týsdagur 3. juli 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75
Sjúkrarøktarfrøðingar til Apopleksi/
Neuro seingjardeild, B7
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
X
X 09.07.18
MASKINSMIÐIR TIL MEST
P/F MEST
X
X 09.07.18
Maskinsmiðjulærlingur til
Smiðjuna í Kollafirði
LANDSVERK
X
X 12.07.18
Lærupláss á Bústøðum
BÚSTAÐIR ( ENDURRINDAN )
X
X 12.07.18
Maskintøkningur til
verkstaðið hjá ArtiCon
P/F ARTICON
STARVSMARKNAÐUR
Um Starvs
marknaðin:
Starvsmarknaðurin
er nýtt átak í Miku
dags-Sosialinum.
Talan er um fleiri
samanhangandi
síður í blaðnum við
starvslýsingum, og
eisini er ein teigur við
starvslýsingum, har
tær eru listaðar alt
eftir, nær umsóknar
freistin er.
Mikudags-Sosialurin
verður prentaður í
gott og væl 19.000
eintøkum og borin
út til øll húsarhald
í Føroyum, so við
eini starvslýsing í
Starvsmarknaðinum
kemur tú út í hvørt
heim í landinum.
Hevur tú áhuga í
at lýsa í Starvs
marknaðinum, so
ert tú vælkomin at
seta teg í samband
við:
Bartal í Gongini,
søluráðgeva
Tlf. 270600
bartal@sosialurin.fo
STØRV
Seinasta
freist
Lýst verður av nýggjum eftir umsøkjar
um til loyvi at framleiða el úr vindorku í
Porkeri.
Økið til vindmyllurnar er í høgunum
Heimari Partur og Handari Partur í
Porkeri. Fyrivarni verður tikið fyri, at
enda liga staðsetingin av vindmyllunum
kann verða broytt, um endaligu
vind mát ingarnar tala fyri tí.
Samlaði framleiðslumátturin, sum loyvi
kann gevast til, er í mesta lagi 12 MW.
Loyvið kann veitast sambært § 5 stk. 2 í
løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 við
seinni broytingum um framleiðslu,
flutning og veiting av ravmagni.
Umhvørvisstovan kann velja ikki at veita
nakað loyvi og kann somuleiðis gera av
at veita eitt loyvi minni enn 12 MW.
Umsóknarblað og nærri upplýsingar
Umsóknarblað fæst á Orku á Umhvørvis
s tovuni, har nærri treytir fyri at kunna
søkja eru lýstar.
Eru spurningar ber til at tosa við Ara
Johanneson, ráðgeva á Orku á
Umhvørvisstovuni, tlf. 282860.
Umsóknarfreistin er 15. oktober 2018.
Umsóknir skulu sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38,
Postboks 2048 FO165 Argir
Lýsing eftir umsøkjarum til:
LOYVI TIL ELFRAMLEIÐSLU
ÚR VINDORKU Í PORKERI
Tryggingareftirlitið, ið er ein partur av Vinnustovninum, hevur eftirlit við tryggingarfeløgum og
eftirlønargrunnum eftir tryggingarlógini, umframt annað uttanhýsis eftirlitsvirksemi sambært serligari
lóggávu.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, fjøltáttað starv við avbjóðandi uppgávum av stórum týdningi fyri
vinnu og borgarar. Tú kemur at hava eftirlit við solvensi og váða umframt roknskaparligt eftirlit við
feløgunum, og fevnir hetta bæði um regluligar og serligar eftirlitsuppgávur. Harumframt kemur tú at
gera búskaparligar greiningar og hagtøl, eins og tú kemur at fylgja við altjóða menningini á økinum.
Starvið er fakliga og persónliga mennandi. Vit leggja dent á at bjóða starvsfólkum okkara viðkomandi
eftirútbúgving.
Tú fært møguleika fyri at ávirka tínar arbeiðsuppgávur og fært innlit í tryggingarliga partin av
fíggjargeiranum.
Somuleiðis fært tú møguleika til, eftir tørvi, at loysa aðrar uppgávur á Vinnustovninum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
•
viðkomandi búskaparliga kandidatútbúgving, t.d. cand. polit., cand. oecon ella cand.merc.aud.
•
góð analytisk og støddfrøðilig evni, góð samstarvsevni og vera arbeiðssamir
•
skil á heildini og samstundis ans fyri smálutum
•
hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt umframt at arbeiða í toymi
•
hug og áræði til javnan at seta seg inn í nýggj viðurskifti
•
góð evni at samskifta í skrift og talu
•
royndir innan privata ella almenna fyrisiting.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
Løgfrøðingafelag Føroya. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Setanin fevnir um
Uttanríkis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Upplýsingar og umsókn
Tú kanst fáa meira at vita um Tryggingareftirlitið á www.tryggingareftirlitid.fo.
Ynskir tú nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf.
21 60 20, teldupost: jt@tryggingareftirlitid.fo, ella Leivur Harryson, ráðgeva, á tlf. 55 60 26, teldupost:
lh@tryggingareftirlitid.fo.
Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast til:
Tryggingareftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella sum teldupostur til:
tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo
og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. august 2018.
Í sambandi við setanina skal revsiváttan vísast fram.
Ert tú búskaparfrøðingur og kundi hugsað tær at arbeitt við spennandi uppgávum á Tryggingareftirlitinum?
Búskaparfrøðingur
til Tryggingareftirlitið
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á