týsdagur 3. juli 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
HM kappingin í fótbólti er í hædd
ini, og tað er ikki bara í Russlandi,
at tað verður fylgt væl við. Tá ið
Danmark sunnukvøldið kappað
ist við Kroatia um pláss í fjórð
ingsfinaluni fylgdu 2,352 milliónir
danir við. Fýra tey seinastu árini er
tað ikki komið fyri, at so nógv hava
hugt eftir einari sending.
Íslendingar bera tó prísin. Tá ið
Ísland í fyrsta umfari spældi javnt
móti Argentina, fylgdu 99,6 pro
sent við av íslendingunum, sum
eiga sjónvarp. Tað er heilt óhoyrt,
og hóast tølini ikki eru so høg alla
staðni, so er tað sannur fótbólts
fepur.
Fótbóltur er populerasti ítrótt
urin av øllum. Men tey eru eisini
mong, sum fylgja við í tenniskapp
ingini Wimbledon, sum verður
næstu tvær vikurnar, og súkklu
kappingini Tour de France, sum
tað verður farið undir leygardagin.
Pengar spæla stóran leiklut í
stóru og globalu kappingunum,
og reklamufeløg og sjónvarpsrásir
hava góðar dagar. Soleiðis hevur
tað verið, og tað hava ongantíð
verið fleiri pengar í hesum, enn tað
eru nú.
Men tað er einki at ivast í, at
tjóðskaparligi samleikin eigur heilt
stóran leiklut. USA dumpaði í HM
kvalifikatiónini, og Trump nýtir
onnur vápn enn fótbóltin at pussa
amerikonsku gloriuna við. Í sigurs
vandu fótbóltstjóðunum Hollandi
og Italia iðra tey seg um, at tað ikki
eydnaðist teimum at kvalifisera seg
í endaspælið í Russlandi. Og í Týsk
landi kennist tað vera tjóðskapar
lig katastrofa, at teirra lið longu er
varpað úr kappingini.
Byltingar og flytingar og hóttan
ir og terror í Europa bera við sær, at
fólkið savnast um tjóðskaparligar
ímyndir. Tær fremstu av teimum
eru landsliðini í fótbólti. Tað kemur
væl við og er søtur tónleikur at siga,
at vit eru í fjórðingsfinaluni í HM.
Ítróttarliga og peningaliga er
tað ikki á sama støði, men vit fylgja
væl við og stuðla KÍ og B36, sum
hósdagin hava møguleika at spæla
seg víðari í europeisku liðkapping
ini. Uttan mun til hvørjum liði vit
annars halda við, so stuðla vit øll
hóskvøldið B36 og KÍ.
Og so fegnast vit øll um súkkl
ararnar, sum í síðstu viku fóru av
landinum við Norrønu, og sum
leygardagin fara at súkkla inn í
París. Túrurin verður ikki gjørdur
fyri at vinna pengar, men fyri at fáa
pengar til vega, so fyritreytirnar
at hjálpa krabbaraktum børnum
skulu verða betri. Tað er allan heið
ur vert.
TJÓÐSKAPARKENSLAN HEVUR GÓÐAR DAGAR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Skulu fjølmiðlar rekast á burðardyggum grundarlag?
Er tað rætt, at sterk føroysk reiðarí gjalda fyri raksturin av kappingarneytum hjá Miðlahúsinum? Tað hjálpir so
ikki upp á raksturin, sum – mótsætt Sosialinum – hevur givið milliónahall seinastu árini
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Í grein á portal.fo, sum eisini er end
urgivin á dimma.fo, rør blaðmaðurin
fram undir, at fíggjarstøðan hjá
Sosialinum er ivasom.
Dramatiska yvirskriftin er »Blunk
andi ávaringarlampur hóast gott
úrslit«.
