Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2018 · Nr. 60 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SILVURDRONGUR FER Í KIRKJU Kl. 21.00 fríggjakvøldið verður ungdóms­ gud­s­tænasta í Havnar kirkju. Ann Dahl Han­sen, sóknarprestur, stendur fyri guds­ tæn­astuni, sum eisini bjóðar nógvan sang. Martin and the Revelators og lovsangs­ bólk­ur úr Meiniheitshúsinum luttaka í gudstænastuni. Møguleiki verður at skriva bøn­arevni á lapar og tendra livandi ljós. Und­ir gudstænastuni verður biðið fyri inn­ komnum bønarevnum. Eisini verður altar­ gongd. Eftir gudstænastuna verður hugnalig sam­vera við drekka mnni í Kirkjustovuni. Kvøldið í kirkjuni endar við, at progressivi tón­leikabólkurin Silvurdrongur og hettaher hevur framførslu – teir eru Trygvi Danielsen, Tor­leik Mortensen og Andreas T. Restorff. LJÓSSHOW Í CITY CHURCH Klokkan 20.00 fríggjakvøldið verður lov­ sangur við ljósshowi í City Church, sum liggur í miðbýnum. Elevation er ung­dóms­ virksemi í City Church, sum stendur fyri lovsangi. Eisini fer bólkurin VSJ ft. Dáv­ur at framføra. VSJ hevur givið tveir sang­ ir út, sum hava verið nógv spældir, og teir spæla hesar og aðrar sangir í City Church fríggjakvøldið. VSJ er spennandi popp­ bólkur, sum eitt nú skal luttaka á Summar Festi­valinum í august. (mynd: vsj) SANGKÓRIÐ Í EBENEZER HEVUR KONSERT Eitt av væl mannaðu og væl syngjandi kór­ unum í landinum er sangkórið í samkomuni Ebenezer í Havn. Kórið í Ebenzer er millum gomlu kórini í landinum, sum hava verið virkan uttan steðg og framvegis syngja javn­ an til møti og onnur tiltøk. Fríggjakvøldið kl. 21:00 bjóðar sangkórið til konsert í Ebenezer og har fara tey at syngja burtur úr sínari fjølbroyttu og áhuga­ verdu sangskrá. GREIÐA FRÁ UM FØROYA STØRSTU VERKÆTLAN Suðuroyartunnilin, sum ætlan er at gera einaferð í framtíðini, verður roknaður sum størsta byggiverkætlan í Føroyum nakr­ antíð. Fríggjakvøldið kl 19.00 fer Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur, at greiða frá um hesa byggiætlan. Tað ger hann í hølum hjá Føroya Verkfrøðingafelag í Tvørgøtu 3. Fríðrik fer at greiðra frá tekniskum av­ bjóðingunum í at gera ein so langan tunnil, og hann fer at geva eitt boð upp á, hvussu tunnil­in kann gerast. Í løtuni verður Eysturoyartunnilin gjørd­- ur, og tá ið hann er liðugur, er ætlanin at fara undir Sand­oyartunnilin. Tá manglar bert Suðuroyggin av stóru oyggjunum at bind­ast í meginøkið, sum við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum gjørdi meginøkið mun­andi størri og meira dynamiskt. Eftir at Fríðrik Heinesen hevur greitt frá um Suðuroyartunnilin fara Súsanna Berg og Maria C. Nielsdóttir, sivilverkfrøðingar í Tórshavnar kommunu, at greiða frá um plast, sum kann vera tað góða, tað ónda og tað andstyggiliga. SJÁLDSAMAR SJÓVERUR Á REINSARÍNUM Millum klokkan 16 og 22 fríggjadagin er lista­ verkstaður á Reinsarínum í Tórsgøtu. Talan er um opnan listaverkstað fyri allar aldurs­ bólk­ar, har øll, sum hava hug at luttaka, kunnu verða vera við. Børn, sum er undir 9 ára aldur, mugu hava onkran vaksnan við sær. Maria Smith og Bjørg Djurhuus fara at undirvísa. Evnið tekur støði í sagnum og ævintýrum um sjóverur sum nykar, marm­ enlar og havfrýr. Tey luttakandi á verk­ staðn­um fáa fyri kostnað útflýggjað tilfar at evna eina standmynd, sum verður uppbygd úr metaltráði og dekkað til við svørtum osta­ voksi. Hetta er ein gylt høvi at royna kreativu síðuna og fáa innlit í arbeiðið at gera eina listar­liga standamynd. MENTANARNÁTT