týsdagur 26. juni 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juni 2018 · Nr. 72
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STARVSMARKNAÐUR
INTERNT SØLUFÓLK
Ert tú spent/ur uppá at geva kundunum ta bestu tænastuna,
og hevur tú royndir innan nonfood?
So ert tú kanska okkara interni seljari til sølutoymið.
Blika Sp/f • Akranesgøta 9 • FO-100 Tórshavn • Tel. 60 66 66
UM STARVIÐ
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv, har tínar
avbjóðingar skifta, so hvørt sum virkið mennist,
og tørvurin broytist. Tú fert at hava nógv at siga í
sølutoyminum, sum í dag hevur 3 medarbeiðarar.
Tínar avbjóðingar verða:
• Viðgerð av spurningum frá kundum, og eisini
seta tilboð saman og ordraviðgerð
• Kundasambond og telesøla
• Vera við í verkætlanaruppgávum
• Back-up fyri okkara eksternu seljarum
• Luttaka í aktivitetum viðvíkjandi
marknaðarføring
• Veitarasambond eru ein stórur partur av
starvinum
EITT SINDUR UM TEG
Tú ert í dag í starvi sum sølusamskipari, internur
søluráðgevi ella líknandi. Tú trívist við eini breiðari
kontakt til kundar, veitarar og starvsfelagar, og tú
hevur skil á, hvat hendir. Tú ert ábyrgdarfull/ur,
røsk/raskur og skipað/ur viðvíkjandi arbeiðs-
uppgávum og trívist, tá tú hevur nógv at gera.
Tað er ikki verri, um tú hevur eina breiða vitan
um nonfood. Tú ert tænastuhugað/ur og setur
eina æru í at geva kundanum ta bestu tænastu-
na. Tað hevur týdning, at tú kanst samarbeiða í
einum toymi, men eisini at tú dugir at arbeiða
sjálvstøðugt. Tú ert lættsint/ur, er útvendur og
ikki stúrin av lyndi.
UM BLIKA
Blika er ein heilsøla sum síðani byrjanina í 1992
hevur lagt seg eftir at selja nonfood vørur í eini
breiðari merking. Vøruúrvali spennir alt frá pappír
og reingerðarvørur til skrivstovulutir, innbúgv,
spælipláss og mangt annað. Kundar hjá Blika eru
fyritøkur og stovnar um alt landið. Blika leggur
seg eftir at selja dygdarvørur til sámuligar prísir.
Blika hevur í løtuni 8 starvsfólk harav 3 eru koyr-
andi sølufólk sum vitja kundar kring alt landið.
UMSÓKN
Hevur tú hug til at skapa tær eina framtíð hjá Blika,
so er at senda okkum tína umsókn saman við CV
beinavegin, ella í síðsta lagi tann 8. juli 2018.
Tú byrjar 1. sept. 2018 ella skjótast tilber.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Eyðun Hansen á fartelefon 233667 ella við at
senda teldupost til eydun@blika.fo
Kom í skrivstovulæru á Bústøðum
Hjá Bústøðum er eitt spennandi lærupláss sum skriv stovu
næmingur innan fyrisiting leyst at søkja
Yviri við Strond 6
bustadir@bustadir.fo
Postsmoga 215
www.bustadir.fo
110 Tórshavn
Tel. +298 401000
Bústaðir er alment bústaðafelag, ið fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir. Sum alment bústaðafelag tryggja vit, at skipað viðurskifti eru á leigu og lutaíbúðamarknaðinum,
at dygdin á bú støðu num er í lagi, og at umvælingar og fíggjarkarmar eru hóskandi. Bústaðir hava í dag 256 leiguíbúðir kring alt landið, og fleiri enn 300 aðrar eru í gerð ella
ávegis. Hjá Bústøðum eru 19 starvsfólk. Sí meira um Bústaðir á heimasíðu okkara bustadir.fo.
SKRIVSTOVUNÆMINGUR
Sum skrivstovunæmingur fært tú frálæru í málsviðgerð, debitorstýring,
bók hal di og roknskapi. Hjá Bústøðum kemur tú harumframt at fáast við
upp gáv ur í sambandi við útleigan av íbúðum, og vil tú tí eisini fáa innlit í
fyri sit ing av íbúðum og arbeiði við íbúðaverkætlanum.
UM TEG
Vit hugsa okkum, at tú hevur viðkomandi miðnámsskúlaprógv. Tú dugir
væl føroyskt, hevur áhuga og førleikar innan búskap og KT, tú ert ágrýtin,
dámar avbjóðingar og hevur eitt jaligt lyndi.
VIT BJÓÐA TÆR
Eitt lærupláss, har tú fært útbúgving í fyrisiting, og har tú verður partur av
einum starvsfólkatoymi við sera fjøltáttaðum skrivstovuuppgávum.
Útbúgvingartíðin er vanliga 2 ár fyri næmingar við HHprógvi, 2½ ár fyri
næm ingar við students, HIF, HT ella HFprógvi og 3 ár fyri næmingar við
FHSprógvi.
Tú fært løn eftir lønar og setanarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið. Arbeiðsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni hjá Bú støð
um, Yviri við Strond 6, Tórshavn. Læruplássið verður væntandi sett í august.
UMSÓKNARFREIST
Freistin at senda umsókn við CV og øðrum viðkomandi skjølum er hósdagin
12. juli 2018. Setanarsamrøður kunnu væntast at verða í viku 29.
Hevur tú spurningar um læruplássið, kanst tú venda tær til Vónbjørt Svabo
á telefon 401000 ella við telduposti til vonbjort@bustadir.fo