Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 25. mai 2017 2 59 Løgreglan dupultan leiklut GALDANDI LÓG ER ÓHEPPIN Í FLEIRI FØRUM Árni Gregersen arni@sosialurin.fo Tildømis hevur løgreglan í fleiri før­ um víst á, at tað er óheppið at pol­ itiið bæði viðger og letur mat­stov­ u­loyvi, samstundis sum tey skullu hava eftirlit at treytirnar í loyvunum verða hildnar. Afturat tí eru reglurnar í dag skip­ að­ar soleiðis, at fleiri ymiskir mynd­ ug­leik­ar skulu veita fleiri ymisk loyvi í sambandi við matstovu- og skeink­ing­arvirksemi. Tískil verður skotið upp at gera hesa um­sókn­ar­mannagongd meira ein­falda og tíðarhóskandi. Mett verð­ur, at hetta endamál best verður rokkið við at gera eina yv­ ir­skip­aða lóg, sum á einum stað á­set­ur reglur fyri nevnda virksemi. Endamálið við at skipa alt í einari lóg er at gera tað lættari at fara undir slíka vinnu og at gera tað lættari hjá teim­um, sum skulu hava eftirlit. Í dag verður alt virksemið á øki­ num nevnt matstovuvirksemi, eisini tá ið tildømis bert verður skipað fyri dansi. Mett verður óneyðugt at á­seta strong krøv til køkin og um­støðu­ rn­ar at gera mat annars á ein­um dansistaði ella í einum ment­an­ ar­húsi, tí meginendamálið er ikki mat­arsøla­. Hinvegin verða strongu krøvini til køk­in varðveitt, tá ið talan er um veru­ligt matstovu¬virksemi. Virksemið, sum ikki hevur matar­ sølu sum meginendmál, t.d. eitt disk­otek, skal kortini lúka strongu treyt­ir­nar, um diskoteksvirksemið eis­ini fevnir um at borðreiða við mati fyri gest­unum. Eisini í slíkum førum verð­ur s­kilt ímillum ymisk sløg av borð­reið­ing, og góðkenningin er ym­isk, alt eftir um talan er um veru­ l­iga matgerð ella meira einfalda borð­rei­ð­ing. Tískil verður farið til eina skip­an, har tað fer at bera til at býta mat­ stovu- og skeinkiloyvini sund­ur á ymiskan hátt soleiðis, at loyv­ini samsvara við tað veruliga virk­sem­ ið. Í hesum sambandi er ætlanin at flyta skeink­i­loyv­is­regl­ur­nar úr rús­drekk­a­lóg­ini og yvir í mat­stov­u­ lóg­ina, eins og galdandi reglur um skein­k­i­loyvi verða eftirmettar og dag­førdar Lógaruppskotið er júst sent til vinn­una til ummælis Avtaka stranga grein í galdandi halgidagslóg UPPSKOT UM AT SAM­ TYKKJA LÓG UM MATSTOVU- OG GIST­ING­ AR­HÚS­VIRKSEMI ÁVEGIS Árni Gregersen arni@sosialurin.fo Grein 5 í galdandi halgidagslóg skal set­ast úr gildi. Í staðin fyri skal ein nýggj lóg um mat­stovu- og gistingarhúsvirksemi sam­tykkjast, sum yvirskipað skal skal stýra øllum virkseminum á øki­ num. Ferð eftir ferð er víst á, at sum hetta økið er skipað, so skulu fleiri mynd­ug­leikar veita fleiri ymisk loyv­ir í sambandi við matstovu- og skein­k­ ing­ar­vir­ksemi. Tí er tað, at landsstýrismaðurin við vinn­u­málum, sum hevur latið eitt upp­skot gera, sum ger hesi viður­ skifti minni umsitingartung. Í viðmerkingunum til uppskotið v erður sagt, at í fleiri førum er tað so­leið­is, at siðvenjan, sum er, kortini ikki fylgir galdandi lóg, so nú er skila­ gott at fáa viðurskiftini í rættlag. Viðvíkjandi grein 5 í halg­i­ dags­lógi­ni er tað soleiðis at tann avmarkingin av upp- og aftur­lat­ing­ ar­tíð­um, sum eru galdandi ávís kvøld á ári­num, verða strikað. Henda áseting hevur ikki verið hand­hevjað í longri tíð, tí onnur regu­ ler­ing er komin í staðin fyri. Sum dømi um hetta kann nevn­ ast, at loyvt er at skipa fyri dansi til kl. 04:00 sunnumorgun, hóast dans­urin eftir § 5 skuldi hildið uppat á mid­nátt. Í somu grein er harumframt á­sett, at loyvt er als ikki at skipa fyri al­mennum tiltøkum kvøldið fyri jól­ a­dag, páskadag og hvítusunnudag. Heldur ikki henda áseting hev­ur verið handhevjað til fulnar í longri tíð, og bæði matstovur og skeink­ing­ støð hava opið hesi kvøld, eins og skip­að verður fyri øðrum almennum til­tøk­um. Forboðið hevur verið handhevjað á tann hátt, at loyvt hevur ikki verið at skipa fyri dansi ella at hava live tón­ leik­a­framførslur. Fyri at løgskipa ta sið­venju, sum hevur verið galdandi sein­astu mongu árini, tá ið talan er um almen tiltøk og afturlatingartíðir kvøld­ið fyri ein heiligdag, verður skot­ið upp at strika ásetingina í § 5 í halgi­dagslógini. Aðrar broytingar verða ikki gjørd­ ar í halgidagslógini. Av tí at talan bara er um eina ein­staka broyting, er í samráð við mentamálaráðið avgjørt at gera ta broytingina í hesum lóg­ar­upp­skot­ i­num. Eitt nú er ætlanin , at loyvt skal verða at skipa fyri dansi til kl. 04:00 sunnumorgun, hóast dans­urin eftir § 5 skuldi hildið uppat á mid­nátt