hósdagur 11. november 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 216 - 11. november 2004
Nr. 216 - 11. november 2004
17
Býráðið hevur slitið tjóðveldið
í Vági illa
Tjóðveldisflokkurin í
Vági misti ein mann á
býráðsvalinum týs-
dagin
BÝRÁÐSVAL
Áki Bertholdsen
áki@sosialurin.fo
Tað skerst ikki burtur, at
tjóðveldisflokkurin í Vági
hevði stóra afturgongd í
býráðsvalinum týsdagin.
Tjóðveldið hevði fýrá
býráðslimir, men hesuferð
mistu teir fjórða limin til
sambandsflokkin og hava
sostatt tríggjar býráðslimir.
Hinvegin fekk sambands-
flokkurin sum sagt, ein aft-
urat og tey eru nú tvey.
Annars varðveittu bæði
uttanflokkalistin og javnað-
arflokkurin
síni
bæði
umboð í býráðnum.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa orðið á Jògvan
Krosslá, borgarstjóran í
Vági, áðrenn blaðið fór til
prentingar í gjár.
Men næsti maður á list-
anum var Hans í Líðini og
hann heldur, at valúrslitið
hjá tjóðveldisflokkinum í
Vági er ein avleiðing av
politiskum sliti.
Jógvan Krosslá fekk 174
atkvøður á seinasta vali,
men hesuferð fekk hann
bara 80.
–
Tjóðveldisflokkurin
hevur havt borgarstjóran í
Vági í 12 ár og tað hevur
uttan iva kostað í sær sjálv-
um, heldur Hans í Líðini.
Tað skerst heldur ikki
burtur, at vinnuliga hevur
staðið illa til í Vági seinastu
árini og tað kann eisini
hava kostað borgarstjóran-
um atkvøður.
Men er hetta so, er tað
ein stór misskiljing, heldur
Hans í Líðini, sum sjálvur
er nývaldur í býráðnum.
– Ein kommuna skal ikki
reka vinnulív og tí kann tað
ikki leggjast kommununi til
last, at tað er so lítið arbeiði
í Vági.
– Ein kommuna skal
skapa karmar og karmar
hevur Vágs Kommuna skat
so góðar sum nakrastaðni.
hava umsóknir verið um
vinnuvirkir, hevur komm-
unan avgreitt umsóknirnar
skjótt og væl og niðri á
havnalagnum eru umstøð-
urnar heilt framúr.
– Trupulleikin er, at tað
privata vinnulívið manglar
pening til at seta naka í
verk fyri, sigur nývaldi bý-
ráðslimurin í Vági
– Er støðan tann, at
borgarin væntar, at komm-
unan skal hava hava vinnu-
lív, avspeglar tað bara,
hvussu vánalig støðan er.
Sjálvur er Hans í Líðini
sera bilsin av sínum egna
valúrslitið.
Hann
fekk
heilar 76 atkvøður og var
sostatt bara fýra atkvøður
aftanfyri Jógvan Krosslá.
– Tað var nógv meiri enn
eg hevði væntað, sigur hann.
Triði býráðslimurin hjá-
tjóðveldisflokkinum í Vági,
er Dánjal Bjarkhamar.
Sambandsflokkurin fekk
ein lim afturat. Ásgerð
Stenberg, sum hevur sitið í
býráðnum, fær nú Svenn-
ing Borg undir liðina á sær.
Hjá javnaðarflokkinum
hendi eisini ein broyting
við tað, at Páll Augustinus-
sen fall. Ístaðin var Kirstin
Strøm Bech vald við stórari
undirtøku, tí hon fekk 74
og hon skal nú manna javn-
aðaflokkin í býráðnum
saman við Eyðfinni Mørk.
Uttanflokkalistin varðveitti
eisini síni bæði umboð.
Sølvi Andreasen varð aftur-
valdur, men Poul Johannus
Joensen stillaði ikki upp-
aftur. Fyri hann varð Poul
Augustinussen, valdur.
Hjá borgarstjóranum
í Vági kemur aftur-
gongdin á býráðsval-
inum týsdagin ikki
óvæntað. Men aftur-
gongdin varð størri
enn hann stúrdi fyri
BÝRÁÐSVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vágur: Tað kemur ikki
óvæntað á Jògvan Krosslá,
borgarstjóra í Vági, at hann
fekk so stóra afturgongd á
býráðsvalinum týsdagin.
