hósdagur 31. mai 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
4
MANGT OG HVAT
Suðuroy hevur staðið ovast á breðdanum hesa
vikuna.
Teir sjey borgarstjórarnir í oynni hava gjørt
eitt upprit, sum vísir hvat skal til fyri at fáa ferð
á búskapin í oynni aftur.
Onki er at ivast í, at onkur innspræning skal
til fyri at oyggin aftur fer at blóma. Vit eiga at
minnast til, at oyggin var fremsta vinnustað í
Føroyum fyri árum síðani, men nú er oyggin
hart rakt og megnar illa at koma fyri seg aftur.
Landsstýrið fór í vikuni mannsterkt til
Suðuroyar at samskifta við teir sjey borgar
stjórarnar í oynni um hvat er skilagott at gera.
Eyðsýnt er, at sumt kann fáast í lag beinan
anvegin av tí, sum borgarstjórarnir hava mælt
til. Eg haldi ikki, at fólk, sum búgva aðrastaðni
í landinum eiga at ilskast um, at okkurt verður
gjørt frá almennari síðu, so Suðuroyggin aftur
verður ein javnbjóðis partur av landinum.
Avbjóðingarnar við fólkatalinum og saman
setingini av aldursbólkunum eru stórar, men
tað er ikki ókent í restini av landinum. Hóast
tann veruleikan, so eru nógv smá ting, sum
kunnu gerast fyri at beina kósini á rætta leið.
Sæð úr einum samfelagsligum sjónarhorni,
so kunnu vit á ongan hátt lata 4.500 fólk sigla
sína egna sjógv. Vit mugu hava tey millum
okkum, so tey eisini eru við til at gera okkara
felags livilíndi so góð sum møguligt.
Onkur vil kanska halda, at hetta ikki er ein
almenn uppgáva. Tað er tað kanska heldur ikki,
men tað almenna má skapa karmar, so tað ber
til at virka í oynni. Samferðsluviðurskiftini
mugu tryggjast og oyggin má dragast nærri
miðøkinum við góðum samskifti.
Norðoyarstevna er um vikuskiftið. Hon
verður sum altíð hildin í Klaksvík. Klaksvík,
har ferðin er óimetaliga stór og arbeiði er til
allar hendur. Býurin hevur av álvara gjørt seg
til reiðar í góðveðrinum, sum vit hava havt
seinastu dagarnar.
Vit mugu ásanna, at viðurskiftini eru nógv
broytt í Føroyum síðani stevnrunar vóru alt.
Nú eru bátafestivalar og tónleikafestivalar,
men tíbetur halda nøkur fast um kappróðr
arstevnurnar.
Teimum mugu vit ikki sleppa.
Skúlaárið er um at enda, men mong munnu
gleða seg til at byrja aftur. Tá nýtt skúlaár
byrjar verður flutt inn í Glasir, sum av álvara
eigur at fara at flyta okkara miðnámsundir
vísing væl fram á leið.
Bygningurin bjóðar til tað og lærararnir
gleða seg eisini til nýggjar umstøður.
Vit arbeiða rættuliga hart í Føroyum í
løtuni. Arbeið er til allar hendur, men vit
arbeiða eisini hart við at finna nýggjar
marknaðir til okkara fiska- og laks
aúrdráttir.
Tað er onki óvanligt at
hitta fólk úr vinnuni, sum
hava verið í Kina ella USA
og selt føroyskan fisk ella
alilaks. Hetta er lívsjátt
andi, men tað krevur at
almennu Føroyar fyglja
við.
Fleiri avtalur um betri
atgongd eru á veg, men
enn er onki, sum bendir á, at
vit eisini sleppa betur framat
í ES. Tað hevði verið kærkomið
eisini at lati tann marknaðin upp –
men tað bestemma vit tíverri ikki sjálvi.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Hvat høvdu eitt nú danir
sagt, um eitt seriøst innslag í Tv2 varð
kryddrað við Dirch Passer skemti?
Fyrru hálvfinalurnar
í kappingini um Løg
manssteypið vóru í vikuni.
B36 og HB hava nú annað
beinið í finaluni
Í vikuni stakk orr
usta seg upp um
hálvfinaluna millum
B36 og Suðringar um
dystarásetingina. FSF
skar ígjøgnum og flutti
dystirnar longu fram.
Liljan Weihe hevur
kært Kringvarpið til
Mentamálaráðið eftir
eitt ætlanarskriv um
nýtt starv, sum hon og
sakførari hennara meta
sum eina reela uppsøgn.
Tað hevur verið
gott veður og heitt í
Føroyum alla vikuna.
Veðrið heldur sær alt
vikuskiftið eisini.
Rættarmál
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
16 stig í støðum í landinum um
vikuskiftið
16
Mánadagin fall dómur í málinum um ein 42 ára
gamlan føroying, sum varð funnin sekur í millum
annað at hava eggjað einari mammu til at gera
seg inn á sín 4 ára gamla son og hava samlegu við
pápa sín. Maðurin varð dømdur trý ár og níggju
mánaðir í fongsul. Les meira um tað í temanum
aðrastaðni í blaðnum.
Um orðið sigur Sprotin
1 (løgfr. yrkismál) legal terminology
2 (almenna rættarmálið í fleirmæltum øki)
language of the Courts; lóg um føroyskt rættarmál
Faroese Language of the Court Act
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Fríggjadagin sigur hann frá lot til
andøvsgul av norði, 2 - 5 m/s. Tað
verður turt og mest skíggjað, men
seinni uppá dagin verður klárari í
veðrinum. Hitin somuleiðis frá 10 -
16 sig og um náttina niður í 8 stig.
Sunnudagin sigur hann gul til
stívt andøvsgul av vestri, 5 - 10
m/s, sum um náttina minkar
til 2 - 7 m/s og snarar í ein
landnyrðing. Turt og í støðum
sól. Hitin upp í 15 stig um dagin,
niður í 5-8 stig um náttina.
Leygardagin sigur hann somuleiðis
frá at kalla ongum vindi, 2 - 7
m/s av útnyrðingi og vestri.
Tað verður skíggjað og turt og í
støðum toka. Hitin millum 10 og
13 stig, um náttina niðurí 8 stig.
2-5 m/s
2-7 m/s
2-7 m/s
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At Zinedine
Zidane gevst
í Real Madrid?
Sæð á Facebook:
Heimaráð: Tak eina “apovit b”, “cobin
stærk” hvønn dag og tú verður ikke bitin
av moyggjabitum.