hósdagur 31. mai 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Flokkarnir eru undir trýsti av per
sónligum áhugamálum
Í tíðargreiní blaðnum í dag rør løgfrøðingur
framundir, at tað eru »nakrar óhepnar hend
ingingar« aftan á løgtingsvalið í 2002 – og
tað, at Edmund Joensen tá legði til merkis,
at hann fór ikki at verða afturvaldur í Eyst
uroyar valdømi, sum elvdu til, at Føroyar á
løgtingsvalinum í 2008 gjørdist eitt valdømi.
Tað eru altíð ymsar orsøkir til politiskar
avgerðir. Vit hava eina tilgongd, sum byggir á
ymsar fatanir og støðutakanir.
Tað var ført fram í kjakinum, at tað bar
illa til at stýra landinum, tí at lokalpolitisku
atlitini fyltu ov nógv. Eisini varð ført fram,
at tað var at kalla vónleyst at fáa kvinnur
valdar á bygd. Og so hildu fólk eisini, at í
einum so lítlum landi sum í Føroyum, átti
veljarin at hava møguleikan at velja júst tað
valevnið, sum honum tóktist best um.
Tað er púra rætt, at taktikkur fyllur øgi
liga nógv í politikki. Vit hava so ofta staðfest,
at tað hjá politikarum hevur størri týdning
at kunna gera einum mótstøðufólki for
treð, heldur enn at hjálpa honum at fremja
eitthvørt, sum er gott. Hetta talar ímóti allari
fornuft og góðum skili. Men tað er so. Tað
vita øll, sum fylgja við í politikki. Hetta er ein
politisk mentan, sum verður dyrkað.
Og so vilja politikarar øgiliga ofta hava
ein persónligan vinning. Tá hugsa vit ikki
endiliga um peningaligan vinning. Men teir
vilja hava heiðurin, hava rósið. Hava herða
klappið.
Alt hetta fyllir so nógv, at tað skuggar fyri
tí sum vanligi veljarin hevði kallað skilagóð
an politikk, har fornuftið ræður.
Tað er valla ein valskipan, sum er orsøkin
til, at flokkarnir eru farnir í bakgrundina. At
persónarnir í flokkunum fylla nógv meira.
Fyrr sást tú fólk í flokkum í felag fara í
valstríð. Á plakatinum sást tú felags herróp
og kanska eina felags mynd. Men fyri 20 ár
um síðani sást tú ikki eina mynd við einum
einstøkum valevni.
Í dag eru bara myndir av einstaklingum.
Tann sum hevur ráð ella hevur onkran at
gjalda fyri seg, hevur lættari við at sleppa
framat. Men tað er persónliga gyrndin, sum
elvir tað. Ikki valskipanin.
Høvdu vit havt fólk í politisku flokku
num, sum vildu felagsskapin. Sum vildu for
nuftið. Sum vildu lata tað góða ráða, so var
støðan øðrvísi. Spurningurin er, um tað ber
til, ella um tað er æviga tráanin eftir utopia.
Mikil misnøgd var um, at kafeteria á Smyrli
var stongt, tá fólk fóru suðuraftur eftir fyrru
steypafinaluna millum B36 og Suðuroyingar
mikukvøldið. Tey fingu tí hvørki vátt ella turt
haðani.
Men tað er ikki so lætt hjá teimum, sum
leggja til rættis á Strandferðsluni.
Eftir altjóða reglum skulu starvsfólkini í
kafeteria hava hvíld minst 11 tímar um samdøgr
ið. Hvílitíðin kann býtast sundur í tvey, har tey
minst hava hvíld í seks tímar í fyrra umfari og so
fáa tey aftur hvíld í fimm tímar í seinna umfarið.
– Tá ið Smyril siglur í vanligari ferðaætlan, fáa
tey hvíld upp á átta tímar um náttina umframt
eina hvíld upp á tríggjar tímar um dagin.
Men hesa tíðina, Smyril siglur við broytt
ari ferðaætlan, ber hetta ikki til, tí tey fáa lítla
og onga hvíld um dagin, og tí er neyðugt at lata
kafeteria aftur fyrr
um kvøldið fyri at
kunna lúka altjóða
reglurnar um hvílitíð,
sigur Jóhan Petur
Abrahamsen.
Skilagóður politikkur – tráan eftir utopia
Hesar eru treytirnar
STRANDFERÐSLAN
Les eisini blaðið
á telefonini
Ein røð av óhepn
um hendingum
Eirikur í Jákupsstovu
Tíðargrein síða 18-19
Grindaboð fyri
100 árum síðani
Siðsøga síða 26-27
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Tað verður presturin í
Norðstreymoyar prestagjaldi,
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sum
fær heiðurin at prædika í Havnar
kirkju á ólavsøku
Tá ganga prestar, politikarar og embætisfólk
skrúðgongu úr Løgtinginum oman í Havnar
kirkju til gudstænastu. Eftir gudstænastuna
fer skrúðgongan úr Havnar kirkju og niðan
undir Løgtingshúsini, har tey standa, meðan
sungið verður á Tinghúsvøllinum. Klokkan
13 ólavsøkudag verður Løgtingið sett og
nýggja tingárið byrjar.
Tað er tann elsti av teimum yngru prest
unum í embæti í fólkakirkjuni, ið ikki hevur
prædikað áður á ólavsøku, sum prædikar
ólavsøkudag. Tað er nú sjey prestar, sum
standa í røðini at prædika á fyrsta sinni á
ólavsøku. Elstur av teimum í starvsaldri er
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.
Hann tók við embætinum í Norðstreym
oy tann 1. januar í 2011 og varð innsettur í
kallið 30. januar 2011. Hann er sóknarprestur
í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við
bústaði í Hvalvík.
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar er ættaður
úr Vági, giftur við Halldis Müller, ið er ættað
úr Hvalba. Tey eiga børnini Femju, Aleksand
ur, Katarinu og Juliu.
– Vit ynskja Bergtóri gleði, eydnu og
Harrans signing við prædikuni og gudstæn
astuni ólavsøkudag, skrivar Jógvan Fríðriks
son, bispur, á folkakirkjan.fo.
Ólavsøkuskrúðgongan og gudstænastsan
er fornur siður og harvið sambandið millum
Løgtingið og kirkjuna. Hildið verður, at hesin
siður í øllum førum stavur afturi frá 1609, tá
fyrsta kirkjan varð bygd úti á Reyni í Havn.
Onkur hevur tó reist spurningin, um ikki
kirkja kortini man hava verið í Havn fyri ta
tíð.
Vit vita frá gomlum keldum, at nógv fólk
kom til Havnar á ólavsøku.
Í 1673 skrivaði prósturin Lucas Debes, at
hvør tingdagur byrjaði við guðstænastu í
Havnar kirkju. Núverandi Havnar Kirkja,
sum er dómkirkja, varð bygd uttan fyri býin
í 1788.
Bergtórur prædikar á ólavsøku
Hvalvíksprestur, Bergtórur Hjelm
Bjarkhamar, er tann elsti at tveimum
yngru prestunum, sum ikki hevur prædika
á ólavsøku, og tí er tað hansara túrur í ár
1. JUNI 2018