À valinum í 2000, fekk
borgarstjórin í Vági 174
atkvøður. men hesuferð
leyp ein rættilig skrivað og
hann fekk ikki meiri enn 80
atkvøður og flokkur hans-
ara,
tjóðveldisflokkurin,
misti ein býráðslim ognú
hevur hann tríggjar.
– Eg havði væntað eina
afturgongd. Men eg hevði
ikki væntað, at hon varð so
stór, sum hon hóast alt
varð, sigur hann í eini
stuttari viðmerking.
Men hann heldur, at hetta
er ein natúrlig gongd.
– Eg havi verið leingi í
politikki og har gongur upp
og niður. Tað slítur at vera í
politikki og tað er heilt
naurligt at tað eisini gongur
afturá, sigur hann.
Men hann heldur kortini,
at uppundir valið hesuferð,
hava hermótini verið nokk
so greið.
– Tað hevur verið nógv
tosað um at flyta miðnáms-
skúlan í ein depil í Hovi og
um kommunusamanlegg-
ing. Hetta eru tvey mál, har
eg havi havt eina heilt
greiða støðu og tað er hann
kanska revsaður fyri.
Kortini heldur hann, at í
hesum málum hevur hann
ikki havt nakað sum helst
val.
– Tað hevur verið eitt
púra samt býráð í hesum
báðum málum. Og hetta
hevur eisini verið ein støða,
sum eg havi verið púra
samdur í.
Men Jógvan Krosslá sig-
ur, at hetta kann hava ført
við sær, at vágbingar hava
ikki valt so persónligt, sum
teir hava gjørt, men at
floksatkvøðurnar eru farnar
hvør tíl sítt.
Hvussu samgongan fer at
síggja út í næsta valskeiði,
hevur hann onki boð uppá í
løtuni.
Í hesum valskeiðnum
hava allir flokkar verið við
samgonguni, tó at tann eini
limurin í javnaðarflokkin-
um, Eyðfinn Mørk, seinni
tók seg úr samgonguni aftur.
– Hetta er ein skipan,
sum mær hevur dámað sera
væl og stendur tað til mín,
fáa vit aftur eina samgongu
við so nógvum býráðslim-
um, sum gjørligt.
– Hetta gevur býráðsar-
beiðnum eina serliga di-
mensjón, tí tað gevur øllum
møguleikan at ávirka bý-
ráðsarbeiðið og tað gevur
samtyktum í býráðnum eina
serliga tyngd, sigur hann.
Væntaðu at ein skriða leyp
Seyða-
menn
skoraðu
mest
KOMMUNUVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyri: Eitt mál, sum
hevur verið frammaliga
í valstríðnum á Tvør-
oyri, er at vetrarfriða
Tvøroyri fyri seyð.
Býráðið hevur arbeitt
við málinum í fleiri ár,
men enn er ikki komið á
mál.
Tó er enn gongd á mál-
inum, men kommunan
er víðfør og semja skal
fáast við nógvar hagar,
eins og milliónaupp-
hædd skal latast í end-
urgjaldi
fyri
mist
vetrarbit.
Tað var eisini bara
spurningurin um vetrar-
bit, sum fekk áhoyrarar-
nar at ressast við á velj-
arafundinum á Tvøroyri
uppundir valið.
Tað er ongin loyna, at
Kristin
Michelsen,
borgarstjóri og Jaspur
Vang, nývaldur býráðs-
limur, hava rættiliga
nógvan seyð. Og um tað
er rættvíst ella ikki,
skulu dagar ikki takast
ímillum her, men tað er
heldur ongin loyna, at
akkurát
hesir
báðir
verða mangan lagdir
undir at eiga ein triva-
ligan part av tí seyði,
sum ger sær dælt av tí
sum grør ímillum húsini
á Tvøroyri.
Men veljarin á Tvør-
oyri mann hava stórt álit
á, at júst hesir báðir eru
førir fyri at fáa seyðin úr
býnum, tí til stuttleika
kann nevnast, at tað
vóru hesir báðir, sum
fingu nógv flestar at-
kvøðu til býráðsvalið
týsdagin.
Kristin Michelsen var
toppskorari við 225 at-
kvøðum og Jaspur Vang
fekk 169 atkvøður og
sostatt kom ongin nær í
námind av teimum báð-
um.
Tað gekk skjótt at telja
atkvøðurnar í Vági.men
rúgvan hjá Jògvani Krosslá er
nógv minni enn hann plagar
at vera (myndina tók
Dagfinn Olsen)
Hans í Líðini
Løgdu seg róliga at sova
Javnaðarmenn á
Tvøroyri kundu ró-
liga tørrna inn eftir
kommunuvalið týs-
kvøldið í fullari vissu
um, at ongin kundi
stjala borgarstjóran
frá teimum
KOMMUNUVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyri: Er tað nakað,
sum er heilt vist eftir bý-
ráðsvalið á Tvøroyri týs-
kvøldið, er tað at borgar-
stjórin tey næstu fýra árini
verður javnaðarmaður.
