mánadagur 2. juli 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Hóast
tað
er
summarfrí
frá
heimligu
kappingini,
so
er
fótbóltspulsurin høgur í Klaksvík.
Orsøkin er tann, at tað er møgu
leiki fyri, at KÍ í hesi vikuni fyri
fyrstu ferð nakrantíð kann spæla
seg víðari úr fyrsta innleiðandi um
fari í europeiskari kapping.
Tað eru 26 ár síðani, at KÍ sum
fyrsta føroyska felag yvirhøvur
spældi í europeiskari kapping á
heimavølli. Tað var 19. august 1992,
tá ið meistaraliðið frá 1991 á Svanga
skarði hevði vitjan av Skonto Riga,
sum vann 3-1. Eysturi í Riga vann
heimaliðið 3-0, og so var fyrsta
altjóða luttøkan hjá KÍ av.
Úrslitini í heimligu kapping
unum – landskappingini og steypa
kappingini – hava verið soleiðis, at
tað hevur ikki verið so ofta sum hjá
fleiri øðrum feløgum, at KÍ hevur
luttikið í Europa.
Tá ið Intertoto kappingin, sum
teir vóru partur av í 2007, verður
tald við, so er hetta tíggjunda ferð
in, at klaksvíkingar kenna rákan av
europeiskum fótbólti. Tvær ferðir –
í 1992 og 2000 – hava teir luttikið í
meistarakappingin, einaferð – í 1995
– luttóku teir í steypakappingini, í
1997, 1999, 2002 og 2003, og í fjør
og aftur í ár eru teir við í Europa
liguni, sum í 2009 avloysti UEFA
kappingina og kappingina fyri
steypavinnarar.
Samlaða úttøkan – íroknað dyst
in á Malta hóskvøldið – er ein sigur,
tríggir javnleikir og fimtan tap.
Málmunurin er 10-53.
Møguleikin
Hóskvøldið var KÍ á Ta´Qali leik
vøllinum á Malta. Ímóti sama liði
og á sama vølli vann B36 í 2006 3-0.
Tað var eisini á hesum vøllinum, at
landsliðið í 1997 vann HM undan
kappingardyst 2-1, og Todi Jónsson
við rimmar skoti av brotsteigar
markinum og eitt sindur til vinstru
skoraði sigursmálið í næstsíðsta
minutti.
Harvið kundi roknast við, at
mótstøðuliðið hjá KÍ var av so
vornum slagi, at tað var møguleiki
fyri, at úrslitið fór at verða soleiðis,
at vánir vóru fyri, at tað hósdagin í
hesum vikuni skal eydnast KÍ fyri
fyrstu ferð nakrantíð at spæla seg
víðari í kappingini.
Inntil tað restaðu tveir minutt
ir síðsta hóskvøld, var heimalið
ið frammanfyri 1-0. Tá var tað,
at miðverjin Deni Pavlovic drøn
stútaði til 1-1, eftir at lagt varð
innfyri við horna úr høgru. Málið
var søguligt, tí hetta var fyrsta
ferðin yvirhøvur, at klaksvíkingar
skoraðu í europeiskari kapping á
útivølli.
Frammanundan
høvdu
teir
spælt níggju dystir og tapt allar við
samantalda málmuninum 0-28. Tá
ið KÍ javnaði tveir minuttir undan
dystarloki, høvdu fleiri ættarlið
av teimum bláu og hvítu verið á
útivølli í Europa í 898 minuttir,
uttan at tað var eydnast at skjóta
mál.
Útjavnandi málið er harvið
søguligt, og tað kann verða uppaft
ur meiri søguligt, um tað eydnast
hóskvøldið at halda tætt í verjuni.
Hjá gestunum av Malta verður
setningurin at leypa á og skjóta
mál. Hjá Birkirkara ræður um at
vinna ella at vinna javnleik við í
minsta lagi 2-2, um tað ikki skal vera
KÍ, sum heldur fram í kappingini.
