Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 29. juni 2018 73 seg eftir, at bussar í mest møguligan mun frameftir verða riknir við grønum orkukeldum, verður mælt til í álitinum. Skoða uppeftir Um grøna framleiðslan skal økjast úr 170 GWt til 600 GWt í 2030, so merkir tað, at stórar útbyggingar muga gerast í verandi orkuframleiðslu. Í álitinum verður víst á, at viðvíkjandi útbyggingin av varandi orkukeldum er tað serliga vindorkan, ið álitið verður sett á. - Vindur saman við verandi vatnorku og pumpuskipanum verður høvuðsparturin av framleiðsluni. Harumframt skulu vatngoymslurnar økjast, og eisini verður sólorka ein partur, sum væntandi fer at gera mun í summarhálvuni. Sjóvarfalsorka verður hinvegin ikki mett at verða búskaparliga kappingarfør tey næstu árini, staðfestir arbeiðsbólkurin. Meðan vindorka og vatnorka eru væl kend og nógv brúkt í Føroyum, so verður sólorkan minni brúkt. Tað er tó ein orkukelda, ið vit eiga at gagnnýta meira, metir arbeiðsbólkurin. - Sólorka er vælkend, men lítið roynd í Føroyum enn. Nú kostnaðurin á hesi tøkni er lækkaður so munandi seinastu árini, tykist hon vera lønandi í føroyska umhvørvinum eisini. Eitt sólorkuverk hevur verið roynt í nøkur ár í Tórshavn, sum gevur góðar ábendingar um, hvussu sólorkuframleiðslan í Føroyum kann verða. Eitt sólorkuverk er sett upp afturat á heysti 2017, sum eisini fer at geva nýggjar royndir, verður staðfest í álitinum, áðrenn lagt verður aftrat. - Sólorka verður ein avmarkaður partur av samlaðu framleiðsluni sæð yvir eitt heilt ár, men hon fer at koma væl við, tí tað er serliga um summarið, tá minni annars er av vindi og vatni, at hon er tøk og fer at minka tørvin á vatngoymslum. Meðan mælt verður til at gera meira við sólorku, so verður samstundis staðfest, at sjóvarfallsorka, ið arbeitt hevur verið við í Føroyum, ikki loysir seg, tí hon er ov kostnaðarmikil. Kapping vælkomin Seinastu árini hevur eitt ávíst kjak verið í almenna rúminum um kappingarviðurskiftini á orkuøkinum. Í álitinum verður hetta eisini viðgjørt, har tað verður mett, at kapping er til fyrimuns fyri brúkaran. Tí verður mælt til at loyva kapping á økinum. - Sum høvuðsregla verður mælt til, at nýggj loyvi verða boðin út, men serlig viðurskifti kunnu vera orsøk til at gera frávik frá høvuðsregluni, staðfestir arbeiðsbólkurin. Víst verður tó á, at hóast verkætlanir verða bodnar út, so er tað ikki vist, at tað merkir størri kapping, tí higartil hevur SEV vunnið bæði útboðini um framleiðslu vindorku, ið hava verið. Og tað kann vera ein vansi. - Við tíðini kann tað vera ein vansi, um ein aktørur er so sterkur, at aðrir uppgeva kappingina frameftir. Við bara einum aktøri kann henda, at hesin ikki leggur seg eins nógv eftir at fáa kostnaðin niður, sum hann hevði gjørt, um kapping var. Hetta er ein grundgeving fyri, at nakað eigur at gerast fyri at varðveita kappingina, skrivar arbeiðsbólkurin, ið tó ávarar um, at slík átøk muga ikki ávirka brúkaran. Landskassin Tað sigur seg sjálvt, at um stórar broytingar verða framdar í orkubrúkinum hjá føroyingum næstu árini, so fer tað eisini at ávirka landskassan í samband við mistar inntøkur. Í álitinum verður mistu inntøkurnar mettar at liggja um 200 milliónir krónur. - Tá orkuskiftið hevur við sær, at meira el og minni olja verða brúkt, fer hetta at hava ávirkan á gjøld, sum hava tilknýti til oljunýtslu og til elnýtslu. Landskassin leggur innflutningsgjøld og meirvirðisgjald á oljuna. Í 2016 hava hesi tilsamans verið góðar 200 mió. kr. Hesar inntøkur fara líðandi at minka, so hvørt oljunýtslan minkar, skrivar arbeiðsbólkurin í álitinum. Men meðan inntøkurnar frá avgjøldum minka, so verður ein partur vunnin aftur gjøgnum meirvirðisgjald á elnýtsluna. Og tann upphæddin kundi enntá verði hægri. - Eitt leysligt boð uppá, hvussu stór tann upphæddin kann verða, er 80-90 mió. kr. Sum er, eru hitapumpur og elbilar frítikin fyri meirvirðisgjøld o.a. í eitt avmarkað tíðarskeið. Hetta eru ikki beinleiðis útreiðslur hjá landskassanum; men inntøkur minka, sum landskassin annars kundi fingið uppá oljufýr og vanligar bensin- og dieselbilar, verður staðfest í álitinum. Harumframt verður mett, at eitt møguligt tilmæli um orkulýsingar av sethúsum og bygningum kann kosta landskassanum umleið 30 milliónir krónur, meðan møguligar inntøkur av øktum virksemi slett ikki eru tiknar við í útrokningunum. Dansk Energi kannar SEV Er tað í lagi, at SEV sum felag umsitur bæði fram­leiðsluna og netið í føroyska sam­ felagnum og sostatt stýrir allari gongdina frá framleiðslu og til brúkaran? Tað er ein av spurn­ingunum, ið vanliga verður viðgjørdur, tá ið kjakast verður um møguliga kapping á før­ oysku orkuøkinum. Tey sum ynskja kapping fáa tó lítla hjálp frá arbeiðsbólkinum, sum í álitinum vísir á, at tey ikki meta at núverandi bygnaður er ein forðan fyri ætlaða orkuskiftinum, ið mælt verður til. Bólkurin ivast nevniliga í at meira dynamikkur fæst í vinnuna við at skilja framleiðsluna og netið sundur og at útboðið á økinum verður øðrvísi enn tað longu er. Dyrnar verða tó gloppaðar fyri møguligum broytingum á økinum, tí upplýst verður, at SEV hevur umbiðið eina frágreiðing frá Dansk Energi, ið skal lýsa fyrimunir og vansar við eini funktionellari sundurskiljing av framleiðsluni og netinum hjá SEV. - Tá henda kanning er liðug, er væntandi eitt betri grundarlag fyri at taka politiska støðu til eina møguliga sundurskiljing av SEV, skrivar arbeiðsbólkurin. ELFRAMLEIÐSLAN OG GOYMSLURNAR ERU Í DAG HESAR: • 22 vindmyllur við samlaðum mátti, ið er 18 MW. • 6 vatnorkuverk við samlaðum mátti, ið er 41 MW. • Oljurikin verk við samlaðum mátti, ið er 66 MW. Í 2019 koma 37 MW aftrat. • Vatngoymslur eru tilsamans 30 mió. m3 - Sum høvuðsregla verður mælt til, at nýggj loyvi verða boðin út, men serlig viðurskifti kunnu vera orsøk til at gera frávik frá høvuðsregluni, staðfestir arbeiðsbólkurin. Í arbeiðsbólkinum sótu Petur Joensen, formaður, Niels Winther, Terji Nielsen, Kári M. Mortensen, Jóhannes Pauli Poulsen, Tommy Petersen og Fróði Jacobsen. Niels og Tommy vanta á myndini.