týsdagur 29. mai 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mai 2018 · Nr. 60
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Skulu vit býta landið sundur í mið
stað og útjaðara, so er Suðuroyggin
klárt ein útjaðari. Tað er Sandoygg
in eisini – enn, men bara til tunnilin
kemur um eini 5-6 ár.
Umframt útjaðaran, so hava vit
eisini útoyggjar, sum hana síni ser
ligu viðurskifti.
Hyggja vit eftir fólkatalinum og
talinum av kommunum, so er mis
ljóð í. Tí sunnanfjørðs, tað vil siga
sunnan fyri Skopunarfjørð, eru
næstan helmingurin av kommun
unum í Føroyum.
Í Sandoyar sýslu eru fimm
kommunur, og í Suðuroy eru sjey
kommunur.
Sosialurin gjørdi fyri nøkrum
árum síðani nakrar útrokningar
av, hvussu nógv tað kostaði at reka
kommunurnar í Suðuroy.
Tað vísti seg, at suðuroyingar
rindaðu yvir tvær milliónir um
árið í lønum til borgarstjórar. Og
tær sjey kommunurnar kostaðu
tilsamans 15,6 milliónir krónur í
umsiting. Tá varð hugt eftir løn
til borgarstjórar, løn til bygdarráð,
fundir og skeið og fyrisiting.
Tað sigur seg sjálvt, at hetta
verður ov tungt, og at tað hevði
verið munandi lættari, um komm
unurnar samstarvaðu ella rættari
løgdu saman í eina kommunu.
Í Suðuroy búgva ikki fleiri fólk,
enn tað búgva í »útjaðaranum« á
høvuðsstaðarkommununi, so tað
sigur seg sjálvt, at kommunurnar
høvdu kunna verið riknar mun
andi bíligar, enn í dag. Størri eindir
geva eisini stórrakstarfyrimunir,
sum uttan iva høvdu gangað borg
arunum í kommununum.
Tá tað er sagt, so eiga serlig atlit
at verða tikin, um vit ynskja, at
fólk skulu kunna búgva og virka í
útjaðaranum. Tí nyttar ikki at gera
sum borgarstjórin í Runavík og
skjóta alt niður við sarkastiskum
samanberingum við tann annars
sera beinrakna fábulin hjá George
Orwell, »Animal Farm«.
Tað er lættari at búgva og virka
í miðstaðarøkinum. Men fyri tað
eiga at gera tað, sum gerast kann
soleiðis, at vit í felag kunnu lætta
um hjá teimum, sum búgva í út
jaðaranum. Vit kunnu altíð kjakast
um, hvusus nógv skal gerast ella
hvat kann gerast. Tað kann vera
við at skapa almenn arbeiðspláss í
økinum ella at leggja útbúgvingar
í økinum.
Eldraøkið tykist stóri synd
arin hjá flestu kommunum og
brisklað verður Anniku Olsen og
undanfarna landsstýrið at hava
tveitt eldraøkið út til kommun
urnar í óðum verkum. Men tað
hjálpir so lítið. Gjørt er gjørt, og tað
áliggur landsstýrinum at fáa sum
best burturúr.
Skulu serlig atlit takast ávísum
økjum í landinum, so gerið endiliga
tað – við skili, so vit sleppa undan
øvund og grenji.
Sjálvandi skulu serlig atlit
takast til útjaðaran í Føroyum
LEGGIÐ SAMAN Í ÚTJAÐARANUM
Facebook:
Vanga-
myndir blivu
óvirknar s9
Elsa einsa-
møll millum
menn inar
Meldurin 6-7
S ð ro ingar
7 KOMMUNUR TIL 4.680 FÓLK
16 MIÓ.
AT REKA
SUÐUROY
Lands
stýrið
oman fyri
dómsvald
ÓLI JAOBSEN
KJAK SÍÐA 14-15
Varð
veiting í
Havn
MARIN KATRINA
FRÝDAL
KJAK SÍÐA 13
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Fríggjadagin fer Havnar Ar
beiðarafelag at heiðra skriv
ara felagsins seinastu 30 ár
ini, Monrad Kjelnæs.
