týsdagur 29. mai 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mai 2018 · Nr. 60
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VERJUSKIP BJÓÐAR INN
Fríggjadagin millum kl. 17 og 20 liggur
verjuskipið Vædderen við oljukeiina í
Havn, og fólk verða boðin at vitja umborð.
Í innbjóðingini verður sagt, at vitjanin kann
verða avlýst, um átrokandi boð eru eftir
verjuskipinum.
HDMS Vædderen er eitt av donsku verju
skipunum, sum javnan eru í føroyskum
sjógvi. Skipið varð bygt í Svendbor fyrst í
1990’unum og varð tikið í brúk í 1992. Skipið
hevur fingið navnið eftir føroyska súmbol
inum í danska kongaskjøldrinum – veðrin
um.
Vædderen hevur eina Westland Lynx
tyrlu umborð, og eisini skipið kanón og
Stinger rakettir. Skipið er 112 metrar langt og
góðar 14 metrar breitt, tað stingur umleið 6
metrar og kann sigla upp í 22 míl. Manningin
umborð plagar at telja sløk seksti fólk.
FRAMSÝNING
VIÐ KENDUM MODERNISTI
Listasavn Føroya hevur í hesum døgum
framsýning, ið verður kallað »Jack Kamp
mann – ein modernistur í Føroyum«. Fram
sýningin hevur opið frá kl 17 til 20 fríggja
dagin.
Jack Kampmann hevði donsk foreldur,
var føddur í London og vaks upp í USA.
Hann gekk á listaskúla í Danmark og fekst
við at mála. Undir seinna heimsbardaga
legði hann listina á hillina og meldaði seg
sum sjálvboðin til enska herin.
Í 1948 flutti hann til Føroya at búgva, og
hann var búsitandi her fram til 1964, tá ið
hann fór aftur til Danmarkar at búgva og
virka. Jack Kampmann var virkin listamað
ur, meðan hann búði í Føroyum, og hann
hevði stóra ávirkan á føroyska list.
Á framsýningini á Listasavninum ber til
at síggja verk frá ymiskum tíðarskeiðum á
listaleiðini hjá Jack Kampmann. Møguleiki
verður eisini at keypa bók um listamannin,
sum er útgivin í sambandi við framsýning
ina.
JÁKUP VEYHE
LESUR UM MÓRUGØTU
Nakað av tí besta, sum er framleitt í føroysk
um barnaútvarpi, er søgurnar um fólkini í
Mórugøtu. Jákup Veyhe hevur skrivað søg
urnar, og hann hevur eisini lisið tær í Kring
varpinum, so at bæði børn og foreldur hava
lurtað og flent við.
Fríggjadagin kl 17.15 fer Jákup Veyhe at
lesa søgur um Mórugøtu í Kringvarpinum,
sum hevur opið hús frá kl 17.00.
Umframt upplestrin bjóðar Kringvarpið
eisini konsert við Morgunkórinum, samrøða
verður millum Dagmar Joensen-Næs og
listamannin Tummas Jákup Thomsen, sum
hevur framsýning í Kringvarpinum, Silv
urdrongur fer at hava tónleikaframførslu,
og eisini bjóða tey okkurt leskandi og gott
afturvið.
Kringvarpið hevur opið hús frá kl 17 til 22.
BJARGINGAR
TYRLAN
VITJAR
Framkomna bjargingartyrlan hjá Atlants
flogi kemur á vitjan í høvuðsstaðnum í
sambandi við Mentanarnáttina. Tyrlan
stendur á Bursatanga millum kl 18 og 19
fríggjakvøldið, og tað verður høvi at kunna
seg um tyrluna og ymiskum útgerðina, sum
er í henni.
Boð eru javnan eftir bjargingartyrluni
til alskyns uppgávur. Tað kann verða brá
feingissjúkraflutningur, bjarging á landi og
havi og annað.
NÓGV TÓNLEIKUR Á FK PALLINUM
Tónleikur fer at ljóma av FK pallinum í Dr.
Jakobsens gøtu alt fríggjakvøldið. Klokkan
17 verður lagt fyri við gylki og barnasøgum,
og kl. 18.00 fer Team Hydra, sum er fimleika
lið, at hava framførslu.
Klokkan 18.30 byrja tónleikaframførsl
unar, og fyrstur á pallinum verður Høgni
Reistrup. Út á kvøldið ber eisini til at hoyra
tónleikarar sum Allan Tausen, Hanus G.
Johansen, Eyðun Nolsøe, Sámal Ravnsfjall
og Danny & The Veetos.
Á palinum, tey kalla Úti Lív pallurin,
verða framførslur við Silvurdrongi, Antony
Charles, Fred Roddic og Reggie boys.
MENTANARNÁTT