mánadagur 2. juli 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- At man nú er farin at krevja gjald fyri at ganga í náttúruni, er tí
man merkir, at fleiri fólk ganga úti í nátturuni og at tað er komið
eitt ávíst slit upp á hagan. Men eg haldi tað eru fleiri føroyingar
enn útlendingar, ið slíta hagarnar. Føroyingar eru farnir at
ferðast øgiliga nógv í egnum landi, sigur Theresa Turidardóttir
Kreutzmann, ið hevur drúgvar royndir úr ferðavinnuni.
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Aftaná at hava staðið á odda fyri
Visit Tórshavn sjey tey seinastu
árini takkar Theresa Turidardóttir
Kreutzmann 1. august fyri seg sum
oddakvinna fyri ferðavinnuna í
høvuðsstaðnum.
Tað er ikki at taka ov rívan til, um
sagt verður, at hesi sjey árini hevur
føroyskan ferðavinnan upplivað
ein sterkan vøkstur á flest øllum
økjum og tykist møguleikarnir
innan vinnuna í hesum døgum ein
ans at verða avmarkaðir av eins
egna hugflogi. Men samstundis
sum møguleikarnir veksa í tali,
veksur eisini kjakið um, hvørji
mørk eiga at setast. Javnan hoyr
ast tíðindi ymsastaðni úr Evropa
um býir og økir, ið eru um at
drukna við ferðafólkum og av tí
sama ynskja tey har piparið grør.
Barcelona, Venedig, Isle of Skye,
Dubrovnik, Lofoten, Mallorka og
San Sebastian eru millum støðini,
har tosað verður nú um, at trýstið
av ferðafólkum er ov stórt. Eisini
í grannalandi okkara fyri vestan,
Íslandi, verður tosað um, at ferða
fólk eru blivin ov nógv av tí góða.
Í kjakinum um føroysku ferða
vinnuna verður eisini javnan víst
til Íslands sum eina ávaring um
hvat kann henda, um vit ikki á
onkran hátt seta avmarkingar fyri
ferðavinnuna. Theresa Turidardótt
ir Kreutzmann telist tó ikki millum
teirra, men metir tvørturímóti,
at samanberingin við Ísland ikki
heldur.
- Vit eru ikki nær námind tí, ið
vit megna at taka móti. Vit kunna
taka móti nógv fleiri ferðafólkum.
Tað er skeivt at tosa um íslendskar
tilstandir í Føroyum. Vit eru bara
ikki har enn. Tað eru nústani nú
komið so mikið nógv ferðafólk,
at man byrjar at merkja eina øk
ing. Tað er fyrst nú, at fyritøkur
og handlar byrja at merkja, at
man kann fáa vinning burturúr
ferðavinnuni, greiðir Theresa Turid-
ardóttir Kreutzmann frá.
Theresa Turidardóttir Kreutz
mann avvísir ikki, at tað eru nøkur
støð í Føroyum, har tað eru nógv
ferðafólk, men vísir samstundis á,
at eitt ella tvey økir í landinum ikki
eru umboðandi fyri alt landið.
- Tað at man í onkrum økjum í
landinum merkir, at tey hava rakt
eina mark, merkir absolutt ikki, at
tað er galdandi fyri alt landið, sigur
Theresa Turidardóttir Kreutzmann.
Mangla hagtøl
Seinasta árið eru fleiri støð í Før
oyum farin at krevja gjald frá út
lendingum ella ferðabólkum. Í Lítlu
Dímun hevur gjald verður tikið
fyri at fara á oynna í fleiri ár, men
kortini vakti tað ans, tá íbúgvar
í Mykines í fjør settu líknandi
skipan í verk. Tað seinasta er, at
hagastýrið í Nípuhaga boðaði frá,
at eisini tey ætla at taka gjald frá
fólki, sum ganga í haganum út til
Bøssdalafoss og Trælanípuna.
Tað er ein gongd, ið Theresa
Turidardóttir Kreutzmann skilir
væl, men heldur at tað er sera um
ráðandi at vit finna ein góðan leist
fyri gjøld. Eitt nú er tað umráðandi
at fáa hagtøl fyri hvussu nógv fólk
ganga í haganum, sum kunnu vísa
á hvussu stórt trýstið er á føroysku
náttúruna.
- At man nú er farin at krevja
gjald fyri at ganga í náttúruni, er
tí man merkir, at fleiri fólk ganga
úti í nátturuni og at tað er komið
eitt ávíst slit upp á hagan. Men eg
haldi tað eru fleiri føroyingar enn
útlendingar, ið slíta hagarnar. Før
oyingar eru farnir at ferðast øgiliga
nógv í egnum landi, sigur Theresa
Turidardóttir Kreutzmann og legg
ur afturat.
- Føroyingar eru um alt landið.
Tað er vorðið móti at ferðast á
bygd ella ganga á fjøllunum. Men í
veruleikanum vita vit ikki hvussu
nógv, tí vit mangla hagtølini. Í
prinsippinum kann man bara ganga
á bygdagøtum, men latið okkum
fáa hagtøl fyri hvussu nógv ganga
úti í haganum. Óansæð gjald ella
ikki tørvar okkum tøl á borðið, so
vit vita hvat vit tosa um.
Les størri grein við Theresu
Turidardóttir Kreutzman í Sosial
inum seinni í vikuni.
Theresa Turidardóttir Kreutzman:
- VIT
SLÍTA
SJÁLVI
HAGAN
FERÐAVINNA