Av teimum sjey býráðs-
limunum á Tvøroyri, fekk
javnaðarflokkurin fýra um-
boð og kann sostatt skipa
meirilutan einsamallir.
Mong mettu, at javnaðar-
flokkurin spældi við krút,
tá ið teir tóku gamla tjóð-
veldismannin,
Kristin
Michelsen, upp í flokkin
sum jokara til hetta býráðs-
valið.
Men teir fingu sanniliga
fulla úrtøku burturúr, tí teir
fingu ein býráðslim afturat
og hava nú fýra og sostatt
meiriluta einsamallir.
Ella sum toppskorarin,
Kristin Michelsen segði
eftir valkvøldið:
– Vit kunnu róliga leggja
okkum at sova í kvøld, tí
tað hevur í hvussu so er
ongin skipa samgongu fyri
nøsini á okkum, ímeðan vit
liggja í fasta svøvni.
Ì hesum liggur eisini, at
javnaðarmenn ætlaðu at
taka sær tær stundir sum
kravdust, áðrenn teir skip-
aðu nýtt býráð.
Hóast teir hava møgu-
leikan at skipa samgongu
einsamallir, er tað ikki vist,
at teir fara at brúka hendan
samgongan.
Fleiri aðrir býráðslimir
løgdu til merkis, at í sjón-
varpinum eftir valið læt
Kristin Michelsen dyrnar
upp fyri samstarvið tvørtur
um floksmark.
Við Sosialin sigur hann,
at hetta er ein spurningur,
sum skal takast upp við
javnaðarfelagið á Tvøroyri.
– Vit hava møguleikan at
skipa samgongu einsamall-
ir, men um vit brúka tann
møguleikan framum eitt
samstarv við aðrar flokkar,
er ein annar spurningur.
Tað er eitt mál, sum skal
viðgerast innanfloks, sigur
Kristin Michelsen.
Spurningurin er so, hvør
verður borgarstjóri á Tvør-
oyri.
Kristin Michelsen dylir
ikki fyri, at fær hann til-
boðið, tekur hann av.
Hinvegin er tað ikki til
fyrimuns fyri hann, at hann
er kendur tjóðveldismaður,
sum er akkurát er komin
upp í javnaðarflokkin og tað
er onki dulsmál, at tað hóv-
ar summum javnaðarfólkum
illa, at tey skulu velja júst
hann til borgarstjóra.
Hinvegin kann tað vera
trupult at sleppa uttanum
hann, tí hann hevði eitt av-
bera gott val og fekk so
nógv flestar atkvøður á
javnaðarlistanum.
Hann
skoraði heilar 225 atkvøð-
ur, sum er næstan tríggjar
ferðir so nógv, sum hann
fekk á seinsata vali. Tað er
eisini næstan tríggjar ferðir
so nógv sum næsti maðúr á
listanum.
Mett verður, at umframt
Kristin Michelsen, er besta
boðið upp á ein borgar-
stjóra á Tvøroyri, Pauli Ein-
arsson, sum er næstvaldur á
javnaðarlistanum við 87 at-
kvøðum.
Annars
sigur
Kristin
Michelsen, at tað komandi
býráð fer at arbeiða eftir
sama leisti sum fráfarandi
býráð.
Og hann leggur dent á, at
eitt aðalmál hjá komandi
býráðssamgonguni verður
at lækka skattin, eftir at tey
hava havt landsins hægsta-
skattaprosent í fleiri ár.
Krevja samanlegging
Annars
tulkar
Kristin
Michelsen valúrslitið í Suð-
uroynni sum heild, sum eitt
tekin um, at suðuroyingar
krevja, at kommunupolitik-
arar skulu meta oynna sum
eina eind og skulu virka
fyri at leggja kommunurnar
saman.
Hann sipar serliga til úr-
slitið hjá borgarstjóranum í
Vági, Jógvani Krosslá, sum
gekk nógvar atkvøður aftur.
Júst Jógvan Krosslá hevur
verið
íðin
stríðsmaður
ímóti at leggja oynna sam-
an í eina kommunu.
– Hetta valið var ein
ósigur hjá teimum, sum
ikki vilja hava Suðuroynna
í eina kommunu.
