferð allan dystin. Speedarin riggar sum hann skal, liðið kann lættliga skifta gear og skal ein dystur steðgast, so verður trýst á bremsuna. Punkt­ erar eitt dekk, so verður bara eitt nýtt sett í staðin, og hóast øll mátini ikki passar við undanfarna dekkið, so koyrir HB-bussurin akkurát líka skjótt. HB-bussurin koyrir ikki so skjótt, at ongin kann gera nakað við hann, men tað vísur seg at ongin klárar at yvirhála hann. Adrian í serflokki Tað kemst ikki uttanum, at tosa um Adrian Justinussen. Eftir 15 dystir hevur hann skotið 15 mál. Tað er eitt mál fyri hvønn dyst. Seinastu toppskjúttarnir, ið hava verið reindyrkaðir áleyparar, hava skotið um 21 til 23 mál, meðan toppskjúttin í fjør skoraði 17 mál. Heldur Adrian Justinussen fram á áleið sama hátt, so verður metið á 24 mál hjá Una Arge og Súna Fríða Johannesen skjótt tikið. Her skal so líka nevn­ast, at teir skutu tey upp á 18 umfør. Tað er áhugavert við málunum sein­astu tíðin hjá Adrian Justinus­ sen, at tey koma upp á ymiskar mátar. Bein­leið­is fríspark, skot eftir horna, dribblar seg leys­an uttanfyri brotsteigin og skjýt­ur, stúrar innlegg móti B36 og prik­ar bóltin í kassan til 3-1 móti Suðr­ing­ um. Tað er ikki løgið, at hann er so ringur at dekka. Hann er ársins spælari í fyrru hálvu. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... JÓANSØKAN STEÐGAÐ HELDUR IKKI HB HB-maskinan heldur fram at koyra við fullari ferð. Heldur ikki jóansøkan, nýggi vøllurin í Vági ella nýggju áleyparnir hjá suðringum megnaðu at fáa grús í maskinuna hjá HB, sum stevnir móti FM HB stevnir móti FM: