hósdagur 11. november 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 216 - 11. november 2004
Nr. 216 - 11. november 2004
19
Borgarstjórin, Jan
Christiansen, styrkti
sína støðu í
Tórshavnar býráð við
einum rimmar vali
við 565 persónligum
atkvøðum
VALIÐ 04
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Tórshavnar
kommunu seinastu fýra
árini fekk eitt rimmar
býráðsval við heili 565 per-
sónligum atkvøðum, sum
eru yvir 200 atkvøður fleir
enn á seinasta býráðsvali.
Fólkaflokkurin í Tórshavn-
ar kommunu fekk eisini
eina stóra framgongd á val-
inum, tí flokkurin gekk
slakar 600 atkvøður fram.
– Vit fáa ein kvitering
fyri okkara góða arbeiði
seinastu fýra árini. Her
hugsi eg serliga um góða
fíggjarpolitikkin, og at
tørvurin á barnaansingar-
plássum er nøktaður. Tað er
eisini givið, at Fólkaflokk-
urin hevði ein ómetaliga
sterkan lista hesaferð, har
vit høvdu valevni bæði í
Kaldbak, Argjum, Nólsoy
og Kollafirði, sigur Jan
Christiansen.
Borgarstjórin í Havn var
sum vera mann eisini fegin
um persónligu úrtøkuna.
Jan Christiansen fekk sítt
besta býráðsval nakrantíð
við 565 atkvøðum. Eins og
undangongumenninir
í
borgarstjórasessinum
í
Tórshavnar
kommunu
spældi sonevnda borgar-
stjóraeffektin ein týðandi
leiklut á valinum hesaferð.
Harmiligt við
sambandinum
Samgongufelagin
hjá
Fólkaflokkinum,
Sam-
bandsflokkurin, gekk nógv
aftur á býráðsvalinum hesa-
ferð. Jan Christiansen var
ógvuliga harmur um aftur-
gongdina hjá Sambands-
flokkinum.
– Støðan hjá Sambands-
flokkinum er harmilig, men
eg haldi ikki, at vit kunnu
taka afturgongdina á okk-
um. Eg helst sæð, at Sam-
bandsflokkurin kom styrkt-
ur úr valinum, men á hátt er
valúrslitið hjá teimum ikki
óvæntað, tí teirra listi hesa-
ferð var ikki av teimum
sterkastu,
sigur
Jan
Christiansen.
Borgarstjóraeffekt 1980-2004
1980-1984: Poul Michelsen 230 atkv. til 1307
1984-1988: Poul Michelsen 1307 atkv. til1169
1988-1992: Poul Mivhelsen gevst í´92
1992-1996: Lisbeth L. Petersen 787 atkv. til 1003
1996-2000: Leivur Hansen 223 atkv. til 524
2000-2004: Jan Christiansen 308 atkv. til 565
FAKTA
Borgarstjóraeffektin ger framvegis um seg
– Vit fáa ein kvitering fyri okkara góða arbeiði seinastu fýra
árini. Her hugsi eg serliga um góða fíggjarpolitikkin, og at
tørvurin á barnaansingarplássum er nøktaður. Tað er eisini
givið, at Fólkaflokkurin hevði ein ómetaliga sterkan lista
hesaferð, har vit høvdu valevni bæði í Kaldbak, Argjum,
Nólsoy og Kollafirði, sigur Jan Christiansen
Mynd: Jens Kristian Vang
Um hálvgum tvey
tíðina mikunáttina,
varð ein avtalað
undirskrivað ímillum
Fólkaflokkin og
Sambandsflokkin,
um at manna sam-
gonguna í Tórshavn-
ar Býráð. Men miku-
morgunin skrivaði
Heðin Mortensen
eisini undir eina aðra
avtalu
VALIÐ 04
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Heðin Mortensen skriv-
aði, saman við restini av
Sambandsflokkinum undir
eina avtalu í nátt einaferð
um hálvgum tvey tíðina.
Nú havi eg hoyrt, at hann
hevur brotið tað avtaluna,
og hevur skrivað undir eina
avtalu ímillum Tjóðveldis-
flokkin, Javnaðarflokkin
og
seg,
sigur
Høgni
Mikkelsen.
Sambandið heldur
avtaluna
Høgni slær tó fast, at
hvørki hann ella Beata L.
