týsdagur 5. juni 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2018 · Nr. 63
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Útlutingin av menningar
kvotum er nógv seinkað
Loksins sær tað út til, at landsstýrismaðurin hevur mannað nevndina, sum skal velja millum tær 38 innkomnu
umsóknirnar
Árni Gregersen
Kring landið sita nógv í vinnuni
og bíða spent eftir, hvør fær
menningarkvoturnar og hvussu
tær verða lutaðar út.
Lógin um fyrisiting av sjó
feingi gevur heimild at lata menn
ingarkvotur. Menningarkvoturnar
kunnu vera átta og eitt hálvt pro
sent av samlaðu føroysku kvot
uni og skulu brúkast í vinnuligum
menningarætlanum kring landið.
Í ár verður sagt í kunngerð, at
42.000 tons av svartkjafti eru tøkr,
sløk 9.000 tons av makreli og 7.500
tons av sild.
Kvoturnar kunnu játtast í eitt,
tvey, trý ella fýra ár. Broytast kvot
urnar ár fyri ár, so verður sami
prosentpartur latin av kvotunum
til tær longru menningarkvoturnar.
Tað stendur greitt, at tað skal
vera ein óheft nevnd, sum skal taka
støðu til, hvøjar umsóknir skulu
gangast á møti.
Landsstýrismaðurin hevur sett
hesa nevndina, hóast tað í skriv
andi stund eru ávís formlig viður
skifti, sum enn ikki eru komin uppá
pláss. Landsstýrismaðurin hevur
sagt fleiri ferðir, at hann ikki vil
koma ov tíðliga út við, hvør mannar
nevndina, so nenvdin ikki verður
løgd undir ov hart trýst.
Virðisøking
Undir stórum parti av orðaskift
inum um nýggja lóg um vinnuligan
fiskiskap var ført fram, at skal
føroyska samfelagið fáa meira
burtur úr tilfeinginum úr havinum,
so er neyðugt, at fiskurin verður
virðisøktur og at hetta verður gjørt
í Føroyum.
Í lógini um fyrisiting av sjó
feingi stendur eisini heilt gteitt
í grein 60, at í treytunum skal
dentur leggjast á, at kvota verður
latin til virksemi og verkætlanir,
ið stuðla undir menning, virðisøk
ing, arbeiðsmøguleikar og inntøku
møguleikar í ávísa økinum.
Undir kjakinum um nýggju lóg
ina var ofta víst á, at føroyingar
fáa ov lítið fyri tann fisk, vit veiða.
Hann verður ofta seldur óvið
gjørdur ella bara eitt sindur ha
greiddur av landinum.
Vinnan hevur víst á, at skal
meira fáast fyri veiðuna, so skal
fiskurin viðgerast í Føroyum so
eitt meirviði verður skapt til sam
felagið.
Umframt at prísurin hækkar á
tí, sum verður flutt úr landinum, so
skapar virksemi í vinnuni á landi
eisini arbeiðspláss og avkast til
samfelagið.
Tað er júst ein partur av hesum,
sum menningarkvoturnar leggja
upp til:
1.
Umsóknin skal lýsa í hvørjum
øki ella økjum í landinum
menningarætlanin
verður
framd.
2.
Umsóknin skal nágreiniliga
lýsa eina vinnuliga menning
arætlan í ávísum øki ella økj
um í landinum, sum menning
arkvotan skal nýtast til.
3.
Umsóknin skal lýsa, hvørja
nøgd av fiskaslagnum ella
nøgdir av fiskasløgum søkt
verður um og fyri hvat áramál.
4.
Umsóknin skal lýsa, hvussu
menningarætlanin, ið kvot
an
skal
nýtast
til,
kann
skapa virðisøking, virksemi,
arbeiðspláss, førleikamenning
og inntøkur í ávísa økinum ella
økjunum í landinum.
5.
Umsóknin skal lýsa virkis
ætlan og fíggjarætlan og ymsu
tættirnar
í
menningarætl
anini, harundir hvussu kvot
an er ætlað at verða nýtt og
virðisøkt frá veiði til hagreið
ing, virking, sølu, marknað o.a.
6.
Metingarnevndin kann seta
seg í samband við umsøkjara
við umbøn um fleiri upplýs
ingar, nágreiningar ella annað
tilfar enn tað, ið latið er við
umsóknini.
Umsóknirnar skulu altso greitt vísa
á, hvørja virðisøking ætlanin fer at
geva og um hon er arbeiðsskapandi
og førleikamennandi.
Nevndin
Ein óheft nevnd skal avgera, hvørj
ar umsóknir verða gingnar á møti.
Nevndin hevur tríggjar limir og
teirra førleikar eru neyvt ásettir í
kunngerð.
Sum skilst hevur tað verið eitt
sindur trupult at manna nevndina,
men nú er hetta gjørt, so nevndin
kann fara til arbeiðis.
Landsstýrismaðurin við fiski
vinnumálum sigur seg ikki tora
at siga neyvt, nær nevndin verður
liðug við sítt arbeiðið, men hann
sigur, at hon fer at arbeiða so skjótt
sum tilber.
Ongin vil siga, hvørjar umsókn
irnar eru, men vit vita um fleiri
feløg, sum saman hava søkt um
kvotur til partar av menningar
kvotunum.
Mest spennandi verður at síggja
um nýskapandi hugskot eru í teim
um 38 umsóknunum.
Tað hevur tikið tíð hjá landsstýrismanninum at manna nevndina.
Menningarkvoturnar í ár eru av uppsjóvarfiski,
sum svartkjaftur, sild og makreli
Stóru virkini hava hogartil tikið móti mesta uppsjóvarfiskinum, men nú
eru møguleikar at arbeiða uppá onkran annan máta.