Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NÚ KANST TÚ SLEPPA Í FONGSUL Kriminalforsorgin letur dyrnar í Arrestini í Mjørkadali upp. Í Arrestini sita fólk, sum eru dømd styttri fongsulsdómar fyri lógarbrot. Fríggjadagin kl. 16:00-19:00 verður rund­ vís­ing í húsunum, sum einaferð partur av hernaðarligum virksemi í Føroyum. Um­ framt rundvísingina verður eisini møguligt at keypa framleiðslu hjá teimum innsettu. Listamaðurin Joel Cole hevur verkstað og framsýningarhøli í sama grannalag, og hann hevur eisini javnan lundirvísing og akt­ivitetir við teimum innsettu, sum eru áhug­aðir í handverki og list. Høvi verður at vitja hjá Joel Cole. Kriminalforsorgin boðar frá, at tað er av­ markað pláss til vitjanina í Arrestini, og fólk verða biðin um at melda seg til. Meira sæst um hetta í skránni fyri Mentanarnáttina. VITJA KIRKJUGARÐIN VIÐ ÓLA Óli Jacobsen fer seinnapartin fríggjdagin frá kl 16:30 at vísa runt í Gamla kirkjugarð í Dr. Jakobsens gøtu. Óli Jacoseb skrivaði í fleiri ár um fólk, sum liggja grivin í Gamla kirkju­ garði, og nógvar áhugaverdar og spennandi hend­ingar og lívssøgur komu burtur úr tí. Greinarnar í Sosialinum vóru sera væl um­tóktar og nógv lisnar, og tær eru ein dokumentatión til eftirtíðina eisini. Óli Jacobsen dugir væl at greiða frá, um fólk, sum liggja í Gamla kirkjugarði, og ein ferð gjøgnum kirkjugarðin saman við Óla er sera spennnandi ferð. SJÚKRAHÚSIÐ HJÁLPIR BAMSUM Landssjúkrahúsið hevur fleiri tiltøk í sam­ bandi við Mentanarnáttina, og eitt av for­ vitnis­ligu tiltøkunum er ein skaðastova fyri bams­ur, sum er opin millum kl 17:00 og 19:00 fríggja­dagin. Bamsaskaðastovan gevur børnum møgu­ leik­an at koma á sjúkrahúsið við bamsum, sum hava brúk fyri viðgerð. Læknar eru til reiðar at hjálpa bamsunum og gera tær frísk­ar aftur. Endamálið við tiltakinum er at vísa børn­ um sjúkrahúsið, løgin amboð og geva teim­ um høvi at heilsa upp á fólk í hvítum kitlum, utt­an at børnini sjálvi eru í fokus. Umframt eina vitjan á bamsu­skaða­stov­ uni sleppa børnini ikki at hyggja inn í sjúkra­ bilin og síggja, hvør viðgerð kann veist áveg­ is til sjúkrahúsið. GAMLIR BILAR RULLA GJØGNUM BÝIN Ellisakfør fara at koyra í gjønum havnina fríggjakvøldið frá kl 19:00. Bilarnir møtast í hølunum hjá felagnum Ellisakfør Yvir við Strond, og haðani koyra bilarnir í rekkju­ koyr­ing í Tórgøtu, har bilarnir síðani verða sýndir fram. Tað er hugtakandi at síggjat teir gomlu og vælhildnu bilarnar, sum siga søguna um bæði føroysku og alheims bilar. Í Tórsgøtu ber til at fáa gott prát við eigarar, sum vita nógv um bæði síni egna bil og aðrar bilar. FINALISTAR SPÆLA FYRI FÓLKI Kl 19:00 fríggjakvøldið verður konsert í Margarinfabrikkini í Tórgøtu. Konsertin verður við finalistum í tónleikakappingunum Stella Polaris/ Sement 2018. Tey, sum fara at framføra, eru hesi: 19.00: Skala 19:30 David Eriksen 20.00: Sjót boðberan 20.30: Grassy Ass 21.00: Fróði Bjarnason Hetta eru evnaríkir, yngri tónleikarar, sum spæla ymisk sløg av tónleiki. Gongst sum undan­farin ár, fer onkur av finalistunum at gera nógv vart við seg sum tónleikari í fram­tíðini, so spennandi er at hoyra hesar tón­leikarar spæla. Mynd: Fróði Bjarnason vann Stella Polaris/Sement 2018 MENTANARNÁTT Mikudagur 29. mai 2018 · Nr. 60 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000