hósdagur 11. november 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 216 - 11. november 2004
Jógvan Arge gjørdist
stóri persónligi sig-
ursharrin á býráðs-
valinum í Tórshavnar
kommunu. Við 690
persónligum atkvøð-
um gjørdi hann sítt
til, at Tjóðveldis-
flokkurin fekk sítt
besta býráðsval
nakrantíð í Tórs-
havnar kommunu
VALIÐ 04
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tjóðveldisflokkurin í Tórs-
havnar kommunu fekk sítt
besta býráðsval nakrantíð.
Frálíka úrtøkan kom ikki
minst av mongu persónligu
atkvøðunum, sum fullu
fyrrverandi løgtingslimin-
um hjá Tjóðveldisflokkin-
um, Jógvani Arge, í lut.
Arge-maðurin
gjørdist
størsti persónligi atkvøðu-
slúkurin á valinum í Tórs-
havnar kommunu við 690
persónligum
atkvøðum.
Hetta eru góðar 200 at-
kvøður fleiri enn á býráðs-
valinum í 2000.
– Vit hava havt ein góðan
listan hesaferð, og vit eisini
arbeitt væl í valstríðnum,
og tað er fremsta orsøkin
til, at Tjóðveldisflokkurin
hevur fingið sítt besta val
nakrantíð, sigur Jógvan
Arge.
Hann leggur afturat, at
tað góða arbeiðið, sum
býráðslimirnir hava gjørt
farnu setuna í andstøðu í
Tórshavnar býráð hevur
eftir øllum at døma givið
ávøkst. Tjóðveldisflokkurin
fekk á valinum hesaferð
nærum 3000 atkvøður, og
tað eru góðar 700 atkvøður
fleir
enn
á
seinasta
býráðsval.
Eingin Hoydal/Tobba
effekt
Seinasta mánaðin hevur
mikið rok tikið seg upp
innanhýsis í Tjóðveldis-
flokkinum, eftir at Tórbjørn
Jacobsen og Høgni Hoydal
hava verið uppi og táttast
alment. Spurdur, um hann
væntaði, at vánaliga um-
røðan av flokkinum sein-
asta mánaðin fór at ávirka
býráðsvalið í høvuðsstaðn-
um, svarar Jógvan Arge, at
tað hevði hann ikki.
– Nei, eg væntaði ikki, at
hatta stríðið fór at ávirka,
kanska heldur tvørturímóti.
Eg haldi hinvegin, at tjóð-
veldisfólk hava prógvað, at
flokkurin er ein flokkur,
sum tú skalt hava álit á,
sigur Jógvan Arge.
Atkvøðuslúkurin fegnast
um, at Tjóðveldisflokkurin
fekk fýra umboð í Tórs-
havnar býráð á valinum,
serliga tá hugsað verður
um, at flokkurin varð júst
ov stuttur á valinum fyri
fýra árum síðan.
– Tað verður ikki minst
spennandi, at vit verða tvær
kvinnur og tveir menn, tí
tað er altíð gott, at bæði
kynini eru væl umboðað í
flokkunum, sigur hann.
Á býráðvalinum í Tórs-
havnar kommunu hesaferð
er vert at leggja til merkis,
at góðar 1000 atkvøður eru
fluttar í millum Tjóðveldis-
flokkin og Sambandsflokk-
in.
Hvat leggur tú í tað?
Tað er givið, at Sambands-
flokkurin ikki hevur staðið
seg nóg væl í valstríðnum,
og valevnislistin hjá flokk-
inum var heldur ikki hin
besti hesaferð. Tú kanst væl
eisini
siga,
at
Fólka-
flokkurin hevur eftir øllum
at døma slitið upp á Sam-
bandsflokkin í samgong-
uni, svarar Jógvan Arge.
Jógvan Arge gjørdist stóri atkvøðuslúkurin
Heðin Mortensen:
»Utak er verdens løn«
Heðin Mortensen var,
beint eftir at valúr-
slitið varð kunngjørt,
sera skuffaður av, at
Sambandsflokkurin
hevði so stóra aftur-
gongd. – Eg dugi ikki
at siga hvat tað kann
vera, sum hevur gjørt,
at vit hava mist ein
mann, segði hann
VALIÐ 04
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Persónliga eri eg sera væl
nøgdur við valið, tí eg havi
á leið sama atkvøðutal, sum
fyri fýra árum síðani. Eg eri
tó ómetaliga keddur av
afturgongdini, sum vit hava
havt. Vit hava mist ein
mann, og eg dugi ikki at
síggja hvør orsøkin er til
tað, segði Heðin.
