týsdagur 26. juni 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juni 2018 · Nr. 72
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ósemjurnar mugu loysast nú
-ikki í endanum av árinum
Arbeiðið við fíggjarlógini er í gongd og politiskar loysnir skulu finnast
Árni Gregersen
Arbeiðið at gera seianstu fíggjar
lógina hjá hesi samgonguni áðrenn
løgtingsval verður, er í gongd.
Sum vanligt er, tá ið fíggjarlógin
skal gerast undan vali, so eru nógv
ynskir frammi frá stórum parti av
samgonguni, men rópt verður eisini
varskó um at tálma nýtsluna.
Á landsfundi hjá Framsókn, ein
um av samgonguflokkunum, var
málið eisini havt á lofti. Flokkurin
segði eftir fundin, at vit skulu
hava dirvi at steðga á. Ferðin á bú
skapinum er stór og at vit eiga at
minnast til, hvat fyrr er hent, tá ið
Føroyar hava verið á einum bú
skaparligum aldukambi.
- Løgmaður hevur sagt tað so
beinrakið við myndini úr Bíbliuni,
at fyrst koma sjey feit ár, men so
koma eisini sjey rak ár, sigur Poul
Michelsen, formaður í Framsókn.
Virksemið í landinum er ómeta
liga stórt og sjálvt Vinnuhúsið talar
nú at. Tað vil siga, at sjálvt byggi
vinnan hevur fullar ordrabøkur
í løtuni og vit brúka innflutta
arbeiðsmegi fyri at nøkta tørvinum
av arbeiðsfólki.
Standa sína roynd
Løgmaður hevur ávarað um tað
sama og hevur sagt, at hetta í veru
leikanum er stóra royndin hjá
samgonguni, nú fíggjarlógin skal
gerast.
Landsstýrið og samgongan hava
havt fleiri fundir um komandi
fíggjarlóg, so gongd er í arbeiðnum.
- Tað eru ómetaliga nógv ynskir
til komandi fíggjarlóg, men vit eru
noydd at vísa, at vit megna at stýra
landinum. Góðu tíðirnar enda.
Spurningurin er bara nær og um
vit tá hava dugað at konsolidera
okkum, sigur Poul Michelsen.
Hann ásannar eisini, at tað sjálv
andi verða stríðsmál um hvat skal
gerast og um hvørji ynski mugu
steðga.
-Tað er í veruleikanum so ein
falt, at hetta er nakað, sum vit
mugu loysa nú. Tað gevur ongan
meining, at vit missa tamarhald á
støðuni, tá ið vit koma út í seinnu
helvt av desember, sigur lands
stýrismaðurin.
Somu áhugamál
Samgongan er teir trríggir flokk
arnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi
og Framsón. Framsókn hevur verið
mest bersøgin, tá ið talan er um at
tálma útreiðslurnar í komandi
fíggjarlóg.
-Men sjálvandi er tað sama
galdandi í hinum báðum flokkun
um. Tað nyttar heldur ikki nakað
hja teimum at fara til eitt val, um vit
misssa amarhaldið á búskapinum,
sigur Poul Michelsen.
Arbeiðið við at gera fíggjarlógina
er í gongd. Einstøku aðalráðini
arbeiða í løtuni hvørt sær og sam
stundis eru fundir millum sam
gonguleiðararnar.
Í einari yvirlýsing eftir lands
fundin hjá Framsókn herfyri verð
ur eisini sagt, at tað ikki longur ber
til, at íløgukarmarnir hjá landinum
og kommununum ikki verða sam
skipaðir.
“Samlaða virksemið hjá landi og
kommunum skal viðgerast und
ir einum og, um neyðugt, verða
tálmað við lóg,” sigur Framsókn í
einari yvirlýsing frá landsfundin
um.
Serliga eru tað íløgukarmarnir,
sum hava øll eygu vend móti sær
í løtuni. Íløguhugurin hjá komm
ununum er stórur og tað sama ger
seg galdandi hjá landinum.
Landsstýriskvinnan
við
fíggjarmálum,
Kristina
Háfoss,
hevur áður sagt, at hetta skal sam
skipast betur og hevur havt fundir
við kommunufelagið um hetta.
Eisini hevur kommunufelagið
havt fund við løgmann, har úrslitið
bleiv, at nú skulu haldast nakrir
fundir árliga millum land og komm
unur, so vitanin um íløgur og ætl
aðar íløgur eru kendar av báðum
pørtum.
- Vit vita øll, at hetta krevur rygg
og dirvi at ansa eftir, at vit ikki
missa tamarhald á støðuni í einum
valári. Eg vænti ikki tað gagnar
nøkrum, bert at lova gull og grønar
skógir. Búskapurin skal fylgja við,
sigur Poul Michelsen.
POLITIKKUR
Poul Michelsen og Framsókn hava gjørt greitt, at
útreiðslurna rmugu tálmast í komandi fíggjarlóg.
Aðalráðini sita í løtuni og royna at fáa tølini at passa í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2019.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur fleiri ferðir víst á bíbilsku
myndina, at fyrst koma sjey góð ár og síðani sjey rak ár.