Lutakastið til bæði fyrsta og
annað innleiðandi umfar var miku
dagin 20. juni. Tá varð greitt, at
vinnarin av uppgerðini millum KÍ
og Birkirkara skal spæla aftur 26.
juli og 2. august.
Sambært
leikskránni
skal
KÍ spæla landskappingardyst á
heimavølli ímóti Skála 27. juli. Um
tað eydnast KÍ hóskvøldið at vinna
seg víðari í europeisku kappingini,
so verður neyðugt at flyta bæði
landskappingardystin ímóti Skála
kvøldið fyri ólavsøkuaftan, og eisini
dystin á heimavølli ímóti 07 Vestur,
sum er ásettur at vera fimta august.
Men fyrst snýr tað seg um søgu
ligu avbjóðingina á heimavølli ímóti
maltesiska liðnum hóskvøldið.
Útlitini
Talan
verður
hóskvøldið
um
tjúgunda Europa dystin hjá KÍ, og
hetta verður tíggjunda royndin á
heimavølli. Einaferð er tað eydnast
at vinna, tvær ferðir hevur
tað verið javnt, og seks ferðir
eru gestirnir farnir avstað við
øllum.
Samlaði málmunurin á heima
vølli í níggju dystum er 9-24.
Einasti sigurin var á Svanga
skarði í steypakappingini í 1995,
tá ið Olgar Danielsen varð skiftur
inn beinanvegin eftir steðgin. Tá
var støðan 1-0 til Maccabi Haifa. KÍ
svaraði aftur og vann 3-2, og Olgar
Danielsen skoraði øll málini frá 54.
og til 72. minutt, tá ið KÍ legði seg
framum 3-1.
Venjarin Mikkjal Thomassen
heldur møguleika vera fyri, at
tað hóskvøldið skal eydnast KÍ at
vinna seg víðari í kappingini:
-Á Malta gekk tað soleiðis, sum
vit høvdu roknað við. Talan var ikki
um nógvar málmøguleikar. Páll A.
Klettskarð hevði
í
fyrra
hálvleiki góðan stútara, men tá fór
bólturin omanfyri málið. At tað
eydnaðist okkum at javna hevur
sjálvandi alstóran týdning, tí nú
eru tað vit, sum í útgangsstøðu eru
omaná, og í hesum kappingunum
kann tað verða avgerandi at hava
skorað á útivølli.
-Vit leggja nú ætlanir fyri,
hvussu vit skulu fara undir avbjóð
ingina hóskvøldið. Tað kann vera,
at hetta fer at laga seg eitt sindur
øðrvísi, enn tað gjørdi á Malta, men
tað fáa vit at síggja.
Á Malta noyddist Marko Dusak
skaddur av vøllinum, tá ið tað
restaðu tjúgu minuttir.
-Hann hevur av álvara spælt seg
upp,
o
g
tað
kemur
illa við, um hann ikki
verður
førur
fyri
at
spæla, sigur KÍ venjarin,
sum undirstrikar, at talan
framvegis er um stóra av
bjóðing:
-Á Malta var talan um fyrra
hálvleik, og hóskvøldið verður
seinni hálvleikur. Vit hildu teimum
burtur frá uppløgdum málmøgu
leikum, og eg eri stak væl nøgdur
við avrikini hjá spælarunum. Tá
ið teir løgdu seg framum var talan
um óhepna støðu, sum tað ikki
ber til at verja seg ímóti. Um vit
megna at halda teimum burtur frá
uppløgdum málmøguleikum, so
er tað stórt stig á leiðini. Okkara
møguleiki er størri, enn hann var
FÓTBÓLTUR
Í síðstu viku eydnaðist fyri fyrstu ferð at skjóta mál á útivølli
í Europa, og hósdagin er møguleiki hjá klaksvíkingum
fyri fyrstu ferð at vinna seg víðari í altjóða kapping
KÍ ER Í NÝGGJARI
AVBJÓÐING