Greinskrivarin endurgevur úr árs
roknskapinum ymiskt, sum hann tó
hevur misskilt. Hann sigur millum
annað, at Sosialurin hevur eina mill
umrokning hjá atknýttum feløgum
upp á 12,2 milliónir krónur. Tað er ikki
rætt. Sambært roknskapinum eru
millumrokningar fyri 8,5 milliónir
krónur.
Inni í greinini skrivar hann tó,
sum rætt er, at »roknskapurin hjá
Sosialinum
sjálvum
sær
annars
heilsugóður út. Við einum bruttovinn
ingi á 11 milliónir og 10,2 milliónum í
starvsfólkaútreiðslum, var úrslitið í
2017 821.000 krónur, tá avskrivingar,
fíggjarligar útreiðslur og skattur eru
trektar frá.
Eginpeningurin í felagnum er 6,5
milliónir krónur, men har er eisini ein
skuld á góðar 8 milliónir.«
Tað er heldur ikki rætt, at skuldin
hjá Sosialinum er góðar 8 milliónir
krónur. Bankaskuldin er sambært
roknskapinum 5,8 milliónir krónur
tann 31. januar í fjør. Árið fyri var eing
in bankaskuld, men tað er tí, at skuld
er flutt upp úr dóttirfelag. Viðmerkj
ast skal, at Sosialurin fyrr hevur sett
av ímóti tapi í dóttirfelagnum góðar
2,8 milliónir krónur.
Onnur skuld, so sum komandi
mvg-gjald, undangjøld frá kundum
fyri haldaragjald o.a. eigur sjálvandi
ikki at berast saman við bankaskuld.
Sp/F Sosialurin hevur ein solvens á
44% og ein vinning eftir skatt á 821.000
krónur.
So tann rætta søgan at siga er, at
Sosialurin isolerað sæð hevur sunn
roknskapartøl at vísa á, hóast nakað
tyngt av skyldunum hjá atknýttu
feløgunum.
Skulu vit bera saman føroyskar
miðlafyritøkur, so kundu vit tikið nøk
ur lyklatøl hjá Sosialinum, Dimma-
lætting og Portalinum:
Hertil er at siga, at partaeigarar
í P/F Miðlafelagnum, eru fólk, sum
starvast í Miðlahúsinum. Einasta
endamálið hjá P/F Miðlafelagnum er
at eiga Sp/F Sosialin, sum gevur út
Sosialin, Vikublaðið og in.fo.
Tað er Sp/F Sosialurin, sum er fel
agið, sum tjenar pengar, og tí er tað
eisini hetta felagið, sum fíggjar virk
semið hjá P/F Miðlafelagnum.
Einasti skrásetti partaeigari í Sp/F
Knassum, sum rekur portal.fo er risa
stóra og sterka reiðaríið í Gøtu, P/F
Varðin. Sambært Skráseting Føroya
hevur endamálið hjá P/F Varðanum
als einki við fjølmiðlar at gera:
»Endamál felagsins er keyp, søla,
fiskivinna, fiskiídnaður, eiga fasta
ogn, útleigan og aðra vinnu í hesum
sambandi.«
Eru tað starvsfólk, sum standa
aftan fyri raksturin av Miðlahúsinum,
so er støðan ein heilt onnur hjá portal.
fo. Tí eginpeningurin hjá eigaranum
er 1.250.240.000 krónur. Hetta talið er
so stórt, at vit heldur mugu skriva tað
fult út: Ein milliard, 250 milliónir og
240 túsund krónur.
Tí er tað lagaligt hjá ríku gøtu
monnunum at læna SP/F Knassum
nógvar milliónir.
Sambært seinast kunngjørda árs
roknskapi, so skylda Sp/F Knassar
reiðarínum í Gøtu 4.594.666 milliónir
krónur – umframt at reiðaríið hevur
keypt partabrøv í felagnum til yvir
kurs. Men tað hevur ikki so stóran
týdning fyri raksturin, tí Sp/F Knassar
rindar hvørki avdráttir ella rentur til
reiðaríið í Gøtu. Og felagið skal heldur
ikki næsta árið rinda reiðarunum í
Gøtu pengar.
