Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juni 2018 · Nr. 63 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Í seinnu hálvu av novembur í fjør, er føroyska kvinnulandsliðið á vitjan í Slovenia, sum er styrkis­ mett sum næst veikasta liðið í bólki­num aftanfyri Týsklandi, Ís­ landi og Kekkia. Hvørki Føroyar ella Slovenia hava fingið stig móti sterku tjóðunum í bólkinum, tá lið­ ini renna á vøllin. Serliga føroyska landsliðið hevur fingið oyrini í maskinuna. Í hálv­leikinum er støðan 4-0 til Slovenia, men fyri fyrstu ferð megn­ar føroyska liðið at finna fram spælið, sum eyðkendi liðið í undankappingini til undan­ kapp­ingina, tá Føroyar vunnu á Luksemborg, Makedonia og Turka­ landi. -Vendipunktið fyri hetta lands­ liðið er seinni hálvleikur móti Slovenia. Gott nokk tapa vit hálvleikin 1-0, men tá finna vit útav, at vit kunnu halda fast í bóltinum og koma til málmøguleikar. Dyst­ urin varð spældur einar sjey vikur eftir kappingarenda í Føroyum, men okkara spælarar vóru væl við, sigur Pætur S. Clementsen, lands­ liðs­venjari. Framgongdin í spælinum sæst á Tórsvølli í apríl, tá føroyska lands­ liðið fær vitjan av Íslandi. Hóast ósigurin ljóðar upp á 5-0, so er tað bara mál á muni langt inn í seinna hálvleik, umframt at før­oyska liðið kemur til fleiri góðar mál­møgu­leikar. - Tað tóku vit við okkum til dystin móti Íslandi, har vit spæla betri enn seinast. Vit skapa tríggjar ella fýra stóra møguleikar. Nakað, sum prógvar, at vit hava flutt okk­ um langt, sigur landsliðsvenjari. Leggja nógv fyri Ein avbjoðing hjá kvinnu­lands­lið­ num til hendan dystin er, at fleiri spælarar hava avbjóðingar í sam­ band við próvtøkur og arbeiði. Millum annað eru Nadja Dam Johannesen, Evy á Lakjuni og Sara Sam­son Lamhauge til próvtøkur upp til dystin, meðan Olga Kristina Han­sen ikki fær møtt fyrr enn týs­ kvøldið vegna arbeiði. - Tað er eitt sindur avbjóðandi, at tað er próvtøkur. Tað merkir, at spælarar eru burturfrá í hálvar og heilar dagar. Hartil kemur Olga Kristina Hansen ikki hemi fyrr enn týs­kvøldið, meðan Lív F. Arge ikki er við í Kekkia vegna prógvtøkur, sigur Pætur S. Clementsen, men leggur afturat, at hann heldur at spælar­arnir leggja nógv fyri. - Eg haldi, at tað vísur hvussu nógv tær leggja fyri. Olga Kristina kemur heim, fyri síðani at fara til Dan­mark at arbeiða fríggjadagin og leygardagin, so hon kann koma við hópinum til Kekkia, har vit spæla týs­kvøldið, leggur landsliðsvenjarin fyri. Hetta er møguleikin Skal føroyska liðið hava stig ella mál í hesi HM-undankappingini, so er besti møguleikin á Tórsvølli í morgin, heldur landsliðsvenjarin. -Slovenia er tað liðið, sum er nærmast okkum. Tær eru strykis­ mettar næstlægst, og hava ikki fing­ ið onnur stig enn tey, sum komu móti okkum. Talan er um eitt ungt og spennandi lið, sum heilt víst verður betri við tíðini, men vónandi eru tær ikki komnar so langt enn, sigur Pætur S. Clementsen. Hann vónar, at fleiri føroyskir áskoðarar fara at koma og stuðla lands­liðnum. Hann vísur bæði til møgu­leikan at geva Slovenia góða mót­støðu, men eisini um góða veðrið. Ein broyting er í hópinum, í mun til landsliðið, sum bleiv út­ tikið á fyrsta sinni til hesa báðar dyst­ir­nar. Guðrið Poulsen úr EB/ Streymi/Skála mátti út við skaða í hálvfinaluni í steypakappingini. Í hennara stað er komin Sara S. Lam­ hauge úr HB. Einki leikbann er, men Ansy Jakobsen og Heidi Sevdal eru eitt gult kort frá leikbanni. Sermerkt fyri Tórsvøll hósdagin er, at hetta er seinasta ferð at gamla FSF-húsið og skýlið á langsíðuni á vestari síðu stendur. Tað verður nú tik­ið niður, og nýtt hús og skýlið skal byggjast. Tú kundi eisini sagt, at føroyska kvinnulandsliðið er nærmast brotið niður í hesari undankappingini, men dysturin í morgin kann geva ábendingar um, hvussu nógv er bygt upp av nýggj­ um. trondur@sosialurin.fo Tvey avboð eru komin til U21-lands­ lið­ið undan dystinum móti Finn­ landi, sum verður á Svanga­skarði fríggja­dagin 8. juni klokkan 17.00. Hópurin hevði sína