Samuelsen ætla sær at
leypa frá avtaluni, sum
varð undirskrivað í nátt.
–
Sambandsflokkurin
hevur skrivað undir eina
avtalu, og tað standa vit
við. Vit eru fullkomiliga
skelkað av tíðindunum,
sum vit í morgun frættu,
um at Heðin hevur brotið
avtaluna, sum vit gjørdu í
nátt. Vit vistu ikki betur
enn, at tað sum vit skriv-
liga avtalaðu í nátt, tá øll
skrivaðu undir, var gald-
andi, greiðir Høgni Mikk-
elsen frá.
Hann staðfestir, at Heðin
Mortensen sostatt hevur
gjørt tvær skrivligar avtal-
ur.
Men hvør avtala er so
galdandi, tá báðar avtalur
geva ein meiriluta uppá
sjey fólk?
Høgni sigur, at í hansara
verð er bara ein avtala, og
tað er hon, sum fyrst varð
undirskrivað
ímillum
Fólkaflokkin
og
Sam-
bandsflokkin.
– Tað seinasta eg visti
var, at tað var tann einasta
avtalan. Tað er jú púra
óhoyrt at skriva undir fleiri
avtalur. Men í morgun
komu skelkandi tíðindini
um, at hann eisini hevur
skrivað eina aðra avtalu,
greiðir Høgni frá.
Spurdur, um ikki hann
og Beata munnu fara at
fylgja Heðini og fara uppí
samgonguna hóast alt,
svarar ein ógvuliga av-
gjørdur Høgni, at hóast
Heðin brýtur avtalur, so
gera Høgni og Beata tað
ikki.
Skelkaður
–
Sambandsflokkurin
gjørdi eina avtalu, og hana
fara vit at halda. Tað var alt
avrátt í sátt og semju í nátt,
og alt var greitt. Sjálvt
nevndarsessir og formans-
sessir vóru longu um at
verða avgreiddir. Samráð-
ingarnar gingu bæði skjótt
og væl, uttan nakrar trup-
ulleikar, sigur Høgni.
– Tí skelkar tað meg, at
Heðin nú hevur brotið av-
taluna, vent okkum bakið
og
einsamallur
hevur
skrivað undir við teimum
eisini, sigur Høgni.
Spurdur um hetta fer at
fáa avleiðingar fyri Heðin,
svarar Høgni Mikkelsen, at
hann persónliga ikki fær
framt nakrar avleiðingar.
– Men eg vil sanniliga
hopað, at hetta fær avleið-
ingar fyri hann. Hetta er so
langt úti, at hvørki eg ella
Beata hava orð fyri tí. Men
vónandi fær tað avleið-
ingar, tá ein maður brýtur
orðið, sum Sambands-
flokkurin hevur givið, sig-
ur Høgni at enda.
Høgni Mikkelsen:
Heðin hevur brotið avtaluna
Heðin Mortensen
loysir Jan Christian-
sen av sum borgar-
stjóri í Tórshavnar
kommunu. Tað er ikki
ein samdur Sam-
bandsflokkur, sum fer
í samgongu við Javn-
aðarflokkin og Tjóð-
veldisflokkin
VAL 04
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hann hevur verið býráðs-
limur síðan 1972, og hann
hevur leingi gingið við ein-
um borgarstjórasessi í búk-
inum.
Royndi
býráðs-
politikarin hjá Sambands-
flokkinum, Heðin Morten-
sen, hevur eftir 32 ár í
býráðspolitikki, har hann
hevur umboðað bæði Utt-
anflokkalistan og seinni
Sambandsflokkin, vunnið
seg fram til borgarstjóra í
Tórshavnar kommunu.
Hetta varð greitt á mid-
degi mikudagin, tá Sam-
bandsflokkurin, Javnaðar-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin skrivaðu undir
samgongusáttmála fyri tey
næstu fýra árini. Borgar-
stjórasessurin hjá Heðini er
kortini ikki komin undir
land uttan svørslag, tí
hvørgin av partamonnum
Heðin í Sambandsflokkin-
um, Beate L. Samuelsen
ella Høgni Mikkelsen, hava
skrivað undir samgongu-
sáttmálan.
