týsdagur 26. juni 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juni 2017 · Nr. 72
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Viðgerðin av málinum um stjórn
arskipan Føroyar er sum væntað
endað í naggatódn við tí úrslitið,
at málið hevur útviklað seg til ein
glantrileik.
Eftir at grein 25 nevndin nú hev
ur tveitt handklæði í ringin, so er
einki at gera. Hetta var møguleikin,
at allir flokkar á tingi kundu semj
ast um ein stjórnarskipan, ella um
ein formulering um, hvussu vit
sjálvi uppfata okkum sum fólk og
sum tjóð.
Kunnu politikarar í øllum flokk
um ikki ein gang semjast um tað,
so er best at teir lata vera og lata
málið liggja – í øllum førum til so
frægt búgvin fólk eru á tingi, at tey
kunnu semjast um tað.
Væl vita vit, at sjónarmiðini eru
ymisk. Onkur vil loysing fyri ein og
hvønn prís. Tað hevur hjá summ
um størri týdning, at Føroyar
verða loystar úr danska ríkinum
óansæð, hvussu fólkið hevur tað.
So hava vit uppaftur onnur,
sum fyri ein og hvønn prís vilja
hoyra undir Danmark.
Millum
hesar
frontar
eru
hóast alt pragmatisk fólk, sum
duga at síggja, at sjálvandi eiga
vit at kunna viðgera hendan
spurningin uttan at taka støðu til,
um vit skulu vera í einum tættari
ríkisfelagskapi ella um vit skulu
vera í einum leysari ríkisfelags
skapi.
Politikkur er at finna semjur,
og klára politikararnir ikki tað, so
hava vit bara ikki nóg góðar polit
ikarar.
Eitt føroyskt samleikaskjal hev
ur ongan týdning, um onkur ætlar
at brúka tað sum eitt jarnbrot at
lirka Føroyar úr ríkisfelagsskapi
num.
Eitt føroyskt samleikaskjal hev
ur heldur ongan týdning, um tað
skal brúkast sum ketan at læsa
okkum fastari at ríkisfelagsskap
inum.
Vit høvdu møguleikan at gera
eina søguliga semju, har øll ting
fólk í sátt og semju kundu geva
okkum eitt felags grundarlag sum
fólk og sum tjóð.
Men tað fáa vit ikki. Stjórnar
skipanararbeiðið byrjaði áðrenn
fullveldislandsstýrið tók við eftir
systemskiftið í føroyskum poli
tikki í 1998. Tað var eisini eitt elju
stríð í landsstýrinum hjá Edmundi
Joensen frá 1994-98.
Hetta stríðið eskaleraði undir
fullveldislandsstýrinum, tá eitt
heilt landsstýri í ramasta álvara
sat og samráddist við donsku
stjórnina um at loysa Føroyar rík
inum.
15 prosent av føroyingum loysa
okkum ikki úr ríkinum. Og 15 pro
sent av føroyingum læsa okkum
heldur ikki fastari í ríkinum.
Vælsingaðu konsu kvinnur og
menn. Gevist nú við hesum. Hetta
er spill av pengum og spill av tíð.
Løgtingið fær ikki semju og
eigur tí at gloyma alt um málið
GLOYM TAÐ HARRA LØGMAÐUR
Hvat
er ar
beiðsfør
ur aldur?
BOZENA RASMUSSEN
KJAK SÍÐA 10
Um
sjúrka
hús
verkið
HERI MOHR
KJAK SÍÐA 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Rannva Er
lingsdóttir
Simonsen
útiseti
KJAK: Til tykkara, sum
leggja hendingar til rættis
í okkara fremsta føroyska
mentannarhúsi v. v. málum
brúktum í samband við til
tøk í húsinum.
Norðurlandahúsið er ein
góður karmur um mentann
artiltøk í Føroyum.
Tí er tað er við tungum
hjarta, tá eg, sum útiseti,
komi heim til Føroya til før
oysk mentannartiltøk í NLH
og, sum áksoðari, ikki sleppi
at hoyra mítt sjáldsama, høgt
metta og elskaða móðurmál
í Føroya fremsta mentann
arhúsi, men verði alment
tiltalað á donskum av føroy
ingum - og enntá biðin um at
tosa danskt til nørrøn tiltøk.
Tað minnir um, tá før
oyskt var bannað í skúlum
og kirkjum og vísir, at
virðingin fyri okkara sjáld
sama máli yvirhøvur ikki er
sum nógv av okkum kundu
ynskt.
Tí vil eg hervið leggja upp
skot framm til tykkara, sum
leggja hendingar til rættis
í okkara fremsta føroyska
mentannarhúsi. Eitt upp
skot, sum kann vísa, fremja,
læra, verja, varveita og rað
festa tað førosyska málið:
Øll tala fer fram á før
oyskum fyrst.
1. at føroyingar, ið tala
gera so altíð á føroyskum
2. øll fortala/hendinga-
stjórn fer fram á føroyskum
3. at kjak altíð fer fram á
føroyskum - við samstundis
umseting til og úr útlendsk
um.
4. at útlendsk tala altíð
verður varpað samstundis á
føroyskum - raðfest nr. 1.
5. at føroysk tala er um
sett samstundis ígjøgnum
radio móttakarum til hvønn
einstakan, sum hevur brúk
fyri tí - raðfest nr. 2
Føroyskt er tað mest
sjáldsama norrøna málið og
eigur tí at verjast mest.
Vit í Føroyum eru bestu
og trúgvastu verjar av okk
ara málið. Um vit ikki verja
okkara mál, kunnu vit ikki
vanta at nakar annar ger tað.
Føroyskt er eitt avbera
vakurt og skaldsligt mál,
sum vit mugu vera errin av,
vísa framm og læra onnur
soleiðis at tey eisini kunnu
menna føroyska málið og
halda tað livandi.
Føroyskt fyrst í
Norðurlandahúsinum
Av tí at so nógvir spennandi
fótbóltsdystir eru á skrá
samstundis um tíðindini hjá
Kringvarpinum eru í Degi og
Viku komandi tíðina, verður
skráin broytt soleiðis, at fót
bólturin verður sendur bein
leiðis, meðan Dagur & Vika
verður framskundiða ein
hálvan tíma.
Tað sigur Heini Gaard,
tíðindaleiðari í Kringvarpi
num í frá boðan til fjølmiðl
arnar.
– HM-bólkaspælið er við at
vera liðugt, og fleiri avgerandi
dystir eru fyri framman. Fleiri
av hesum dystunum liggja
tó samstundis sum Dagur &
vika. Áður hava vit víst allar
dystir á heimasíðu okkara,
men komandi tíðina vísa vit
eisini hesar spennandi dys
tirnar í sjónvarpinum. Tað
hevur tó við sær, at skráin
má framskundast ein hálvan
tíma, skrivar Kringvarpið.
Tað merkir:
•
Barnasjónvarpið
byrjar
klokkan 17.30
• Dagur & vika byrjar klokkan
18.30
Tað er tó ikki hvønn dag.
Talan er um dagarnar:
• Týsdag 26. juni kl. 19.00: Ís
land - Kroatia
• Hósdag 28. juni kl. 19.00:
Ongland - Belgia
• Mánadag 2. juli kl 19.00: Átt
andapartsfinala
• Týsdag 3. juli kl 19.00: Átt
andapartsfinala
• Fríggjadag 6. juli 19.00: Fjórð
ingsfinala
Tíðindini dvína fyri
HM fótbóltinum
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Fótbóltsnørdarnir vinna á tíðindanørdunum um
skíggjan í Kringvarpinum næstu tíðina