týsdagur 29. mai 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mai 2018 · Nr. 60
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
TRÝ ÁR
OG NÍGGJU
MÁNAÐIR
Í FONGSUL
PRINSIPIELLUR DÓMUR:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Mánadagin var ein 42 ára
gamla føroyingur dømdur
trý ár og níggju mánaðar
fongsulsrevsing fyri millum
annað at hava eggjað eina 43
ára gamla kvinnu til at gera
seg inn á sítt fýra ára gamla
dreingjabarn. Hetta er sami
dómur, sum kvinnan fekk.
Maðurin er harumframt
dømdur at rinda fýra ára
gamla dreinginum 100.000
krónur
í
endurgjaldi,
umframt
sakarmálskost
naðin.
Dómarin,
Søren
Holm
Seerup, sigur seg ikki vera í
iva um, at samskifti millum
tey bæði var meint at lýsa
veruleikan og ikki íspunnið,
sum maðurin vildi vera við.
Hann heldur eisini, at tað er
prógvað av ákæruvaldinum,
at ágangurin móti dreingi
num var ætlaður.
- Her er talan um tvey
vaksin, sum vóru fullgreið
yvir hvat tey gjørdu, og eitt
lítið barn bleiv offurið. Tískil
fáa tey bæði somu revsing,
segði dómarin.
Føroyingurin
valdi
at
kæra dómin eftir stutta um
hugsunartíð. Ákærin bað
tá um, at maðurin verður
sitandi í varðhaldinum, inn
til málið verður endaliga
viðgjørt. Hesum eftirlíkaði
dómarin, og tí verður maður
in sitandi inni, til Eystari
Landsrættur tekur málið
upp til nýggja viðgerð.
PÆDOFILIMÁLIÐ Í LYNGBY Tað var ein prinsipiell løta mánadagin,
tá ið dómarin í rættinum í Lyngby segði, at føroyingurin
skuldi hava neyvt sama dóm, sum mamman at tí 4 ára gamla
dronginum. Sostatt staðfesti dómarin, at tað er líka revsivert
at eggja til pædofili, sum tað er at fremja pædofili