Monrad er ættaður úr
Havn, sonur Brynhild Kjel
næs úr Klaksvík og Frederik
Ejdesgaard úr Froðba.
Hann var giftur við Sol
veig, sum doyði fyri nøkrum
árum síðani. Tey fingu tvey
børn, Hera og Joan.
Monrad hevur verið loss
ingarmaður í Havn og koyrdi
bil hjá Frants Restorff í nógv
ár, áðrenn hann fór í starv
sum skrivari hjá Havnar Ar
beiðsmannafelag, sum tað tá
æt, í 1988.
Hóast drúgvu tíðina í
fakfelagnum hevur hann
bara virkað undir trimum
formonnum, Carl Johansen,
vanliga nevndur Carl hjá
Talis, sum var formaður til
hann brádliga doyði í 2002.
Síðani tók Jan Midjord yvir
fram til aðalfundin í 2003, tá
núverandi formaður, Hans
Joensen, tók við.
Móttøkan fyri Monradi
verður í hølum felagsins á
Tinghúsvegi 7 fríggjadagin 1.
juni frá 15-18.
– Øll eru hjartaliga væl
komin, siga tey í Havnar Ar
beiðarafelag.
Monrad tríati ára starvsdag
Klaksvíkar
Judofelag
hevur gjørt stuðuls
sáttmála við Betri fyri
kappingarárini
2018-
2021, har Betri verður
høvuðsstuðul
hjá
Klaksvíkar judofelag.
Klaksvíkar Judofel
ag var endurstovnað í
desember 2016 og hevur
75 limir. Felagið er eftir
stutta tíð vorið stórsta
judofelagið í Føroyum.
Magnus Pauli Glerfoss, for
maður í Klaksvíkar Judofelag
sigur: “ Vit fegnast um, at Betri
vísir okkum tað álit at gerast
høvuðsstuðul hjá okkum. Stuð
ulin frá Betri gevur okkum
møguleika at keypa eina nýggja
máttu til okkara venjing. Góðir
stuðlar hava ómetaliga stóran
týdning fyri Klaksvíkar Judof
elag. Judo er meira enn ein ítrótt.
Judo er samanhald, virðing, mot
orikkur og uppaling av børnum
og vaksnum. Vit arbeiða við
støðugt at menna felagið og fáa
fleiri limir. Venjingarútgerð og
venjingartíðir hava nógv at siga.
Stuðulin frá Betri gevur okkum
møguleika at leggja enn størri
orku í hetta arbeiðið.”
Margareth Djurhuus, leiðari
hjá Betri í Klaksvík sigur: “Vit
eru fegin um at stuðla Klaks
víkar Judofelag. Felagið hevur
nógvar ungar og evnaríkar íðk
arar. Judoítróttin er vaksandi
og hava Føroyar fleiri ferðir
vunnið heiðursmerki í Judo
uttanlands, millum annað á
Oyggjaleikum. Venjingar- og
kappingarumstøðurnar betrast
munandi við nýggju máttuni
og hetta skuldi givið Klaksvíkar
Judofelag møguleika at gera seg
enn meira galdandi innan Judo
í Føroyum og runt um í heimi
num. Betri hevur millum annað
sum mál at betra um umstøður
nar hjá okkara kundum í nær
umhvørvinum og vit fegnast
um, at vit saman við Klaksvíkar
Judofelag kunnu skapa ein betri
tryggleika og trivnað í Klaksvík
fyri borgarar í øllum aldursbólk
um.
Vit ynskja Klaksvíkar Judo
felag góðan byrð og gleða okkum
til samstarvið komandi árini.”
Betri stuðul hjá
Klaksvíkar Judofelag
Mentanarnáttina
fríggjakvøldið 1. juni,
sýnir Pól Skarðenni
fram nýggjar málningar
í Glarsmiðjuni í Dr.
Jakobsensgøtu í Havn
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Pól Skarðenni
sýnir fram í
Glarsmiðjuni
Monrad Kjelnæs hevur starv
ast hjá Havnar Arbeiðarafel
ag síðani 1988