Tí skilir hann framvegis
ikki, at hinar kommunurnar
í oynni ikki vildu hava veg-
leiðandi fólkaatkvøðu um
kommunusamanlegging,
eins og tað var í Sumba og
á Tvøroyri.
– Royndirnar at savna
oynna í eina kommunu fara
at liggja frammaliga í ar-
beiðsskránni hjá nývalda
býráðnum á Tvøroyri, sigur
Kristin Michelsen.
– Útlitini fyri at saman-
sjóða oynna í eina komm-
unu er júst tað, sum fer at
gera komandi valskeiðið
serstakliga
spennandi,
leggur hann afturat.
Bæði í Sumba og á
Tvøroyri er heilt
stórur meiriluti fyri
at leggja Suðuroynna
í eina kommunu
KOMMUNUSAMAN-
LEGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Bæði Tvørafólk og sum-
bingar taka so dyggiliga
undir við, at Suðuroyggin
verður ein kommuna.
Tað er úrslitið av vegleið-
andi fólkaatkvøðuni, sum
var í sambandi við komm-
unuvalið týsdagin.
Umframt at velja nýtt
kommunustýri, sluppu velj-
arar í Sumba og á Tvøroyri
eisini at atkvøða um teir
vildu hava Suðuroynna í
eina kommunu ella ikki.
Hetta var ein vegleiðandi
fólkaatkvøða, sum Sumbiar
Kommuna tók stig til og
sum kommunan heitti á
allar hinar seks kommunur-
nar í Suðuroynni um eisini
at hava.
Men bara Tvøroyri tók
undir við ætlanini.
Tað vóru júst Sumba og
Tvøroyri sum arbeiddu við
at leggja saman fyri valið,
men tey blivu ov sein á sjóv-
arfallinum og kláraðu ikki at
avgreiða tað fyri valið.
Men úrslitið av hesum
báðum fólkaatkvøðunum
um samanlegging, er ikki
til at misskilja.
Í Sumbiar Kommunu at-
kvøddu 154 fyri at leggja
alla Suðuroynna í eina
kommunu og 59 atkvøddu
ímóti. Sostatt atkvøddu 72,
% fyri at leggja alla oynna í
eina kommunu.
À Tvøroyri var meirilutin
fyri at leggja Suðuroynna í
eina kommunu uppaftur
greiðari. Har atkvøddu 898
fólk fyri samanlegging og
góð160 atkvøddu ímóti.
Tað er ein meiriluti upp á
84%.
Leggjast skal tó afturat,
at í báðum støðum vóru
nakrar fáar blankar atkvøð-
ur. Tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa tey heilt
nágreiniligu tølini, men tað
reingist ikki við tann veru-
leika, at í báðum kommun-
unum var heilt greiður
meiriluti fyri kommunu-
samanlegging.
Jacob Vestergaard, borg-
arstjóri í Sumba sigur, at tað
er ongin ivi um úrslitið.
Og úrslitið er, at sumbingar
og tvørafólk vilja hava alla
oynna í eina kommunu.
Og Hann heldur, at hetta
er eitt úrslit, sum forpliktar
kommunustýrini at arbeiða
víðari við samanlegging.
Kortini verður tað ikki
hansara uppgáva, tí Jacob
Vestergaard stillaði ikki
uppaftur.
Hann sigur eisini, at ein
orsøk til afturgongdina hjá
borgarstjóranum í Vági
kann vera, at hann hevur
havt so greiða støðu ímóti at
leggja oynna í eina komm-
unu, men hann ivast ikki í,
at vinnuliga støðan eisini
hevur havt sína stóru orsøk.
Hinvegin
vísur
hann
eisini á, at borgarstjórin á
Tvøroyri, Kristin Michel-
sen hevur verið heitur for-
sprákari fyri einari komm-
unu í Suðuroy og hann
hevði eitt kanónval.
– Valúrslitið er rættiliga
áhugavert og tað er ongin ivi
um, at hetta er ein púra
greið ábending um, at ein
nógv størri partur av suður-
oyingum vil hava alla oynna
í eina kommunu, enn vit
kanska geva okkum far um,
sigur Jacob Vestergaard.
Kristin Michelsen hevði alt húski við inn í atkvøðuhøli og tey fylgdu spent við uppteljingini. Og
tey vóru lætt um hjartað, tá ið tey fóru avstað aftur, tí hann hevði eitt satt kanónval
Stórur meiriluti fyri at leggja
Suðuroynna í eina kommunu
C
M
Y
K
17
16