Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2018 · Nr. 60 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað verður lív í Handilsgøtuni fríggja­kvøldið, tá ið ársins mentanarnátt er á skránni Handilsgøtan, ið er felagsheiti fyri handils­ virksemi í Dr. Jakobsensgøtu við síðugøtum, hevur seinnu árini havt skipað tiltøk eitt nú í sambandi við mentanarnátt og um jóltíðir, og ársins mentanarnátt verður kanska størsti einstaki dagurin hjá Handilsgøtuni higartil, tí skráin er rúgvismikil og umfatandi. Kend tónleikanøvn á pall Tveir tónleikapallar verða í Handilsgøtuni ment­anarnáttina. Annar verður tann so­ nevndi FK-pallurin beint við FK, og hin verð­ ur Útilív pallurin, og hann kemur at vera á vega­mótinum Dr. Jakobsensensgøta/Magnus Heina­sonargøta. Á FK-pallin fara fleiri av kendastu før­ oysku tónleikanøvnunum á pall. Nevnast kunnu eitt nú Hanus G., Eyðun Nolsøe, Sámal Ravns­fjall og Danny Baldursson frá Danny & the Vetoos. Eisini verður bæði fimleikur og gykl á FK-pallinum tíðliga um dagin, so tað er nakað fyri allar aldursbólkar. Hin pallurin, Útilív-pallurin, er kanska meiri ætlaður ungdóminum, tí har verða nógv­ir diskarar allan dagin, og millum nøvn­ ini eru eitt nú tann navnframi Silvurdrongur og eisini Fred Ruddick, Dan Helgi og Glimmer Queens. Nógv annað enn tónleikur Men tað verður so nógv annað enn bara tónleikur, sum verður á skránni í Handils­ gøt­uni fríggjadagin. Tey, sum vitjaðu í Handilsgøtuni mentan­ arnáttina í fjør, minniast ivaleyst, at tað var ein heilt serligur dámur í gøtuni, og at man upp­livdi ymiskt, sum ikki er so vanligt at upp­liva her í Føroyum, eitt nú við modellum, sum gingu bara oman og niðan millum fólk­ ini og vístu ymiskt fram, uttan at talan var um nakra veruliga skipaða mótasýning. Soleiðis verður aftur í ár, og harumframt hava tey í Handilsgøtuni eisini skipað fyri ymiskum øðrum. Nevnast kann eitt nú eld­ show, gykl, gøtutónleikarar, barnatiltak, dansi­gentur og rodeotarvur. So tað er einki at ivast í, at tað verður nakað heilt serligt hjá teimum vitjandi at koma í Handilsgøtuna fríggjakvøldið. Myndir: Miriam og Janus HANDILSGØTAN VERÐUR FULL AV LÍVI MENTANARNÁTT