Ósamdir
Sum skilst høvdu Fólka-
flokkurin og Sam-bands-
flokkurin eina skrivliga
avtalu í nátt um at halda
fram í samgongusamstarv-
inum, og tað er júst hendan
avtala, sum forðar Beatu og
Høgna at fylgja nýggja
borgarstjóranum í nýggja
meirilutan í Tórshavnar
býráð.
Heðin Mortensen vísir
staðliga aftur, at hann hevur
brotið avtaluna við Fólka-
flokkin. Hann sigur, at
nýggja samgongan hevur
tikið fyrilit fyri bæði Beatu
og Høgna, og tað stendur
teimum frítt í boði at fáa
formansessir í nýggju sam-
gonguni
– Avtalan, sum varð gjørd
í nátt var bert ein fyribilsav-
tala, sum skuldi binda part-
arnar at tosa saman aftur í
dag. Vit høvdu hvørki gjørt
avtalu um borgarstjóra,
samgonguskjal og nevndar-
sessir, og eg var als ikki
nøgdur við útspælið hjá
Fólkaflokkinum, og tí valdi
eg at royna aðrar leiðir.
Eftir mínum tykki er eingin
avtala brotin, tí talan var
ikki um eina bindandi
avtalu, sigur nýggi borgar-
stjórin
Er Sambandsflokkurin far-
in í tvíningar í Tórshavnar
býráð?
– Mær vitandi er Sam-
bandsflokkurin ikki farin í
tvíningar. Vit verða noydd
at gera okkum galdandi
eftir vánaliga valúrslitið í
Havn, og tað kunnu vit við
at standa á odda fyri
kommununi, sigur Heðin
Mortensen.
Hann leggur afturat, at
nýggja samgongan hevur
tikið fyrilit fyri bæði Beatu
og Høgna, og tað stendur
teimum frítt í boði at fáa
formansessir í nýggju sam-
gonguni.
Hvat hendur um Beata og
Høgni siga nei?
Ja, so verið eg einsamall-
ur í samgonguni, tí í polit-
ikki er tað einaferð avger-
andi at fáa ávirkan, sigur
hann.
Spurdur, hvørja støðu
floksformaðurin í Sam-
bandsflokkinum, Kaj Leo
Johannesen, hevur til inn-
anhýsis stríðið í Sambands-
flokkinum, svarar Heðin
Mortensen, at floksformað-
urin er fegin um, at Sam-
bandsflokkurin hevur fing-
ið
borgarstjórasessin
í
størstu kommunu í landin-
um.
Heðin verður nýggjur borgarstjóri
Í nýggju samgonguni í
Havn hava kvinnurnar
meiriluta.
Katrin Dahl Jakobsen
og Elin Lindenskov úr
Javnaðarflokkinum,
Hildur Eyðunsdóttir og
Marin Katrina Frýdal úr
Tjóðveldisflokkinum.
Tær eru fýra, meðan
menninir eru tríggir:
Jógvan Arge,
Leivur
Hansen og Heðin Mor-
tensen.
Um so verður, at Beate
L. Jensen eisini verður
við í samgonguni, so
verður
meirlutin
hjá
kvinnunum enn størri.
Hetta er fyrstu ferð, at
so nógvar kvinnur eru
valdar
í
Tórshavnar
Býráð.
Páll
Kvinnurnar hava meirilutan í
samgonguni í Havn
Samgongan í Tórshavnar býráð
Borgarstjóri: Heðin Mortensen
Varaborgarstjóri: Jógvan Arge
Formanssessir:
Fíggjarnevndin: Sambandsflokkurin
Mentamálanevndin: Tjóðveldisflokkurin
Byggi- og býarskipanarnevndin: Javnaðarflokkurin
Tekniska nevnd: Tjóðveldisflokkurin
Sosiala nevnd: Sambandsflokkurin
Heilsu- og umhvørvisnevndin: Javnaðarflokkurin
Havnarnevndin: Tjóðveldisflokkurin
FAKTA
-Eg var als ikki nøgdur við útspælið hjá Fólkaflokkinum, og tí valdi eg at royna aðrar leiðir. Eftir
mínum tykki er eingin avtala brotin, tí talan var ikki um eina bindandi avtalu, sigur nýggi
borgarstjórin, Heðin Mortensen
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
19
18