Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018 SOSIALURIN 73 20 Varðveitið hóttanina Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 E g eigi eina T troyggju. Ja, eg eigi fleiri enn eina. Men á júst hes­ ari stendur Bevar Christi­ania, og so er flaggið hjá staðnum á henni, tríggir gul­ ir sirklar á reyðum, prikkarnir í iunum í Christiania. Troyggjan er reyð. Keypti hana í Christiania fyri nógvum árum síðani. Brúki hana viðhvørt. Var í henni nú ein dagin, tá ein kvinna spurdi bart út: Bevar Christiania, hví tað? Hon hevur tað fyri at spyrja løgn­ar spurningar, unga kvinnan, spyrja beinrakið. Men júst hatta hevði eg ikki hugsað stórvegis um. Hví skal Christiania varðveitast? Svar­aði tó okkurt um, at Christi­ania er ein gott stað, og Christi­ania er ein avbjóðing hjá tykkara hálovaða fólka­ræði. Annað kundi eg ikki finna beint tá í løtuni. Men eg havi hugsað um handan spurningin, síðani eg fekk hann slongdan í gronina. Kann ikki ganga við einum boð­skapi á bringuni uttan at vita hví. Og kunna svara, tá onkur spyr. Eingin hevur spurt øll hesi árini, uttan hon. Onkur hevur spurt, um eg haldi tað. Alt­so, at Christiania skal varðveitast. Tá svari eg bara ja, ella ja, avgjørt. Men hví? Ja, hví skal Christiania varð­veit­ast? Frístaðurin er ein avbjóðing hjá fólkaræðinum Da n m a rk . Hevur altíð verið tað. Fólkaræði skal eit­ast at vera so tollynt. Fólkaræði sigst vera frægasta stjórnarskipanin, sum er. Men fólkaræðið, demokratiið, dugir eisini at verja seg. Er okkurt, sum hóttir fólkaræðið, ella bara kennir fólkaræðið seg hótt, brúkar tað somu mátar sum einaræðið at verja seg við. Eitt nú deyðarevsing uttan rættarsókn og dóm. Christiania er mett at vera ein hóttan móti sosialdemokratiska fólka­ræðinum. Tí Christiania hev­ ur prógvað, at tað ber til at liva á annan hátt og eftir øðrum treytum enn teimum, sum eru galdandi í tí fólkaræðinum. Tí verða alvápnað politistalið javnan send inn í Christiania fyri at basa hashsøluni, sigst. Hash verður selt so nógva staðni í Keyp­ manna­havn og í øðrum býum, men har sært tú ikki alvápnað pol­itistalið. Tú sært neyvan ein pol­itist har. Tað ber heldur ikki til í einum fólkaræði, tí so gerst tað ein politistatur, og tað ber jú ikki til her á leið. Fólkaræðið er frægasta stjórn­ ar­skip­anin. Men kennir tað seg hótt, er tað ikki øðrvísi enn aðrar stjórn­arskipanir, sum vit annars ikki vilja vita av. Tað er sum við djórum, sum eru vandaleys. Men verða tey sett føst í einum horni, leypa tey á. Fólkaræðið kennir Christiania, frístaðin, sum eina hóttan ella av­ bjóðing, um tað smakkar betur. Tí eigur Christiania at varðveitast. Eitt heilt annað er so tað, at Christiania er eitt frálíkt stað at vitja. Sita mitt á brúnni yvir vatnið mitt í frístaðnum við einari øl og hoyra býin, hoyra fólkaræðið, við øll­um sínum ýlandi sirenum. Tað er ríkt. Og annars bara ganga har. Sita á bulinum uttan fyri krambúðina og hyggja og lurta. Eisini tað er ríkt, sera ríkt. Demokratiið í Christiania er mett at vera ein hóttan móti demo­ kratiinum uttanfyri, demo­krati­in­ um í Danmark. Tí hevur Danmark frá fyrsta degi í 1971 roynt at sleppa sær av við Christiania, frístaðin. Tað er ikki eydnast enn og fer vónandi heldur ikki at eydnast. Fólkaræðið hevur brúk fyri hótt­anum, avbjóðingum, so tað kann stinga gyltu hógvarnar fram, utt­an at nakar sær teir. Grund­regl­ an er tann sama, sama hvør stjórn­ ar­skipanin er. Og sum tað stendur yvir portr­ in­um við høvuðsinngongdina í Christiania: nú fert tú út úr ein­um ES fríum øki, og hinumegin stend­ ur: nú fert tú inn í ES. Christiania er ikki limur í ES. Høgni Djurhuus Mariann til Paris Fashion Week U m vikuskiftið hevur mótavikan í París - Paris Fashion Week - verið. Millum teirra, sum hava gjørt sítt íkast, er Mariann Klein Ivansdóttir úr Vestmanna. Hon var partur av backstage- toym­inum hjá Balmain Hair, sum var undir leiðslu av Nabil Harlow, sum er Master Hair Designer hjá Bal­main Hair. - Tað er ótrúliga stórt at sleppa at gera hár backstage til fronsku mótavikuna. Tað er dreymurin hjá øllum frisørum. At gera tað til Balmain-showið er enn meira serligt, tí tað er mest prominenta mótahúsið, sum er, sigur Mariann Klein Ivansdóttir, sum er við fyri fjórðu ferð. Millum áskoðararnar til móta­ showini eru vanliga tey kendu av teimum kendu. Eitt nú fót­ bólts­stjørnur sum Neymar, films­ stjørnur, toppmodellir og umboð fyri størstu mótabløðini kring heim­in. Tað er eitt nú sniðgevanum, Olivier Rousteing, at takka. - Hann er heilt fantastiskur snið­gevi og ein sonn gáva til móta­ heimin, sigur Mariann Klein Ivans­ dóttir. Balmain-mótashowið er endin á móta­vikuni í París í Fraklandi.