týsdagur 5. juni 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2018 · Nr. 63
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Viðhvørt
hoyrast
útsagnir
frá
donskum politikarum, sum eru
merktar av, at teir halda seg umboða
eina harrafólkamentan mótvegis
Føroyum og føroyingum.
Eitt dømi um tað er málið um út
flutning okkara til Russlands, sum
hevur fingið talsmenninar í uttan
ríkismálum hjá Vinstra og Javnaðar
flokkinum í Fólkatinginum, Michael
Aastrup Jensen og Nick Hækkerup
at geva ilt av sær.
Michael Aastrup Jensen segði
við TV2 í gjár, at føroyingar eiga at
hugsa seg væl um, áðrenn teir seta
sína undirskrift á ein fríhandilssátt
mála við Russland. Eyðvitað gera
føroyskir politikarar tað.
Javnaðarmaðurin Nick Hække
rup er heldur meira arrogantur í
síni útsøgn:
– Det kan godt være, at Færøer
ne med sådan en aftale kan sælge
nogle flere produkter, men det er
på bekostning af det fællesskab,
man har brug for at have i Europa
over for russerne. Færøerne må
huske på, hvem det er, der garan
terer deres sikkerhed og selvstænd
ighed, når det kommer til stykket.
Det her er usolidarisk og ufint i
forhold til dem, som de er i fæl
lesskab med og afhængige af i andre
sammenhænge.
Er tað veruliga so, at Føroyar
seta trygdina í Evropa upp á spæl
við at gera eina handilsavtalu við
Russland? Ella er trupulleikin, at
Føroyar kanska ikki ganga heilt í
takt við politikkin hjá evropisku
stjórnunum, sum tillaga handils
tiltøkini, so tey ikki raka so hart á
teirra egna búskap?
Føroyar hava ein viðbreknan bú
skap, tí allur útflutningurin okkara
er fiskur. Tí raka handilstiltøk við
matvørum sum vera man sera hart.
Føroyar hava ikki stóra ávirkan
á, hvørji tiltøk Evropa setir í verk
ímóti øðrum londum, men loypa vit
glaðbeint aftaná, so leggja vit fyrst
og fremst okkara egna búskap í sor.
Russland hevur sett handilstøk
í verk ímóti Evropa viðvíkjandi
matvørum. Men Evropa kann fram
vegis flyta bilar og aðrar vørur út til
Russlands. Vit hava bara fiskin sum
útflutningsvøru. Við at seta tiltøk
í verk, so hála vit einasta beinið
undan okkum.
Tí er veruleikin nógv meira kom
pleksur, enn populistisku politik
ararnir á Christiansborg látast at
halda.
At politikkur gongur út upp á at
gera hvør øðrum fortreð, síggja vit
dag og dagliga. Tað ger stórpolitikk
ur úti í heimi sanniliga eisini, so sum
hetta handilskríggið ber boð um.
Sjálvandi eiga vit at gera okkara
lut heimssamfelagnum, tí – sum
Símun av Skarði yrkir – at tað verð
ur eitt bál, um at hvør mannasál,
leggur sín neista til hin sama eld...
Vit mugu bara ansa okkum, so vit
ikki forkoma okkum sjálvi fyrst.
Boykotta vit Putin so
boykotta vit okkum sjálv
HARRAFÓLK OG ÚTFLUTINGUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
ARBEIÐSØKI
Sum roknskaparleiðari hevur tú ábyrgdina av fyrisitingini og vísir til fíggjarstjóran.
Tú hevur tætt samskifti við starvsfólk runt í fyritøkuni og við kundar.
Roknskaparleiðarin hevur ábyrgdina av:
Dagliga bókhaldinum, herundir m.a.
•
Lønum og avrokningum
•
Uppgerð av sakum
•
Skuldarum og ognarum
•
Avstemmingum
•
At gera mannagongdir fyri øki og tryggja at hesar vera fyldar
•
At kunna starvsfelagar um fíggjar- og roknskaparskipanini og framhaldandi
útvikling av skipanini
•
Tíðarskeiðsroknskapum og ársroknskapinum og øðrum fíggjarligum
uppgerðum
•
Samanhalda tíðarskeiðsroknskapir við rakstrarætlan
TÍN VANGAMYND
Tú hevur hóskandi útbúgving innan roknskap og viðkomandi arbeiðsroyndir.
Tú hevur hollan kunnleika til bókhald og roknskap, tú hevur evni at arbeiða
sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt sinnalag og dugir væl at arbeiða saman við øðrum.
Tú ert nærlagdur og er vanur at halda tíðfreistir.
Tú hevur góðar tøkni førleika, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við
Navision fíggjar- og roknskapar skipanini.
Starvið, løn og setanartreytir
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og
persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband
við Bartal Kass, fíggjarstjóra, tlf. 791131.
Umsókn
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi mánadagin tann 18. juni 2018 og sendast umvegis teldupost
til: bartal.kass@mest.fo
ROKNSKAPARLEIÐARI
MEST er størsta skipasmiðusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni serliga í Norra. Felagið ræður yvir
nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Yvir 300 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir.
MEST – J.C. Svabosgøta 31, Postboks 65, 100 Tórshavn – Tel.: 301100 – www.mest.fo