mánadagur 4. juni 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Skulu vit
til EM
2020?
Eftir sigurin á Grikklandi í 2014 helt forsetin í
føroyska fótbóltssambandinum, Christian F.
Andreasen, fyri, at vit skulu seta okkum sum mál,
at koma til EM 2020 endaspælið. Tankin aftanfyri
djørvu útmeldingina er, at Nations League
gevur okkum møguleikan, at kappast við 16 tey
veikast styrkismettu londini hjá Evropa, um eitt
atgongumerki til EM endaspælið.
Í samband við at EM fyllir 60 ár, so verður EM
endaspælið í 2020 eitt sindur serligt. Tað verður
spælt kring alt Evropa, og nú fáa smærru
tjóðirnar eisini at møguleika at verða við. Føroyar
hava seinnu árini bjóða størri tjóðum av, so ein
útmelding um at røkka EM 2020 er ikki so ør, sum
hon kann ljóða.
Vit eru í bólki saman við Aserbadjan, Kosovo og
Malta. Tey spæla øll venjingardystir í løtuni, har
tey fyrireika seg til dystirnar í Nations League,
sum verða í seinnu hálvu av hesum árinum. Vit
skulu spæla tvær ferðir móti hvørjum landi.
Vinnarin kemur víðari til eitt endaspæl, har
spælast skal ein hálvfinala og ein finalan í Nations
League. Vinnari av finaluni sleppur víðari til EM
endaspælið.
Eg havi tó eitt sindur ilt við at síggja, at vit veruliga
hava sett okkum hetta málið. Gamaní hava vit
verið á venjingarlegu í Marbella í Spania fyrr í ár.
Ein venjingarlega, sum gevur spælarum møguleika
at venja saman og spæla dystir.
Men meðan mótstøðulondini hesar vikurnar
spæla venjingardystir, so skal føroyska landsliðið
ikki ein gongd samlast. Mín uppliving er, at
sólskinssøgurnar koma ikki av ongum. Tað var ikki
av ongum, at vit vunnu í Landskrona, týpurnar
vóru eisini rættar, tá vit um aldarskiftið tóku stig
frá fleiri størri tjóðum, og hartil er eftirmælið
frá sigrunum í Grikkalandi, at venjingarnar vóru
góðar, stemningurin í topp og svongdin stór.
Um vit á onkran ótrúligan hátt koma til EM 2020,
so fer onkur at spyrja hvussu tað ber til. Í løtuni
havi eg ikki eitt greiðari svar, enn at vit gera sum
vit plaga. Spæla ikki venjingardystir, men fleiri
og fleiri spælarar spæla uttanlands. Vit fáa nokk
ongantíð ein størri møguleika at spæla í einum
endaspælið, men ætla vit okkum til EM 2020? .
Tróndur Arge
Kristian Joensen (KÍ)
Stóð væl í málinum
móti B36 og hevði ein
lyklabjarging, tá B36 kundi
havt minkað um munin til
2-1.
Jóannes K. Danielsen (KÍ)
Stóð sterkur í myndini í Klaksvík í gjár.
Hann legði upp til mál og var ein støðug
hóttan, tá hann kom framvið í álop.
Spældi við nógvari orku.
Øssur Dalbúð (NSÍ)
Kom inn seinasta hálva
tíman móti AB, har hann
skoraði tvey mál og legði
upp til eitt triðja. Tykist
verða komin fyri seg.
Jákup B.
Andreasen (KÍ)
U21 landsliðsspælarin vann
sínar tvídystir a miðjuni og
fekk mál. Eitt sannførandi
avrik, sum gevur pláss á
liðnum í ár.
Gestur B. Dam
(EB/Streymur)
Varð fluttur inn á miðvøllin,
har hann spældi ein stóran
lut í sigrinum á Skála. Fekk
millum annað Skála spælara
útvístan, tá hann bleiv leysur
móti málinum.
Hørður Askham (KÍ)
Spældi á miðjuni hjá KÍ,
har hann eisini vann sínar
tvídystir. Hann fylti nógv á
miðvøllinum og legði upp
til mál.
Mikkjal
Thomassen (KÍ)
Hevur vent skútuni hjá
KÍ. Hesa ferð við einum
trivaligum 3-1 sigri á B36. KÍ
er nú fremsti avbjóðarin hjá
HB í FM-stríðnum
Petur Zachariasen
(EB/Streymur)
Enn eitt gott avrik frá miðverjanum
hjá EB/Streymi, sum tó spældi á
høgra bakki í gjár. Fekk eisini eitt
avbera flott mál. Er so smátt við at
sláa sítt navn fast.
Páll Klettskarð (KÍ)
Skoraði aftur, eftir at hann
kom úr málturkinum í Gøtu
í farnu viku. Verður nógv
brúkur í uppspælinum hjá
KÍ og tað riggaði væl í gjár.
Adrian Justinussen (HB)
Er einasta boðið úr Gundadali, har
HB vann linligan sigur á 07 Vestur.
Skoraði eitt mál og legði upp til eitt
annað í 3-1 sigrinum.
Árni Frederiksberg (NSÍ)
Eigur aftur stóran lut í sigri hjá NSÍ.
Hesa ferð leggur hann upp til tvey
mál, har serliga innleggið til seinna
málið er framúr. Hann eigur eisini
framúr avlevering til Petur Kundsen,
tá Heðin Stenberg verður útvístur.
Adrian Cascaval (Víkingur)
Sjálvskrivaður á liðnum hesa ferð,
eftir at hann skoraðu hattrik móti
Suðringum. Er toppskjútti hjá
Víkingi við fimm málum, sum hann
hevur skotið í tveimum dystum.
13. umfar:
Her er liðið hesa vikuna fyri
13. umfar í Betri deildini
hjá
monnum.
Liðið
er
nógv merkt av, at KÍ vann
tryggan 3-1 sigur á B36 í
stóra dystinum í hesum
umfarinum. Ikki færri enn
fimm spælarar hjá KÍ eru á
liðnum, umframt at venjari
er Mikkjal Thomassen.
Hartil er Adrian Cascaval
úr Víkingi sjálvskrivaður á
liðnum, eftir at hann skoraði
hattrik móti Suðringum. EB/
Streymur og NSÍ fáa tvey
umboð á liðið, eftir sigrar
um
vikuskiftið,
meðan
HB bara fær eitt umboð,
eftir
trivaligan
sigur
á
botnproppinum úr 07 Vestur.
Liðið hesa vikuna