Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juni 2018 · Nr. 72 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sýnsarbeiði á ein myndugan hátt Í starvinum hjá Akstovuni sum sýnsmaður verður ynskt, at tú hevur góð samstarvsevni, ert fyrikomandi - og at tú kanst fremja sýnsarbeiði á ein myndugan hátt Vilmund Jacobsen Akstovan lýsir um dagarnar eftir sýnsfólki, har uppgávan snýr seg um reglulig sýn og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend við fyrsta sýn. Starvsøkið fevnir um øll eftirlitsstøð hjá Akstovuni, og høvuðsarbeiðsstaðið verð­ ur í Saltangará. Akstovan hevur seks sýns­fólk í starvi á deidini. Arbeiðsgevarin ynsk­ir, at tey, sum søkja, hava út­búgv­ ing sum bil­mek­an­ik­ari, eins og tað er ein fyrimunur at hava hollar royndir á øk­in­ um. - Vit leggja dent á, at tú hevur góð samstarvsevni og ert fyrikomandi - og so kortini kanst fremja sýns­ar­ beiði á ein myndugan hátt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum stór­ vogns­mekanikari, hevur teldu­kunnleika og koyrikort til lastbil/ buss og stóran við­ festi­vogn. Á Akstovuni vilja tey, at umsóknir til starvið saman við møguligum prógvum og viðmælum verða Akstovuni í hendi í seinasta lagi hin 9. juli 2018. STARVSMARKNAÐUR Marin S. Bláberg í tíðaravmarkað starv Rigmor Dam, lands­stýris­ kvinna í mentamálum, hev­ur sett Marina Sig­ valds­dóttir Bláberg í tíðar­ av­markaða starvið sum skúla­stjóri í Vest­manna skúla. Marin er 44 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2003 og er í gongd við dipl­ om­útbúgving innan náms­ frøðiliga leiðslu á Fróð­ skap­arsetri Føroya. Hon hevur drúgvar und­ir­vísingarligar royndir á øll­um floksstigum. Marin Sigvaldsdóttir Blá­berg hevur starvast sum lærari fólkaskúlanum í 14 ár, og hetta seinasta árið hevur hon verið fyrsti­ lær­ari í Hvalvíkar skúla. Umframt at vera virk­ in innan ítrótt, hevur hon sitið tvey valskeið í Vága býrað árini 2009-2016, har hon hevur havt ym­iskar nevnd­ar­sessir, eitt nú sum for­kvinna í ment­an­ar­ nevnd­ini. Marin Sigvaldsdóttir Blá­berg hevur verið venjari í boccia og badminton. Hon hevur í mong ár verið virk­ in í kappróðri og er nevnd­ ar­limur í Róðr­ar­sam­bandi Før­oya. Marin tekur við starv­in­ um sum skúlastjóri í Vest­ manna skúla hin 1. august 2018. vilmund@sosialurin.fo Bogi Jacobsen heldur fram Tað hendi eingin broyting í nevndini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, tá ar­ beiðsgevararnir møttust til aðalfund í farnu viku. Á aðalfundinum stóðu teir tríggir nevnd­ar­lim­ir­ nir, Jón Sigurdsson, Høgni Hansen og Árni Ellefsen fyri vali, og teir vórðu allir afturvaldir. Nevndin annars heldur eisini fram óbroytt. Bogi Jacobsen heldur fram sum formaður, og Høgni Hansen er næst­for­ mað­ur. Hinir nevndarlimirnir í Føroya Arbeiðsgevarafelag eru Kristoffur Laksá, Atli Gregersen, Fróði Magn­us­ sen, Jens Meinhard Ras­ mus­sen, Odd Eliasen, Jón Sig­urds­son og Árni Ellef­ sen.  vilmund@sosialurin.fo Stjóraskifti í Leirvík Leif Høj, sum seinastu tíð­ ina hevur verið nevnd­ar­for­ maður, er nú vorðin stjóri í FoFish í Leirvík. Leif Høj tekur við sess­ inum eftir Kaj Otto Fredriks­ berg, sum fer frá. Nýggj­ur nevndarformaður í felagn­ um er Osmund Justinussen. vilmund@sosialurin.fo Frítíðarskúlin “Kambur” søkir eftir 1 námsfrøðingi Kambur er stovnur, ið veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn og frítíðarskúlabørn. Vit sóknast eftir fólki, ið hevur dirvið at seta dagsskránna, bæði fyri tey 6 ára gomlu og frítíðarskúlabørnini. Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugur at samstarva, taka ábyrgd og dugur at seta tær mál. Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin. “Kambur” liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin. Starvið er 40 tímar um vikuna, at byrja 6. august 2018 til 1. apríl 2019 fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Setanarviðurskifti Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.15 – 17.00. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett starv. Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9.juli 2018 kl. 12. Eisini ber til at senda teldupost til info@fuglafjordur.fo. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38 Fo-530 Fuglafjørður Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørghild Arnholdtsdóttir, leiðara, telefon 238092. Fuglafjarðar Kommuna