fyrstu venj­ ing mánakvøldið, og tá gjørdist greitt, at U21-venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen, mugu síggja burt­ur frá Erlendi Magnusson og Bjarni Petersen til dystin móti finn­ um. Spælararnir hjá B36 eru so mikið skaddir, at mett verður, at teir ikki verða tøkir til landsdyst fríggjadagin. Í staðin hava U21- venjar­ar­nir úttikið Steinbjørn Olsen úr KÍ, og Pætur Petersen úr EB/Streymi. Ókeypis atgongd er til U21-lands­ dystin millum Føroyar og Finnland, sum verður á Svangaskarði. Rás2 sigur frá dystinum. Enn einaferð fáa føroyingar møgu­ leikan at sita uttandura og fylgja ein­um endaspæli á stórskíggja, tá HM í fótbólti byrjar seinni í mánaðinum. Føroya Tele boðar nevni­liga í dag frá, at fyritøkan í sam­starv við Televarpið, fer at vísa HM-fótbólt á stórskíggja í Vágs­botni. - Ert tú til reiðar til eitt pakk­að summar við HM-fótbólti? Trapp­an í Vágsbotni verður aftur karm­ur um fótbólt á stórskíggja, og hesaferð verður heldur ikki spart upp á krútið. Vit leggja út leygardagin 16. juni, tá danir og íslendingar spæla fyrsta dystin í bólkaspælinum, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi sent fjøl­miðlu­num. Byrjað verður við dystunum hjá grannalondunum 16. juni, tá Ísland møtir Argentina og Dan­ mark møtir Peru. Síðan er óvist hvussu verður við restini av skrán­ni, men ætlanin er í hvørt fall at vísa dystirnar hjá Íslandi. - Vit vita, at í Føroyum er nær­ um alt, sum gongur fyri seg uttan­ dura, tengd at veðrinum, og tískil verður kunning send út so hvørt, nær HM-dystir verða á stórskíggja á Trappuni. Kortini kanst tú longu nú seta X í kalendaran 22. og 26. juni, tí tá vísa vit dystirnar hjá Íslandi móti ávikavist Nigeria og Kroatia, skrivar telefyritøkan. Hetta er ikki fyrstu ferð, at trappan í Vágsbotni verður karm­ ur um ítróttatiltøk á stórskíggja. Tá EM var í 2016 savnaðust nógv fólk á trappuni og serliga vóru tað dystirnir hjá Íslandi, ið høvdu stóran áhuga, og tá føroyska U21-landsliðið í hondbólti var til HM-endaspælið í Algeria í fjør, savnaðist ein stór fjøld at stuðla før­oyska landsliðnum. Kvinnulandsliðið: HETTA ER MØGULEIKIN Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti skal hósdagin spæla HM-undankappingardyst móti Slovenia á Tórsvølli. Hetta er seinasti landsdysturin á Tórsvølli sum vit henna hann. Vestaraskýlið verður tikið niður og landsliðsvenjarin vónar, at tað verður við einum braki Føroyska kvinnulandsliðið skal í næstum spæla tveir dystir í undankappingini til HM 2019. Fyrri dysturin í hesum umfari verður spældur á Tórsvølli hósdagin 7. juni klokkan 17.00, tá Slovenia kemur á vitjan, og fimm dagar seinni, týsdagin 12. juni, er so útidysturin móti Kekkia á skránni. Rás2 sigur frá dystinum móti Slovenia hóskvøldið. Fakta: Hópurin Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DEN) Birita B. Nielsen, B68 Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála Lív F. Arge, FC Nordsjælland (DEN) Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur Heidi Sevdal, HB Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DEN) Eyðvør Klakstein, KÍ Rannvá B. Andreasen, KÍ Olga Kristina Hansen, BSF (DEN) Milja R. Simonsen, HB Jóna Nicolajsen, B36 Katrina Akursmørk, KÍ Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála Evy á Lakjuni, KÍ Margunn Lindholm, EBS/Skála Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur Nadja Dam Johannesen, HB Anna S. Hansen, EBS/Skála​ Sara Samson Lamhauge, HB Hópurin Elias Rasmussen, Víkingur Karstin Hansen, Skála Jóannes K. Danielsen, KÍ Ari Olsen, Skála Seinbjørn Olsen, KÍ Bartal Wardum, HB Ólavur Niclasen, KÍ Pætur Petersen, EB/Streymur Salmundur Bech, TB/FCS/Royn Betuel Hansen, NSÍ Jákup B. Andreasen, KÍ Benjamin Heinesen, B36 Dan í Soylu, HB Hannes Agnarsson, B36 Jóannes Bjartalíð, KÍ Høgni E. Nielsen, 07 Vestur Petur Knudsen, NSÍ Adrian Justinussen, HB Búi Egilsson, TB/FCS/Royn Jákup L. Thomsen, Thisted FC (DEN) Steinbjørn og Pætur boðsendir til U21 Trappan verður karmur um HM-fótbólt