Hann segði, at ein møgu-
leiki kann vera tann, at
Sambandsflokkurin
sum
kunnugt hevur sitið í sam-
gongu við Fólkaflokkin,
sum hevði borgarstjóran.
–
Borgarstjórasessurin
dregur
altíð
atkvøður,
Fólkaflokkurin hevði jú
umleið
1000
atkvøður
meiri enn vit, hóast vit hava
samarbeitt. Tað kann vera,
at vit hava mist nakrar av
stemmunum til teirra, or-
sakað av borgarstjórasess-
inum, segði Heðin Morten-
sen.
Hatta er takkarlønin
Hóast Heðin royndi, so
dugdi hann ikki at siga, hví
sambandið fekk so stóra
afturgongd.
– Tað kostar at sita í sam-
gonguni. Tað er altið lættari
at sita í andstøðuni og, ja,
eg skal ikki brúka orðið
kritisera, men at havast at
tí, ið verður gjørt. Men vit í
samgonguni hava veruliga
fingið nógv av skaftið,
eingin ivi um tað. Barna-
ansingin er nøktað, men tað
fáa vit so onga løn fyri,
staðfesti ein sjónliga skuff-
aður Heðin Mortensen.
Eisini vísti hann á, at
arbeiðið við skúlum og
eldraøkinum er byrjað, men
at heldur ikki tað hevur
givið bonus í atkvøðum.
– Soleiðis er tað bara.
Utak er verdens løn, og vit
mugu bara brynja okkum út
til at fara víðari, segði
Heðin.
Hann vísti aftur, at nógvi
rumbulin í byggi- og býar-
nevndini, sum Heðin sjálv-
ur var formaður í, kundi
hava havt ávirkan á vána-
liga valið.
– Í byggi- og býarnevnd-
ini sótu eisini andstøðupol-
itikarar. Tað var ikki Sam-
bandsflokkurin, sum tók
nakra avgerð einsamallur,
men eitt samt býráð, stað-
festi hann.
Møguleikar
Tá sosialurin tosaði við
Heðin, beint eftir valið,
segði hann, at tað ynskilig-
asta hevði verið, at hildið
fram í samgonguni, sum
var seinasta skeið.
– Vit høvdu eitt sera gott
samarbeiði við Fólkaflokk-
in, og vit fara eisini at
snakka við teir fyrst, so fáa
vit at síggja hvat hendir.
Tað er í øllum førum ikki
stuttligt at sita í minniluta í
fýra ár, so vit fara at royna
allar møguleikar at sleppa
uppí part. Men Fólkaflokk-
urin er fyrsta val, segði
Heðin Mortensen at enda.
Topp 10 1980-2004
1) Poul Michelsen 1307 atkv. 1984
2) Poul Michelsen 1169 atkv. 1988
3) Lisbeth L. Petersen 1003 atkv. 1996
4) Lisbeth L. Petersen 787 atkv. 1992
5) Jógvan Arge 690 atkv. 2004
6) Heðin Mortensen 667 atkv. 2004
7) Heðin Mortensen 627 atkv. 2000
8) Katrin Dahl Jakobsen 583 atkv. 2004
9) Jan Christiansen 565 atkv. 2004
10) Jan Christiansen 542 atkv. 1992
Topp 13 í Tórshavnar kommunu 2004
1) Jógvan Arge 690
2) Heðin Mortensen 667
3) Katrin Dahl Jakobsen 583
4) Jan Christiansen 565
5) Sjúrður Olsen 503
6) Leivur Hansen 393
7) Høgni Mikkelsen 294
8) Hildur Eyðunsdóttir 288
9) Marin Katrina Frýdal 286
10) Bjarti Mohr 273
11) Annika Olsen 244
12) Elin Lindenskov 238
13) Beata L. Samuelsen 207
FAKTA
–Vit hava havt ein góðan listan hesaferð, og vit eisini arbeitt væl í valstríðnum, og tað er fremsta
orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið sítt besta val nakrantíð, sigur Jógvan Arge
Mynd: Jens Kr. Vang
Nr. 216 • hósdagur • 11. november 2004 • 78. árg.