P/F Dimmalætting hevur eisini
bara ein partaeigara, og tað er eisini
eitt reiðarí, P/F Kimbil í Havn, hvørs
endamál stutt og greitt er: »...at eiga og
reka fiskiskip«.
P/F Kimbil er eisini eitt sterkt fel
ag, um ikki so sterkt sum P/F Varðin í
Gøtu. Eginpeningurin hjá P/F Kimbil
er í seinasta ársroknskapi góðar 73
milliónir krónur.
Í seinast kunngjørda roknskapi
hjá portal.fo skrivar grannskoðarin
um »óvissa um framhaldandi rakstur
(going concern) soleiðis:
»Allur partapeningur felagsins
er mistur, og eginogn felagsins er
negativ. Leiðslan er als ikki nøgd við
gongdina og hevur bæði áðrenn og
eftir statusdagin framt umfatandi til
lagingar til tess at spara útreiðslur og
effektivisera raksturin. Avtalur eru
gjørdar við fíggjarstovnar og peninga
ognarar viðvíkjandi gjaldstreytum.
Arbeitt verður eisini við at fáa avtalur
við aðrar ognarar.
Rakstrarætlan er gjørd, ið vísir
væntað nettoavlop í komandi rokn
skaparári. Leiðslan væntar, at við ver-
andi treytum frá ognarum felagsins,
kann virksemið halda fram. Við støði í
hesum verður ársroknskapurin gjørd
ur við framhaldandi rakstri fyri eyga.«
Sambært hesum, so skal ársrokn
skapurin fyri seinasta roknskaparár,
2017, geva yvirskot.
Hjá Dimmalætting er grannskoð
arin eisini ivasamur um framtíð
felagsins og skrivar soleiðis:
»Framtíðarútlit.
Við
roknskap
arlok er gjaldførið ikki nøktandi, og
tí eru týðandi óvissur um felagsins
evni at halda fram við sínum virk
semi. Arbeitt verður eisini við at um
skipa rakstur felagsins soleiðis at
betri samanhangur fæst í hendan.
Fyritreytin fyri at hetta kann lata
seg gera er, at móðurfelag felagsins
er sinnað at fíggja virksemi felagsins.
Móðurfelagið hevur givið til kennar,
at tað er sinnað framhaldandi at lata
verandi fígging til virksemi felagsins
undir ávísum treytum, sum felagið
væntar at lúka. Ársroknskapurin er
tískil settur upp við framhaldandi
rakstri fyri eyga.«
Tað eru avbjóðingar við at reka
fjølmiðlavinnu. Úrslitini hjá oman
fyrinevndu fjølmiðlafyritøkum vísa
tó, at tað hjálpir ikki upp á úrslitið
at hava ríkar eigarar. Greinskrivarin
kann saktans speireka Sosialin og
tess eigarar fyri at kýta seg fyri at
reka eina forrætning »á heilsugóðum
grundarlag«, sum starvsfólkini sjálvi
hava spent seg fyri fíggjarliga.
Úrslitini hjá Dimmalætting og
portal.fo kunnu eisini benda á, at
feløgini ikki verða rikin á burðardygg
um grundarlag, tá leiðslan veit, at tey
hava ein ríkan reiðara, sum rindar
undirskotið.
Tað sum verri er, er at ríki reiðarin
kanska skal hava okkurt afturfyri at
rinda undirskotið. Fáa valdsharrar og
kapitalurin valdið á fjølmiðlunum, tá
er tað, at sjálvt endamálið við at vera
ein miðil er í vanda.
Sosialurin (2017) Portal (Knassar) (2016)
Dimmalætting (2016)
Ársúrslit
821
-558
-1.952.000
Starfsfólkakostnaður
10.183.000
1.564.000
2.740.000
Eginpeningur
6.495.000
-1.133
-1.976.000
Solvensur
44
-20
-160
Úrslit seinastu 3 árini
2.059.000
-2.393.000
-2.058.000