Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin – Samlaða virksemið hjá landi og komm­ un­um skal viðgerast undir einum og, um neyð­ugt, verða tálmað við lóg. Tað segði Framsókn í fráboðan til fjøl­ miðl­ar­nar um dagarnar. Ikki tí, vit kenna øll ávaringarnar sum koma, tá land og kommunur seta ferð á há­ kon­juk­tur­in við at seta enn fleiri bygg­i­verk­ æt­lan­ir í gongd, hóast tað priv­ata koyrir við full­ari ferð. Tað var Keynes gamli sum segði, at stat­ ur­in skal fylla holini í eft­ir­spurn­ing­inum við at føra ein eks­pan­sivan fíggjarpolitikk í ring­um tíð­um – tá lág­kon­jukturur er. Hin­ vegin segði hann, at ein kontr­ak­tivur fíggj­ ar­pol­itikkur virk­ar linn­andi í góðum tíðum, tá bú­skap­ur­in koyr­ir við fullari ferð í einum yv­i­r­upp­hit­að­um búskapi. Hetta er so skilagott, at og tað øll. Tað halda politikararnir eisini. Tað er bara tað, at politikarar halda seg vita betur, enn sjálv búskaparfrøðin, hvat loysir seg best beint nú. Tí politikarar skulu seta síni fingramerki á politikkin. Fyri politikaran hevur tað so sera stóran týdning, at veljarin veit, at tað var akkurát hesin fantastiski politikarin ella politiski flokkurin sum gjørdi akkurát hesa verk­ætlanin, sum hevur so ræðuliga stóran týdn­ing, at teoriirnar hjá Keynes og øðr­um góðum monnum mugu víkja akk­ urát nú. Men seinni, kanska tá hesir pol­it­ik­ar­ arnar eru farnir í andstøðu, tá støva vit Keyn­es avaftur og siga, at landið skal føra ein kon­tr­a­k­tivan fíggj­ar­pol­itikk soleiðis, at land­ið ikki setir meira ferð á búskapin enn gott er. Og so renna vit okkum aftur í end­a­leysa kjak­ið, hvørt tað eru komm­un­ur ella landið, sum skal tátta í. Og meðan fólk kjakast, so verða í­løgur gjørdar – um ikki fyr­i­lit­ar­leyst, so í øllum førum so ó­skip­að, at búskapurin hitn­ar ov nógv. Men hvussu ber tað til, at eingin pol­i­ tiakari og eingin stjórn megnar at stýra eftir skil­a­góðu og einføldu búskaparteoriunum hjá Keyn­es? Í húsarhaldinum duga vit tað so nøk­u­lunda, til vit lata okkum taka av fót­ um av tølandi tilboðum um, at vit gerast rík­ari av at læna enn fleiri pengar. Er tað veruleiga so einfalt sum tað, at her er talan um »andre folks penge«, ella er pol­ it­ikarar býttari enn fólk felst? Fólkið fær so teir politikarar, tað velur. Hví kann tað ikki vera skilagott at tátta í bú­sk­ap­in? Bet­ur seint enn ongantíð, sigur orðatakið. Umsíðir hevur Tórshavnar kommuna tik­ið seg sam­an at gera eitthvørt við ferðslu­ruð­ul­eik­ an, sum er á vegamótinum Hvítanesvegur/Eyst­ ari Ring­veg­ur um morgnarnar. Eyðvitað hevur tað møtt um ferðsluna móti Havnini, men tað hev­ur skapt ein øgiligan ruðuleika seinnapartin, tá ferðsl­an gongur út úr Havnini. Ferðslan yvir við Strond hevur gingið so væl út úr býnum. Tí á Eystara Ringvegi snarar hon til høgru uttan trup­ulleikar. Men nú eru trupulleikar. Stórir trupulleikar. So­leiðis sum ljósini eru innstillað, so sleppa bara fimm bilar sum koma eystaniífrá at snara til høgru, hvørja ferð tað lýsir grønt. Tí er røðin om­an til Boð­an­esh­eimið –nakað, sum ongantíð er hent áður. Merkisvert er eisini, at ferðsluljósini koma nú, tá Sudentaskúlin flytur út í Marknagil, sum lættir munandi um ferðslutrýstið. Óivað onkur innstilling, sum skal broytast... Vilja síggja síni fingramerki Tað sum skuldi vera gott var ringt NÝGGJ FERÐSLULJÓS Les eisini blaðið á telefonini Føroyar og Het­ land – fiskiv­inna og vina­rlag Siðsøga síða 16-17 Varðveitið hóttanina Baksíðan Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri – Allir festivalar og onnur bjóða tónleik á rætti­liga høgum altjóða støði! Hetta er ivaleyst eitt av árunum innan tón­leikin, har eg havi upplivað hann mest á­huga­verdan, tí seinasta innan útgávur og ann­að hava neyvan verið á hægri støði. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, var tað ikki henda tøkniliga góðskan, ið setti skránna, men tónleikurin hevur so ómetaliga størri møgu­leikar at føra seg fram, tí tøknin hevur og set­ur dagsskránna. Mong hava havt hetta við ummælum og at hava eina meining um avrikini, og er mín klára meining, at hava vit ikki kritiska og stimbr­andi eygað, verður samlaða úrslitið ikki tað besta. Tað er spennandi at fylgja einstøku útgevarunum, sum onkursvegna vilja gera sítt egna serstakt, ið sjálvandi er við at seta teirra avrik á skrá. Tónleikurin hevur øll hesi árini sett sær fyri at mennast, tí taka vit umhvørvið innan umstøður til upptøkur produktión og annað, er tann sjálvkritiska menningin bara vaksin. Gott tónleikasummar! Fríðálvur A. Jensen Tónleikaligt summar til øll 29. JUNI 2018