Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR André Olsen Fyri fáum árum síðani var tað ein veruleiki, at besta mans­ lið­ið hjá KÍ aldrin vann, tá stór tiltøk vóru í Klaksvík Hvørja­ ferð Norðoyastevna og Summar­ festivalur vóru, hevði KÍ eitt kompleks við at vinna fótbólts­ dystir. Men síðani Mikkjal Thomas­ sen tók yvir sum KÍ venjari í 2015 - er tann ónda ringrásin av álvara brotin. Í veruleikanum eru hag­ tølini hjá KÍ undir Mikkjal Thomas­ sen tey, at felagið ongan dyst hevur tapt hevur tapt tá stór tiltøk hava verið í Klaksvík, hóast tann eina brotssparkskappingin – tann ímóti ÍF í 2015, fall í lut hjá fuglfirðingum. Og sunnudagin helt góða gongd­ in meðan stór tiltøk eru í býnum hjá KÍ fram. KÍ vann 3-1 á heimavølli móti B36. 3-1 sigurin var sum heild fult í tráð við leikgongdina, og ser­liga í seinna hálvleiki, tóktist tað sum um, at KÍ sigurin heldur skuldi vera størri, enn at B36 skuldi minka um munin. Men í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, eydn­ aðist tað B36 leikaranum, Meinhard E. Olsen at minka um munin. Eyka stuttligt at spæla á Norðoyastevnu Ein av eyðsýndu KÍ leikarunum í dysti­num var Jákup B. Andreasen, sum bæði skoraði og legði upp til mál fyri KÍ sunnudagin. Jákup B. Andreasen segði eftir dystin, at ónda ringrásin rundanum Norð­ oya­stevnudystirnar ella Summar­ festi­val dystirnar, ikki er nakað sum man hugsar um í Klaksvík meira. - Nú er eitt sindur síðani at vit hava tapt á Norðoyastevnu og Summarfestivalinum, og tað ætla vit skal halda áfram. Tað er altíð eyka stuttligt at spæla teir dystir­ nar. Tað eru eyka nógvir áskoðar­ arnir til teir dystirnar, og stemn­ ing­urin er sum heild festligur upp­undir dystirnar. Bæði í býnum tá til­tøkini eru, og eisini rundanum vøllin til venjingarnar, segði Jákup B. Andreasen. Tvey tøtt mál vóru avgerandi Jákup B. Andreasen helt, at sigurin hjá KÍ var uppiborin. Serliga helt hann, at KÍ fekk gott tamarhald á, aftaná at hava skotið tvey tøtt mál í fyrra hálvleiki. - Tað er altíð strævið og hart at spæla ímóti B36, og tað vistu vit undan dystinum. Men í dag fáa vit tað væl at koyra leikliga. Eg haldi sum heild at vit eru omaná gjøgnum allan dystin og eru meira á bóltinum, men tað sum av álvara gav okkum fult tamarhald var, at vit fingu tvey tøtt mál í fyrra hálv­ leiki. Tað var eitt gott tíðspunkt at skora, segði Jákup B. Andreasen. Eingin umbering at leikarar mangla Undan dystinum var tosað nógv um, at tað fór at vera eitt skert B36 lið sum fór til Klaksvíkar at spæla Í mun til sterk­astu uppstilling, var B36 liðið eisini nakað skert, men tá saman­um­kom stillaði B36 við 11 leikarum, sum allir høvdu roynt at byrja inni í deildini áður. B36 profilurin, Meinhard E. Olsen, helt eftir dystin, at tað ikki kundi brúkast sum um­ber­ing, at fletiri B36 leikarar mangl­aðu sunnudagin. -Vit kunnu ikki brúka sum umbering í dag at leikarar mangla. Vit stilla við einum liðið í dag, sum er fult so sterkt sum KÍ liðið og øll onnur lið í deildini, so vit skulu bara peika pílarnar inneftir Innsatsurin og tað sum vit levera í dag, er bara ikki nøktandi, og longur er tað ikki, segði Meinhard E. Olsen eftir dystin. Pílurin hjá KÍ peikar uppeftir – B36 hevur lagnudyst næstu ferð Við 3-1 sigrinum á B36 sunnudagin, heldur góða gongdin hjá KÍ fram í Betri-deildini. 3-1 sigurin hjá KÍ var triði sigurin á rað hjá KÍ, sum ger, at KÍ nú er nærmasti kappingarneyti hjá HB um fyrsta plássið í deildini. Og sum spælið og úrslitini hjá KÍ hava verið seinastu tveir dystirnar, er ikki óhugsandi, at KÍ av álvara kann koma í ein góðan stima komandi um­førini. Meðan pílarnir hjá klaks­vík­ ing­um peika beint upp­eftir, peika pílarnir hjá árstalsfelagnum í Havn, B36, skeiva vegin. 3-1 ósigurin hjá B36 móti KÍ var annar ósigurin á rað hjá B36 móti kappingarneyta í oddi­num, og tí er B36 av álvara dragn­að í kappingini seinastu vikuna. Komandi umfar skal B36 spæla ein lagnudyst. Tá spælir B36 granna­upp­gerð móti HB, har ein sigur er eitt krav, um B36 skal gera seg galdandi í FM- stríðnum í 2018. Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Betrideildin 13. umfar: MIKKJAL HEVUR BROTIÐ STEVNU- KOMPLEKSIÐ Í KLAKSVÍK SEINASTI ÓSIGUR VAR Í 2014 Seinast KÍ tapti meðan antin Norðoyastevna ella Summarfestivalur hevur verið í Klaksvík var 31 mai 2014, tá KÍ á heimavølli tapti 2-4 móti Víkingi. Á KÍ liðnum sunnudagin vóru Páll Klettskarð og Hjalgrím Elttør einastu leikarar, sum vóru við tann dystin. Síðani Mikkjal Thomassen tók yvir sum venjari í KÍ í 2015, hevur KÍ ongantíð tapt meðan Norðoyastevna ella Summarfestivalur er, sum fyrr var stóri trupulleikin. Sunnudagin vann KÍ greiðan 3-1 sigur á B36