Mitsubishi Grandis
varð fyrstu ferð sýnd-
ur fram á bilafram-
sýningini í Frankfurt
í september í fjør.
Grandis er ein smart-
ur MPV við sitipláss-
um til 7 vaksin
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mitsubishi Grandis kemur
inn á MPV marknaðin úr
einum heilt øðrum vinkli,
enn vit eru von við, hann er
lutfalsliga lágur við sera
sportsligum designi.
Grandis livir upp til
navnið, og hann er "grandi-
ose" bæði so og so. Hóast
bilurin er designaður so-
leiðis, at hann ikki sær so
stórur út, er hann ein av
størstu og rúmligastu MPV
í sínum klassa.
Innrættingin er sera liði-
lig. Aftaru setrini kunnu øll
leggjast niður, soleiðis at
Grandis verður sum ein
rúmligur vørubilur. Við
setrunum uppi sita sjey
vaksin fólk væl í bilinum.
Instrumentborðið
er
ergonomiskt rætt, og alt er
lætt at koma til og at hand-
fara. Girstongin situr í ein-
um paneli í instrument-
borðinum.
Alt er standard
Bilurin er lættur at koma
runt við í býnum og koyri-
eginleikarnir eru fastir,
tryggir og sportsligir.
Motorurin er ein 2,4 litur
bensin, við framkomnu
MIVEC-tøknini við broyti-
ligari ventilstýring, og 165
hk. Diesel útgávan kemur
seinni.
Alt er standard í Grandis.
Í brochuruni er alt krossað
av sum standardútgerð.
Fyri at taka burtur úr
rúgvuni, kunnu við nevna
at hann t.d. hevur ABS
bremsuskipan við EBD
(Elektronisk Bremsekraft
Distribution), dupultvirk-
andi bremsukraftforsterk-
ara, BAS (Brake Assist
System), airbag framman, í
síðunum og gardinairbag,
17" alufelgur, fartpilot og
heilautomatiskt klimaan-
legg.
Mitsubishi hava sítt egnu
stabilitetssystem, sum teir
kalla MASC (Mitsubishi
Active Stability Control) og
MATC (Mitsubishi Active
Traction Control). Skivu-
bremsur eru bæði framman
og aftan.
Einasta eykaútgerðin er,
at hann fæst eisini við
automatiskum
girum.
Grandis fæst eisini sum
Van.
Í vikuskiftinum verður
høvi at royna Mitsubishi
Grandis og aðrar nýggj-
heitir sum t.d Mitsubichi
Colt og Citroën C5. Ivan
Johansen Bilar hava opið
leygardagin 13. november
frá 14-16, og sunnudagin
14. november frá 14-17.
Mitsubishi Grandis við
sitiplássum til 7 vaksin
Mitsubishi Grandis 2,4i Invite
Motorurin
2,4 litur 4 syl. 16V og 165 hk
0-100 km/t
10,0 sek
Bensinnýtsla
10,6 km/l
Dekkstødd
215/55-17
Stødd og vekt:
Longd
476,5 cm
Breidd
179,5 cm
Hædd
165,5 cm
Eginvekt
1.645 kg
Viðførisrúm
320 litrar
Prísur
kr. 355.000,- (+ kr. 3.500,- eyka
fyri metallakk)
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
Grandis livir upp til navnið, hann ein av størstu og rúmligastu
MPV í sínum klassa
Innrættingin er sera liðilig. Við øllum setrunum uppi sita
sjey vaksin fólk væl í bilinum
Instrumentborðið er ergonomiskt rætt, og alt er lætt at koma
til og at handfara
Mitsubishi Grandis 2,4i Invite er ein MPV, sum er heilt øðrvísi enn vit eru von við. Designið er smart og sportsligt. Myrku rútarnir og alufelgurnar
eru standard
C
M
Y
K
21
20